SPROTIN
SPROTIN
Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Blómudalurin 09.05.2022 53:28
Súsanna Skaale, Bergur Djurhuus Hansen og Ann Hermansdóttir tosa um bókina “Blómudalurin”, sum Niviaq Korneliussen skrivaði. Sjálvmorð er sum umfarssótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. Hagtølini hj...
Magellan 07.04.2022 53:33
Andras Sólstein, Randi Kúrberg og Jógvan Horn tosa um bókina “Magellan”, sum Stefan Zweig skrivaði. Í 1519 fór skipafylgið hjá portugisanum Ferdinand Magellan úr Spania við kós vestureftir. Magellan ætlaði at prógva, at tað bar til at sigla tvørtur um Suðuramerika og koma til Kryddoyggjarnar í Kyrrahavinum. Tey flestu mundu halda, at hetta var ørvitisferð, tí eingin visti um slíka siglingarleið. M...
Tollakur hjá Ingibjørg 10.03.2022 53:22
Poul Guttesen, Bjørt Samuelsen og Páll Oddur Rubeksen tosa um bókina "Tollakur hjá Ingibjørg" Einkjumaðurin Tollakur býr í lítlum húsi í dali burtur frá búðplássunum. Hann er deyðiliga sjúkur og greiðir frá lívinum og ymiskum hendingum. Tollakur hevur boðsent báðum børnunum at koma heim, tí hann hevur nakað at siga teimum. Tollakur ber myrkt loyndarmál. Skaldsøgan "Tollakur hjá Ingi...
Vatn er ein vátur logi 10.02.2022 49:56
Malan Marnersdóttir og Pál Weihe tosa um bókina “Vatn er ein vátur logi – ein lívssøga”, sum Carl Jóhan Jensen skrivaði. Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum? “Vatn er ein vátur logi” tekur demens-spurningin upp frá einum tilveruligum sjónarmiði og gevur honum eina samtíðarliga vídd í ein...
Fáur fær tráðin heilt slættan 09.12.2021 45:11
Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Óluva Klettskarð tosa um bókina “Fáur fær tráðin heilt slættan”, sum Sólrún Michelsen skrivaði. “Fáur fær tráðin heilt slættan” er triðja bókin í røð, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað um familju í Suðuroy. Tríbókaverkið fylgir Helenu og systkjum hennara – serliga systrunum – eftir at mamman doyr í barnsburði. Í hesi triðju bókini eru vit komin upp í 1920...
Hvør drap bambi? 11.11.2021 53:41
Hvør drap bambi? Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Ragnhild Ellingsgaard, lærari, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur, og Marita Dalsgaard, sjónleikari, um bókina “Hvør drap bambi?”, sum Monika Fagerholm skrivaði. Vit eru í einum glæsiligum forstaði, Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur. Tað er veitsla, og har hendir ein...
Corpus delicti - eitt rættarmál 14.10.2021 47:41
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Símun Joensen, lærari, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, um bókina “Corpus Delicti – eitt rættarmál”, sum týska Juli Zeh skrivaði. Kropslig heilsa kemur fram um alt annað. Felagsskapurin fram um einstaklingin. Eftirlit fram um álit. Soleiðis er dystopiska samfelagið í bókini “Corpus Delicti – eitt rættarmál”, sum vit umrøða í Lesik...
Menn í mínari støðu 25.09.2021 54:24
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, og Marna Jacobsen, cand.mag í føroyskum og nýliga fráfarin ritstjóri um bókina Menn í mínari støðu eftir Per Petterson. Vit tosa vítt og breitt um sorg og kreppu, og um hvussu menn handfara sorg og kreppu í bókmentum á høgum støði. Vertur er Eilen Anthoniussen.
Heimurin, ið var 06.06.2021 56:11
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka – og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga. Í Lesikrókinum hesa ferð práta Óluva Klettskarð og Oddur á Lakjuni við Eyðun Klakstein.
1984 22.04.2021 54:44
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa vit um vald, hatur, kærleika, eftirlit og tann serliga týdningin í at hava eitt mál. Bókin hesa ferð er klassikarin 1984 eftir George Orwell, og gestir eru Sámal Soll rithøvundur, Katrin Thorsvig Hansen, stjóri í Dátueftirlitinum, og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Eilen Anthoniussen, og tøkningur er Rúni Eysturlíð.
Bøn fyri Tjernobyl 06.04.2021 56:26
Hesa ferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl eftir Svetlanu Aleksijevitj umrødd í Lesikrókinum. Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015. Edvard S. Olsen, týðari, Jóhanna Lava Køtlum, lívfrøðingur, og Uni Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosa um bókina. Eyðun Klakstein leggur til rættis.
Ein annar er gull 25.02.2021 56:24
Nýggjur poddur um Ein annar er gull eftir Sólrún Michelsen. Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Súsanna Tórgarð skifta orð um skaldsøguna og tosa m.a. um Sanatoriið, forelskilsi, føroyskar kvinnur, sum fóru av landinum at arbeiða, og um flættuna sum súmbol upp á kynsligan aktivitet. Eilen Anthoniussen er vertur.
Gentan í verðini 14.12.2020 57:28
Gentan í verðini eftir Katrin Ottarsdóttir. Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Helena Kannuberg, Djóni Nolsøe og Ria Tórgarð. Vertur er Eilen Anthoniussen.
Móðurmjólk 20.10.2020 58:35
Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettiska høvundin Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond. Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin av Móðurmjólk er tann 26. Gestir í sendingini hesa ferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og vit tosa m.a. um trauma, lívsneista og sj...
Whisper of Butterfly Wings 2:2 20.09.2020 42:39
Annar partur av prátinum, sum Poul Guttesen hevur við Kalpanu Vijayavarathan um yrkingasavn hennara ‚Whisper of Butterfly Wings', er framhald av undanfarna poddvarpi og heldur síðan fram inn í partin, sum er um trúgv.
Whisper of Butterfly Wings 1:2 12.09.2020 52:21
Poul Guttesen prátar við Kalpanu Vijayavarathan um yrkingasavn hennara Whisper of Butterfly Wings, og hetta er fyrri partur av tveimum.
Leksikon um ljós og myrkur 02.09.2020 50:12
Í okkara fyrsta poddi eru tað journalistarnir Uni Holm Johannesen og Eyðun Klakstein og ritstjórin Marna Jacobsen, ið saman við vertinum Eilen Anthoniussen kjakast um bókina "Leksikon um ljós og myrkur" eftir Simon Stranger.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.