Kringvarp Føroya

Vit kunnu so nógv meira

News FO ↓ 9 episodes

Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini. Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar. Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir. Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Nov 1, 2023

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 10M+ downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

Vit kunnu so nógv meira - 9. partur 01.11.2023

Bjørn Kalsø var bara 16 ára gamal, tá hann kom at standa við familjufestinum. Pápi hansara, sum var festari, doyði og hóast hann ikki var myndigur og tí ikki hevði loyvi til at yvirtaka, so var longu tá greitt, at tannáringurin var tann, sum skuldi taka yvir eftir pápan. Tað gjørdi hann formliga nøkur ár seinni. Síðan hava Bjørn og familjan havt festið á Syðradali, sum telur 160 áseyðir. Hann hevu...

Vit kunnu so nógv meira - 8. partur 24.10.2023

Jan Thomsen byrjaði sum sjómaður, men tá hann legðist upp á land og fór á læraraskúla fór hann at keypa jørð. Nú hevur hann góðar fimm merkur og umleið 160 áseyðir. Eisini hevur Jan tarvkálvar knýttar at garðinum og hann hevur eisini gæs. Jan Thomsen hevur tikið nýggja mátan at selja kjøt uppá til sín. Heldur enn at selja alt sum krov, selur hann í smáum og tað taka fólk ógvuliga væl ímóti. Eitt s...

Vit kunnu so nógv meira - 7. partur 17.10.2023

Tað eru bara umleið tíggju ár síðan, at Eyðstein Jensen, sum er 60 ára gamal, festi tveir garðar á Selatrað. Seyður er høvuðsinntøkan, men Eyðstein hevur ætlanir um at fáa nógv meira burtur úr festinum. Hann fer í næstum í holt við at garva skinn, hann ætlar at gagnnýta vatnið á festinum til elframleiðslu og so fer hann at velta eplir og røtur í rímiliga stórum. Í Lamba hitta vit Jón Nónklett, sum...

Vit kunnu so nógv meira - 6. partur 10.10.2023

Anna Maria Sivertsen og maðurin Mórits Sørensen hava festi í Streymnesi, har tey hava gott og væl 400 áseyðir. Tað fáa vit eitt prát um og vit tosa eisini við hana um eplini, sum hon og maðurin hava gjørt rættiliga nógv við í seinastuni. Í bygdini hava tey tvær veltur, sum eru umleið 4.000 fermetrar til víddar og tær geva teimum umleið átta tons av eplum. Vit eru eisini á vitjan í Leirvík, har vit...

Vit kunnu so nógv meira - 5. partur 03.10.2023

Fyri nøkrum árum síðan sat Magnus Fredrik Magnusson til arbeiðis, tá hann á telduni sá eina lýsing fyri einari bingju, sum kundi brúkast til at gera grønmeti. Hóast hann vanliga ikki hugdi eftir slíkum lýsingum, valdi hann kortini at trýsta á fyri at hyggja, og restin er í grundini søga. Nú stendur ein bingja á økinum omanfyri bygdina, har ætlanin var at gera ein víkingagarð, og gongur alt eftir æ...

Vit kunnu so nógv meira - 4. partur 26.09.2023

Jóannes í Miðstovu og Ottar Hentze hava nú í nøkur ár verið millum teirra, sum hava gjørt nógv við grønmeti. Tað byrjaði í smáum við Veltuni fyri átta árum síðan ella so, men nú eru bóndurnir sjálvir farnir at gera meira og meira við grønmetisframleiðsluna, sum hevur sera góða undirtøku millum fólk. Tað manglar tó nógv í, áðrenn vit vera sjálvforsýnandi við grønmeti, og ein spurningur er tí, hvuss...

Vit kunnu so nógv meira - 3. partur 19.09.2023

Thorvald fekk ógvuliga stutt skotbrá, tá hann tók við festinum, men hann valdi at siga ja og ta gerðina angrar hann seg ikki um. Broytingarnar í Syðradali hava verið stórar hetta tíðarskeiðið, meðan Thorvald hevur sitið við festinum, millum annað eru garðarnir báðir lagdir saman í eitt festi aftur, sum teir vóru fyri nógvum árum síðan, og tað ger tað nógv lættari at útvega stráfóður enn tað var fr...

Vit kunnu so nógv meira - 2. partur 13.09.2023

Í sendingini hesaferð tosa vit við Jóhann Fagraklett, bónda á Gásadalsgarði, sum brúkar alt tað, sum garðurin gevur av neytakjøti, seyði, eplum og korni, sum verður til øl, á matstovuni á garðinum, sum árliga hevur sera nógv vitjandi. Hoyr eisini bóndan greiða frá, hvussu garðurin varð til, hvussu hann virkar og hvussu tey frá einum parti av árinum til annan broyta sláturhúsið til sodnhús og til m...

Vit kunnu so nógv meira - 1. partur 06.09.2023

Fyrsti parturin er ein støðulýsing av, hvussu støðan í landbúnaðarvinnuni er beint nú. Hvørja ávirkanin hevur broytingin í vinnuni havt á raksturin av teimum gørðunum, sum vit vitja. Í fyrstu sendingini tosa vit við Sigert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, sum eisini er formaður í Bóndafelag Føroya, Poul Müller, bónda, sum rekur Müllersgarð í Havnardali og Regin Borðoy, bónda, sum rekur fjósið mill...

Listen to the Vit kunnu so nógv meira podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.