Kringvarp Føroya

Vikan

News FO ↓ 50 episodes

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli. Vertur er Ingi Rasmussen.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

May 16, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Vikan 4. oktober 2025 04.10.2025

Vikugesturin var Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur verið í eini melduródn, tí hon setti sítt navn á uppskotið um at loyva fríari fosturtøku fram til 12. viku. Fróði Løkságarð hevði djarvastu viðmerkingina hesa vikuna, tá ið hann legði vikuna á skák. Í táttinum Dagføroyingar fingu føroyingar høvi at seta Ruth Vang, landsstýriskvinn í fíggjarmálum, spurningar u...

Vikan 27. september 2025 27.09.2025

Vikugesturin var Uni Árting, sum júst hevur fingið miðlaheiðurslønina frá Granskingarráðnum á Vísindavøkuni. Í táttinum Dagføroyingar kjakaðust Bjørt Lind og Birita Lamhauge Jóansdóttir, báðar sálarfrøðingar, um fosturtøku, og lurtarar ringdu inn og søgdu sína hugsan. Hesa vikuna legði Jákup Veyhe vikuna á skák. Hoyr alla Vikuna her

Vikan 20. september 2025 20.09.2025

Vikugesturin var Hanna Vang, sum hevur tikið við enn einum skeiði sum Løgtingsins Umboðsmaður. Høgni Djurhuus legði við vikuna á skák. Í kjaktáttinum Dagføroyingar hugleiddu føroyingar um, at Føroyar eru dýrasta landið at fara til handils í. Hoyr alla sendingina her

Vikan 13. september 2025 13.09.2025

"Dagføroyingar" er tátturin, har føroyingar koma til orðanna um aktuell mál. Hesaferð var evnið ferðavinnan, sum hevur vaksið seg so stóra. "Vikugesturin" hesa ferð, var Beinir Johannesen, sum hevur undirtøku frá triðja hvørjum veljara at gerast løgmaður, hóast hann bara hevur verið formaður í Fólkaflokkinum í sløk trý ár. Hesa ferð legði Armgarð Arge vikuna á skák.

Vikan 6. september 2025 06.09.2025

Vikugesturin hesa vikuna var Árni M. Dam. Hann hevur brúkt stóran part av sínum lívi í fiskivinnuni og hevur greiðar meiningar um, at yvirnormali vinningurin eigur at vera tikin úr vinnuni. Fyri 22 árum síðan kom hann illa fyri og lá í longri tíð fullkomiliga avlamin. Hann kom fyri seg, og týsdagin tekur hann sæti á Føroya løgtingi restina av hesum tingskeiðnum. Hesa vikuna legði Fróði Løkságarð v...

Vikan 31. mai 2025 31.05.2025

Í vikukjakinum umrøða vit nýggju veljarakanningina hjá portal.fo, søluna av atgongumerkjum til EM í hondbólti í Oslo, og um tørvur er á lagaligari lánum til ung. Nina Brockie Hansen, Marner Fríðheim Kristiansen og Sámal Matras eru vikukjakarar. Vikugesturin hevur ofta verið nevndur í sambandi við nógv umrødda málið um Suðuroyartunnilin, sum bleiv bremsað og koyrt aftur í nevnd. Tvørámaðurin hevur...

Vikan 24. mai 2025 24.05.2025

Í vikukjakinum tosa Finn Jensen, Marna Jacobsen og Katrin Dagbjartsdóttir um veður og vind. Vit taka saman um finaluna í ársins Eurovision, tá ið Sissal kom, sá og tapti. Ella gjørdi hon nú tað? Og so venda vit politisku støðuni, sum á evsta tingdegi endaði við afturtøku og hornasparki. Vikugesturin hevur í 25 ár staðið á odda fyri Havnar handverkarafelag. Nú hevur hann takkað fyri seg og latið væ...

Vikan 17. mars 2025 17.05.2025

Í vikukjakinum fara Magni Højgaard, Turið Debes Hentze og Ben Arabo at kjakast um ísrealsfagnað og -mótmæli á Vaglinum, samstundis sum Ísrael herðir stríðið í Gaza. Vit tosa um trygdarpolitiska toppfundin í Tinganesi, og so hugleiða vit um ein lítlan frekan feministiskan kepp, ið gongur sum heitt breyð. Hann hevur starvast sum embætisfólk og seinni leiðari í Tórshavnar kommunu í 18 ár, er løgfrøði...

Vikan 10. mai 2025 10.05.2025

EM-endaspæl og óvissa vóru vikuorðini, sum vikukjakararnir Malan á Dunga og Regin Marnersson, valdu hesa vikuna. Tey kjakast millum annað um hví fólk færri fólk keypa sær elbil í fjør enn í ár, og um grønar loysnir skulu stuðlast meira. Eisini umrøða vit nýggju lógina um hjálp fyri barnloysi, har millum annað stakar kvinnur nú kunnu fáa hjálp frá tí almenna til at fáa børn. Og so umrøða vit kannin...

Vikan 3. mai 2025 03.05.2025

Leygarmorgun taka vit saman um vikuna, sum fer. Vikukjakið er merkt av, at Suðuroyartunnilin hevur fylt tað mesta. Løgtingið samtykti við aðru viðgerð, at størsta verkætlan nakrantíð í Føroya søgu nú skal fyrireikast, projekterast og bjóðast út. Hetta var eisini vikan, tá ið arbeiðarafjøldin gjørdi vart við seg á 1. maidagshaldi, og vit spyrja, hvussu viðkomandi tað er. Og so taka vit samanum fyrs...

Vikan 26. apríl 2025 26.04.2025

Í vikukjakinum viðgera vit, um tað er í lagi, at Tórshavnar kommuna loyvir privatum felagi at selja leiguíbúðir. Vit hugleiða um nýggju lógina, sum sigur, at lesandi á Heilsuskúlanum í Suðuroy skulu fáa løn undir lestri. Og so spyrja vit, um heilsudeplar við fleiri fakbólkum er eitt gott hugskot. Vikukjakarar eru Helgi Rasmussen og Poul Guttesen. Líka síðan hann var smádrongur, hevði hann stóran á...

Vikan 12. apríl 2025 12.04.2025

Í vikukjakinum viðgera vit uppgerðina í Framsókn, sum nú missir minst ein flokslim orsakað av málinum um fosturtøku. Vit spyrja eisini, hví føroyingar og serliga føroyskir menn drekka so illa - og um tilmælini og nullhugsjónin frá Heilsustýrinum um rúsdrekka er realistisk og viðkomandi. Og so viðgera eisini, um føroysku fólkatingsumboðini skulu bjarga donskum ministarum. Tey, sum eru komin at kjak...

Vikan 5. apríl 2025 05.04.2025

Í vikukjakinum hesa vikuna skifta vit millum annað orð um prísshækkingina hjá Strandfaraskipum landsins eftir 18 árum við óbroyttum prísum, eisini umrøða vit hallið á fíggjarlógini og suðuroyartunnilin, og vit kjakast um stóru heilsukanningina hjá Heilsustýrinum og hví ungar familjur kenna seg nógv meira fíggjarliga sperdar enn í 2015. Regin Marnesson, Cecilica Nolsøe Sørensen og Ragnheiður Bogadó...

Vikan 29. mars 2025 29.03.2025

Í vikukjakinum hesa ferð venda vit aftur nøsini móti spentu støðuni í Grønlandi, nú næsti maður forsetans fór á sjálvbodna vitjan, samstundis sum Grønland skipaði stjórn. Men vit venda eisini nógv minni málum, sum fólk tosa um beint nú. Sjónvarpsrøðin Adolescence hevur vakt ans um allan heim, og vit spyrja millum annað, um hon er viðkomandi fyri okkum. Herheima fekk Konditaríið á Glade Hjørn næsta...

Vikan 22. mars 2025 21.03.2025

Í vikukjakinum tosa vit um hondbólt, vápnahvíld og dupping, umskipan av almenna geiranum og eftirútbúgving av lærarum. Óluva Klettskarð, Poul Guttesen og Nina Brockie Hansen eru vikukjakarar. Mandslandsliðið í fótbólti spælir í undankappingardyst til HM í móti Kekkia í kvøld. Vikugestur er nýggi landsliðsvenjarin. Vit tosa við Eyðun Klakkstein um nýggja starvi og lívsleiðina. Og hesa vikuna leggur...

Vikan 15. mars 2025 15.03.2025

Í vikukjakinum luttekur Turid Hátun Madsen fyri fyrstu ferð, og hon er saman við Nicolaj Falck og Hans J. Hermansen. Vit tosa um hækkaða pensjónsaldurin, sum nú helst verður samtyktur, og vit spyrja, um kommunur skulu kunna krevja gjald fyri tóm hús, eins og vit venda grønlendska valinum. Grønland hevur verið á breddanum vegna Trump og valið hesa vikuna, men hvussu síggja grønlendsk viðurskiftir ú...

Vikan 8. mars 2025 08.03.2025

Altjóða kvinnudagurin setir dám á vikukjakið, har vit millum annað kjakast um minkandi føðitíttleika, avbjóðingar hjá smábarnafamiljum og javnstøðu, um Trump og afturtiknan hernaðarstuðul og landsstýrisrokaduna, sum var fráboðað í gjár. Vikukjakarar eru Diana Reynstind, Lív Egilsdóttir Olsen og Ben Arabo. Vikugesturin á ársins stríðsdegi fyri kvinnur er Bjørt Samuelsen, sum júst er farin um tey 60...

VIkan 1. mars 2025 01.03.2025

Nú vit spæla føroyskt fyri allar pengarnar, vóru allir luttakararnir í vikukjakinum tónleikarar: Niclas Johannesen, Knút Háberg Eysturstein og Guðrið Hansdóttir. Diplomatiska niðurbræðingin í ovala rúminum í Hvítu húsunum, har Donald Trump og J.D. Vance góvu Volodomyr Zelensky turt uppá fekk rúmd, men tey tosaðu eisini um at vera tónleikari í Føroyum, og tey tóku eisini støðu til, at heilt ung óma...

Vikan 22. februar 2025 22.02.2025

Vikukjakið hesa ferð snýr seg um nógv umrødda dokumentarin "Hvíta gullið", sum DR og Kringvarpið hava víst, men sum DR valdi at taka av skrá hósdagin. Eisini umrøða vit týska valið, sum verður sunnudagin og seta tað í relatión til heimsstøðuna við Trump, friðarsamráðingar, Ukraina og dubbing. Og vit nema eisini við eina nýggja standmynd. Vikugesturin stóð á ovastu rók í gjár og skoðaði út yvir tey...

Vikan 8. februar 2025 08.02.2025

Í vikukjakinum verður tosað um uppafturrisna kjakið um føroyskan limaskap í ES. Nú tað er vika sex spyrja vit, hvussu vit skulu tosa um sex í skúlanum. Og so viðgera vit, um tað er rætt at seta ein útlending at stjórna okkara tjóðpalli. Vikukjakarar eru Oda Wilhelmsdóttir Andreassen, Helgi Rasmussen og Nicolaj Falck. Seinastu 12 árini hevur hon staðið á odda fyri rættindunum hjá fólki, ið bera bre...

Vikan 1. februar 2025 01.02.2025

Í Vikuni taka vit saman um vikuna við vikukjaki, vikugesti og vikuspei. Vikupanelið hesa vikuna er mannað av Gunnari K. Nattestad og Anniku Sølvará, sum skifta orð um formansumfarið í sjónvarpinum um ríkisfelagsskapin, tilbúgvingartyrlur og um hvørt kríggið í Gaza/Ísrael átti at verið á skrá á altjóða Holocaustdegnum hjá Námi í ár. Hann hevur sjálvboðin verið í kríggi og barst fyri, at ukrainar va...

Vikan 25. januar 2025 25.01.2025

Vikukjakið hesa ferð er um fyrstu vikuna hjá Donald Trump forseta í USA. Vit skifta eisini orð um, at alsamt fleiri stórar føroyskar fyritøkur vera seldar av landinum. Og so venda vit barnaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, har 300 børn hava givið sítt íkast til komandi barnalógina. Við borðið sita Ben Arabo, Steinar Paturson og Eydna Skaale. Vikugesturin hevur verið sera fjølbroyttur tónleikaliga,...

Vikan 18. januar 2025 18.01.2025

Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar. Kjakið hesaferð snýr seg um ríkisfelagsskapin, tí nú sjálvræðiskjakið er heitt í Grønlandi, hevur lutfalsliga lítið verið at hoyrt frá føroyskum politikarum, hóast nakað hevur verið. Vit spyrja, hvat føroysk løgtingsfólk eiga at gera, og hvussu sambandið millum Føroyar og Danma...

Vikan 11. januar 2025 11.01.2025

Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar. Kjakið hesa ferð fer sjálvandi at snúgva seg um Grønland og nýggju støðuna í ríkisfelagsskapinum, men vit gera eisini støðuna upp í nýggja árinum, og vit spyrja eisini, um fartelefonir heilt skulu bannast í fólkaskúlanum, soleiðis sum løgmaður segði í sínari nýggjársrøðu. Við v...

Vikan 14. desember 2024 14.12.2024

Í seinastu vikunu í ár og undan jól kjakast vit millum annað um jólini. Eru vit vorðin betri til nærveruna og hugnan, ella vindur strongdin og materialisman uppá seg? Vit skifta eisini orð um Bústaðir, nú løgtingsgrannskoðararnir vilja hava eina frágreiðing um stovnin, og teir og landsstýriskvinnan í bústaðarmálum vilja hava Bústaðir at byggja fleiri lestraríbúðir. Vit fara eisini til Sandoynna, h...

Listen to the Vikan podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.