Kringvarp Føroya

Orðaval

News FO ↓ Episoade: 41

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.

Vizitează neapărat site-ul podcastului și susține-i creatorul: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Categorie

News

Site-ul podcastului

kvf.fo

Cel mai nou episod

9 nov. 2026

Unde asculți?

Podcasturi în aplicație Replaio Radio În curând

Podcasturile ajung în curând în aplicație. Instaleaz-o acum și fii primul care descoperă o abordare complet nouă a podcasturilor

Descarcă din Google Play Instalează gratuit Android 10 mil.+ descărcări · nota 4,7+ iOS în curând

Episoade

Orðaval #41: Skaldskapur av mannamunni 09.11.2026

Orðaval hesaferð snýr seg um skaldskap av mannamunni, við denti á sagnir. Eisini verður tosað um Miklamálgrunnin, sum er nýggjur grunnur, ið Fróðskaparsetrið hevur tikið stig til. Tosað verður eisini um ymisk málslig fyribrigdi. Gestur er Dagfinn Olsen. Vetur er Øssur Egholm.

Orðaval #40: Tvítal, fleirital og árstíðarorð 26.10.2026

Bjarni Steintún er gestur í sendingini, har evnini eru tvítal og fleirital, men eisini verða árstíðarorðini, heyst, vetur, vár og summar, viðgjørd.

Hvussu kemur málið undan? 13.10.2026

Nú á døgum "goyma" vit málið í teksti og upptøkum, men einsamalt er tað ikki nokk til at tryggja málið, so tað ikki doyr, talan má endurskapast í hvørjum einasta menniskja. Til tað má barnið hava eina fyrimynd at skapa eftir. Tað má hava fyrimyndir, sum alla tíðina eru tøkar. Altjóða greiðmálsdagur er 13. oktober. Eingin greiðmálsfelagsskapur er í Føroyum. Hetta er eitt øki, sum vit áttu at skipa...

Orðaval #38: Málsøga 30.09.2026

Í fyrstu Orðaval-sendingini hesa vetrarskránna verður hugleitt um málsøgu sum heild. Eisini verður trivið í ávís orð og kannað, hvør upprunin til orðini er. Komið verður eisini inn á ymiskt málsligt, sum hevur verið havt á lofti síðani seinastu sending. Gestur er Dagfinn Olsen, lærari.

Orðaval #37: Virðing fyri veruleikanum 19.05.2026

Málveruleikin er partur av samfelagsveruleikanum, vit mugu hava eina heiðurliga veruleikalýsing eisini av málinum. Vit eiga at finna eina javnvág, so vit ikki verða fyri málsligum økismissi, at vit leggja afturat, heldur enn yvirskriva. Tað heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Hon heldur eisini, at ein máti at bøtt um málið í almenninginum kundi verið at útbúgvið málrøktarar, sum...

Orðaval #36: Málbroytingar 05.05.2026

Í sendingin hesaferð verður tosað um málbroytingar, og um munin á føroyskari og íslandskari úttalu. Eisini verður flaggið viðgjørt, og ymiskt, ið hevur við navnið at gera. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Øssur Egholm er vertur. 

Orðaval #35: Móðurmálsdagurin 22.04.2026

Móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, er eitt av evnunum í sendingini.  Hammershaimb gjørdi føroyska skriftmálið, og hesaferð verður m.a. greitt frá navninum, Hammershaimb, og hvussu ættin kom til Føroyar. Dagfinn Olsen er gestur.  Øssur Egholm er vertur. 

Orðaval #34: Málsløg 30.03.2026

Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini tosar um, at úrvalið av orðum verður avgjørt av einum ritstjóra, sum fyrst og fremst velur orð, ið hóska seg í skriftmáli. Mørkini flyta seg tó, so nógv er í orðabókum í dag, sum ikki var hugsandi fyri 30 ella 50 árum síðani. Vælkomin til enn eina orðavalssending, har vit spyrja: Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í...

Orðaval #33: Ljóðsvinn 11.03.2026

Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har evnið er ljóðsvinn. Tosað veðrur eisini um orðini val og atkvøður. Øssur Egholm er vertur. 

Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin 23.02.2026

Evnið hesaferð var Robinson-søgur, ið er søgur, sum ofta eru sprotnar úr søguni um Robinson Kruso. Greitt verður m.a. frá hesum søgum, og hvussu tær eru vorðnar til. Dagfinn Olsen, lærari, greiðir eisini frá ymiskum málsligum.  

Orðaval #31: Norðurlendskir málførleikar 09.02.2026

Hvussu ansa vit eftir okkara málsliga siðaarvi? Tað spyr Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, nú tað vísir seg, at børn og ung skilja illa hini norðulendsku málini. Øssur Egholm er vertur.   

Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð 28.01.2026

Bjarni Steintún, sum starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Vertur er Øssur Egholm.

Orðaval #29: Orðið "jól" og stavingarhættir 12.01.2026

Hesaferð tosa vit um orðið "jól". Eisini skifta vit orð um rithøvundan Magnus Dam Jacobsen, ella Magnus á Kamarinum, sum andaðist í 1978, og sum onkursvegna breyt upp úr nýggjum í mátanum at skriva uppá, bæði skaldsøgur og stuttsøgur. At enda verður eisini tosað um reglur í sambandi við hvussu orð stavast. Gestur í sendingini hesaferð er Dagfinn Olsen, lærari.

Orðaval #28: Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur 22.12.2025

 Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur eru millum evnini, ið verða viðgjørd í ársins síðstu útgávu av Orðavali. Tosa verður eisini um happing í sambandi við framburð av ávísum orðum. Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur.       

Orðaval #27: Ljóðbroytingar og atvent og jól 02.12.2025

Nøvn sum atvent og jól er evnið í sendingini, har tosað eisini verður um ljóðbroytingar, iðhenda ímillum norrønt og føroyskt. Bjarni Steintún er gestur í sendingini.

Orðaval #26: Nýggj orð 17.11.2025

Í sendingini verður tosa um ymiskt málsligt, sum javnan er frammi, og sum kjakast verður um, og eisini verður tosa um nýggj orð, sum javnan koma inn í málið. Umframt hettar var spurningur frá lurtara eisini svaraður. Gestur hesaferð var Dagfinn Olsen, lærari."

Orðaval #25: Málkensla og navnorðagerð 04.11.2025

Málkenslu og navnorðagerð eru evnini í 25. útgávuni av Orðaval, har Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval #24: Málsøga og orðasøgur 20.10.2025

Í sendingini hesaferð verður tosað um málsøgu og orðasøgur. Millum annað um serliga føroyska fyribrigdið "skerping", og um orð, sum hava fingið nýggja merking upp í gjøgnum tíðina. Gestur er Bjarni Steintún.  Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval #23: Stavraðið, avroð og doyggjandi orð 07.10.2025

Evnini í sendingini eru stavraðið, sum nú er í uppskoti at broyta. Eitt annað evni er orðið "avroð", og so verður nomið við orð, ið tykjast vera á veg úr málinum. Eisini verður brot úr einari av orðabókasendingunum hjá Jóan Hendriki Winther Poulsen frá 1978 at hoyra. Gestur: Dagfinn Olsen, lærari. Vertur: Øssur Egholm.  Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráð...

Orðaval #22: Fólkanøvn 28.05.2025

Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur í sendingini, har tosað verður um fólkanøvn, eitt nú Fríðrikkur, og hvussu tey bendast. Men eisini verður orðið "kaðal", og hvussu tað bendist, viðgjørt.  Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval #21: Tá føroyskt gjørdist norrønt mál 19.05.2025

Hvussu gjørdist føroyskt  ein grein av norrønum? Tað verður millum annað tosað um. Gestur er Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval #20: Rúnir og rúnarsteinar 13.05.2025

Í sendingin hesaferð eru evnini millum onnur rúnir og rúnarsteinar, føroyingasøga, og eisini skifta vit orð um bilin, ið upprunaliga var kvennkynsorð. Eisini venda vit øðrum málsligum meira og minni hepnum málfyribrigdum. Gestur hesaferð er Dagfinn Olsen. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn 14.04.2025

Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval #18: Frumnorrønt og norrønt 07.04.2025

Í sendingini hesaferð hyggja vit m.a. at muninum á tí frumnorrøna og tí norrøna. Gestur er, Bjarni Steintún, sum starvast á Føroyamálsdeildini. Øssur Egholm leggur til rættis. 

Orðaval #17: Móðurmálsdagurin og V.U. Hammershaimb 31.03.2025

25. mars er føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb, men tað er nú eisini Móðurmálsdagur. Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Móðurmálsdagin í seinastu viku, um V.U. Hammershaimb, um bendingar o.a.  Øssur Egholm leggur til rættis.  Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Ascultă podcastul Orðaval în Replaio

Radio și podcasturi într-o singură aplicație - gratuit și fără înregistrare. Instaleaz-o azi și nu rata lansarea

Descarcă din Google Play

Replaio nu este editorul podcasturilor; numele emisiunilor, coperțile și materialul audio aparțin autorilor lor și sunt distribuite prin fluxuri RSS publice