Kringvarp Føroya

Lesikrókurin

News FO ↓ Episoade: 37

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

Vizitează neapărat site-ul podcastului și susține-i creatorul: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Categorie

News

Site-ul podcastului

kvf.fo

Cel mai nou episod

2 iun. 2025

Unde asculți?

Podcasturi în aplicație Replaio Radio În curând

Podcasturile ajung în curând în aplicație. Instaleaz-o acum și fii primul care descoperă o abordare complet nouă a podcasturilor

Descarcă din Google Play Instalează gratuit Android aproape 10 mil. descărcări · nota 4,8 iOS în curând

Episoade

Lesikrókurin: Skunda tær at elska 02.06.2025

Bókin "Skunda tær at elska" frá 2009 eftir svenska rithøvundin Alex Schulmand verður umrødd í sendingini. Jákup í Skemmuni týddi hana til føroyskt. Bókin snýr seg um at vaksa upp við einum gomlum pápa og missa hann alt ov tíðliga. Marna Jacobsen er vertur, og við sær í Lesikrókin hevur hon Eli Hentze og Jákup Reinert Hansen.

Lesikrókurin: Málningurin eftir Dorian Gray 08.05.2025

Málningurin av Dorian Gray er ein klassisk, gotisk skaldsøga eftir Oscar Wilde. Hon er um ein ungan mann, sum stendur modell til málning av sær og verður so hugtikin av sær sjálvum, at hann hevur eitt inniligt ynski um, at hann ongantíð skal gerast gamal, men at málningurin skal eldast í hansara stað. Gestir eru Katrin Næss og Svanna Jákupsdóttir.

Lesikrókurin: Knívin í eldin 21.03.2025

Í sendingini hesaferð verður skaldsøgan Knívin í eldin eftir Ingeborg Arvola umrødd. Søgan snýr seg um söguna hjá oldurommu hennara, sum flutti úr Norðurfinnlandi til Varangerfjørðin at lívbjarga sær og synunum. Gestir eru Súsanna Tórgarð, sjónleikari og Rakul í Gerðinum, MA lesandi í føroyskum. 

Lesikrókurin 24 nov 2024 25.11.2024

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið. Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin kom út í 2024. Tim Ecott hevur skrivað, Vagnur Streymoy týddi úr enskum, og Sproti...

Lesikrókurin - Eden 27.10.2024

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu. Í hesi skaldsøgu verður megin...

Lesikrókurin 29 sep 2024 18.10.2024

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiðu. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum e...

Lesikrókurin: Maria Stuart 13.06.2024

Maria Stuart var bara seks dagar gomul, tá ið hon varð krýnd drotning í Skotlandi í 1542. Hon livdi eitt dramatiskt og ógvisligt lív, sum nógv hevur granskað í og skrivað um. Stefan Zweig skrivaði áhugaverda bók um lívið hjá Mariu Stuart, og hendan bók kemur nú út á føroyskum. Edvard Olsen hevur týtt. Sprotin gevur út. Gestir í Lesikrókinum at umrøða bókina eru Sirið Stenberg, Torbjørn Jacobsen og...

Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan 23.05.2024

Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir í stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur. Tað heldur walisiska Eliane Morgan, sum hevur skrivað nógv umtalaðu og umstríddu bókina ?Hvaðan kom kvinnan?. Hon leggur fram annað ástøði...

Lesikrókurin: Reyðhærda kvinnan 25.04.2024

Turkiski rithøvundurin Orhan Pamuk hevur skrivað bergtakandi skaldsøguna "Reyhærda kvinnan", sum snýr seg um ein eldri brunngravara og unga lærling hansara. Teir leita eftir vatni í útriðjuni av Istanbul. Har á leiðini hittir tann ungi Cem eina vakra, reyðhærda kvinnu og verður púra burtur í henni. Samstundis gongur illa hjá Mahmut meistara at finna vatn, og ein dagin hendir nakað vanlukkuligt, su...

Lesikrókurin: Staklutirnir 28.03.2024

Skaldsøgan "Staklutirnir", sum svenski rithøvundurin Ia Genberg skrivaði, verður viðgjørd í Lesikrókinum. Jákup í Skemmuni týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út. Í bókini greiðir frásøgukvinnan frá fýra fólkum, sum hon hevur hitt í lívinum. Frásøgukvinnan hevur havt tætt tilknýti til teir fýra persónarnar og greiðir frá, hvussu hon upplivdi persónarnar, hvussu onkur av teimum kom og fór, hv...

Lesikrókurin: Kærleikin 29.02.2024

Í Lesikrókinum verður skaldsøgan "Kærleikin" viðgjørd. Svenskt-grikski rithøvundurin Theodor Kallifatides skrivaði bókina, og Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Bókin snýr seg um Laki Sarri, sum nærkast teimum fjøruti og er lærari í heimspeki. Hann er giftur Lenu, og tey eyga fýra ára gamla sonin Jóhan. Á einum skeiði hitti Laki yngru kvinnuna Li, og tey verða meira enn væl er. A...

Lesikrókurin: Fiskahúsið 23.11.2023

Hesa ferð verður bókin "Fiskahúsið", sum norski rithøvundurin Stein Torleif Bjella skrivaði, viðgjørd. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út. Tríggir gestir eru í Lesikrókinum: Magnus Gaard, Jóhanna Lava Køtlum og Finnur Lützen.  

Lesikrókurin 28 sep 2023 28.09.2023

Gestir í Lesikrókinum eru Marjun Bæk, Eirikur í Jákupsstovu og Eilen Anthoniussen.

Lesikrokurin - Pløg beinagrindir teirra deyðu 15.06.2023

Í Lesikrókinum hesa ferð verður bókin "Pløg beinagrindir teirra deyðu" umrødd. Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. "Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi. Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskot...

Lesikrókurin: Ukrainska dagbókin 18.05.2023

Júst sum ukrainar í 2013 halda, at teir taka stórt stig nærri Europeiska Samveldinum, noktar forsetin Viktor Janukovitj at skriva undir samstarvsavtaluna við ES. Fólk eru á gosi og fara út á gøturnar at mótmæla. Sum frálíður kemur tað til samanbrestir millum mótmælisfólk og myndugleikar, og tað endar við kollvelting. Miðdepilin fyri stríðið er Frælsistorgið í Kiev ? Maidan. 500 metrar haðani býr e...

Lesikrókurin: Renna úlv 04.05.2023

Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv”. Jákup í Skemmuni hevur týtt til føroyskt, og Sprotin hevur givið út. Í Lesikrókinum hes...

Lesikrókurin: 304 dagar 23.03.2023

Í Lesikrókinum hesa ferð verður skaldsøgan "304 dagar" hjá norska rithøvundanum Simon Stranger umrødd. Gestir eru Anna Debes Hentze, Dánjal av Rana og Marjun í Kálvalíð.  

Lesikrókurin: Bardagin um Troiuborg 23.02.2023

Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit bókina Bardagin um Troiuborg hjá Theodor Kallifatides. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav út. Gestir í Lesikrókinum eru Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, Hans Jacob Kollslíð og Annika Sølvará.

Lesikrókurin: Morgun og kvøld 26.01.2023

Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina “Morgun og kvøld” hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd í Noregi. Jon Fosse hevur skrivað bókina. Marna Jacobsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.

Lesikrókurin: Kóka bjørn 22.12.2022

Lesikrókinum hesa ferð verður bókin “Kóka Bjørn” viðgjørd. Hetta er øðrvísi krimisøga úr norðasta Svøríki, sum Mikael Niemi hevur skrivað. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Gestir eru Barbara á Tjaldrafløtti, Enna Garðshorn Mikkelsen og Tina Jakobsen.

Lesikrókurin: Havbókin 30.10.2022

Gestir eru Hjálmar Hátún, havfrøðingur, Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, Hanus Kjølbro, veðurmaður.

Lesikrókurin: Fontamara 30.09.2022

Lesikrókinum hesa ferð verður skaldsøgan “Fontamara”, ið italski rithøvundurin Ignazio Silone skrivaði, viðgjørd. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Bókin snýr seg um, hvussu fátækafólk á bygd í Italia uppliva fasismuna í millumkrígstíðini. Bókin kannar og avdúkar, hvussu tey, ið hava vald og pengar, fara vit teimum, ið stríðast fyri at hava til dagin og vegin í lítlari fjallabygd....

Lesikrókurin: Børn í heimsveldi 15.06.2022

Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið. Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýs...

Lesikrókurin: Blómudalurin 11.05.2022

Sjálvmorð er sum umfarsótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, sum hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. Hagtølini hjá løgregluni í Grønlandi siga ræðandi søguna. Millum 40 og 50 fólk hava á hvørjum ári seinastu fimm árini gjørt sjálvmorð. Som...

Lesikrókurin: Magellan 07.04.2022

Í Lesikrókinum hesa ferð verður bókin “Magellan” viðgjørd. Stefan Zweig skrivaði, Knút Olsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Tríggir gestir eru í Lesikrókinum. Andras Sólstein er søgufrøðingur og starvast sum savnsvørður á Norðoya Fornminnasavni. Randi Kúrberg er málfrøðingur og arbeiðir sum sjálvstøðug við rættlesti, týðing og skriving. Jógvan Horn er skipsførari og skipsverkfrøðingur, og...

Ascultă podcastul Lesikrókurin în Replaio

Radio și podcasturi într-o singură aplicație - gratuit și fără înregistrare. Instaleaz-o azi și nu rata lansarea

Descarcă din Google Play

Replaio nu este editorul podcasturilor; numele emisiunilor, coperțile și materialul audio aparțin autorilor lor și sunt distribuite prin fluxuri RSS publice