Vinnuhúsið, House of Industry

Vinnukikarin

News FO ↓ 8 episodes

Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, sum setur kikaran á og kring vinnuna í Føroyum

Author

Vinnuhúsið, House of Industry

Category

News

Podcast website

www.buzzsprout.com

Latest episode

Feb 17, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Undir vatnskorpuni: Lívið sum vinnukavari 17.02.2026

Í hesum parti av Vinnukikaranum tosa vit við Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í Green Marine Divers. Vit tosa um lívið sum vinnukavari, hvat tað í veruleikanum merkir at vera vinnukavari og um at arbeiða í einum umhvørvi, har flestu av okkum ongantíð koma. Gestur: Høgni Kjeld Vertur: Áki Leitisstein Hansen

Atlantic Airways Aviation Academy - Vinnuátakið 2025 17.11.2025

Í hesum parti av Vinnukikaranum tosa vit við Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways. Vit tosa millum annað um tey 10 árini, har ið Jóhanna hevur verið stjóri og menningina í felagnum, og so tosa vit eisini um nýggja simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, sum fekk heiðurin Vinnuátakið 2025 á ársins Vinnudegi.

Vinnukikarin: Poul Hansen er Ársins Virki 2025 20.10.2025

Hesaferð vitjar Vinnukikarin Poul Hansen, sum nýliga varð kosið Ársins Virki 2025. Vit tosa við Tony Rasmussen, nýklakta stjóran í samtakinum. Hvør er Tony Rasmussen, og hvat merkir tað fyri hann og Poul Hansen at fáa heiðurin? Hvør er orsøkin til góðu gongdina, og hvørjar møguleikar sær Tony fyri sær, at Poul Hansen kann vaksa?

Vinnukikarin: GroAqua er Ársins Virki 2024 20.09.2024

Vinnukikarin er hesaferð á ferð á Kambsdali hjá GroAqua, har vit tosa við stjóran Suna Justinussen.   GroAqua er Ársins Virki 2024. Men hvat ger GroAqua? Hvør er orsøkin til góðu gongdina seinastu árini? Og hvørjar eru avbjóðingarnar við at hava nógv virksemi uttan fyri landoddarnar?  

Vinnukikarin: Hvønn búskaparligan týdning hava útlendsku starvsfólkini í Føroyum? 25.06.2024

 Í hesum Vinnukikaranum hugsavna vit okkum um tann samfelagsbúskaparligi týdningin.  Hvussu stórt búskaparligt íkast hava útlendsk starvsfólk í Føroyum? Hvør er orsøkin til, at útlendsku starvfólkini eru vaksin so nógv í tali og hvørjar eru negativu avleiðingarnar av útlendsku starvsfólkunum?   Hetta fara vit millum at viðgera nærri í Vinnukikaranum hesaferð saman við Johnny í Grótinum, búskaparfr...

Vinnukikarin: Hvussu burðardygg er føroyska vinnan? 04.04.2024

Hvussu burðardygg er vinnan í Føroyum? Hvørjar vinnur hava størsta útlátið og hví heldur vinnan, at grøna orkuskiftið gongur ov seint? Hesir spurningar verða umrøddir í  Vinnukikaranum hesaferð. Gestur er Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd hjá Vinnuhúsinum.

Vinnukikarin: Hvussu ávirkar vánaliga haldførið vinnuna? 05.02.2024

Hví skal vinnan yvirhøvur geva haldførinum ans? Hvussu ávirkar vánaliga haldførið vinnuna og kann vinnan gera nakað sjálv fyri at betra um haldføri?  Í Vinnukikaranum hesaferð hyggja vit nærri at haldføriskanningini hjá Búskaparráðnum saman við Fróða Magnussen, formanni í Búskaparráðnum. 

Vinnukikarin: Hvussu væntar vinnan, at 2024 fer at hilnast? 05.02.2024

Hvussu væntar vinnan, at 2024 fer at hilnast? Fer búskaparvøksturin at halda fram? Og verður 2024 árið, har málið um gongd í haga verður loyst?   Hetta verður millum annað  umrøtt nærri saman við Jón Sigurdssyni, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í Vinnukikaranum hesaferð.  

Listen to the Vinnukikarin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.