Oyvør Dam Jacobsen & Conny Rasmussen
BókaBrell - Bókasavnið við Løkin
Vit práta um nýggjar og komandi bøkur á bókasavninum. Fagurbókmentir, yrkisbókmentir, barnabøkur, teknirøðir og ungdómsbøkur - føroyskar og útlendskar bøkur. Hvørjar bøkur fáa nógva umrøðu? Hvat spyrja fólk eftir á bókasavninum? Vit hoyrast 1-2 ferðir um mánaðin
Author
Oyvør Dam Jacobsen & Conny Rasmussen
Category
Podcast website
Latest episode
Jun 19, 2026
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Bókabrell #9 19.06.2026 46:41
Í hesum Bókabrellinum tosa vit um ymiskt gott: Skamtalop / Lise Villadsen Dem vi var den nat / Kim Fupz Aakeson & Signe Kjær Mødre, fædre og andre : essays / Siri Hustvedt Jeg som aldrig har kendt mænd / Jacqueline Harpman Skyggen foran mig / Kim Fupz Aakeson Vit koma inn á Wuthering heights hjá Emily Brontë eisini, umframt okkurt afturat. Í Bókabrell í dag vóru Conny Rasmussen, Unn Patruson o...
Bókabrell #8 22.07.2025 50:51
Ein nýggjur partur er komin út - hesaferð við nýggja bókavørðinum Unn Paturson. Vit tríggjar, Unn, Conny & Oyvør tosa um ymiskt sum vit lesa (og hava sæð) og kunnu viðmæla: Jeg kan huske / Joe Brainard Landsbyens blod / Yan Lianke Magnus Heinason / Páll Nolsøe Paterson / Jim Jarmusch Veggurin / Marlen Haushofer Himlen over vildmarken / Kristin Hannah Tú veitst ongantíð / Ron Padgett Den sandhe...
Bókabrell #7 05.08.2024 23:25
Vit eru aftur eftir ein longri steðg - og vit tosa um : Sára Malena / Sólrun Michelsen Folk som sår i sne / Tina Harnesk Hamnet / Maggie O´Farrell Eden / Auður Ava Ólafsdóttir 11% / Maren Uthaug Hjem / Karin Erlandsson Barnebarnet / Bernhard Schlink Bride / Ali Hazelwood
Bókabrell #4 - Ingun Christensen 07.12.2023 27:43
Bókabrell var í Norðurlandahúsinum í sambandi við Bókadagar 2023 - og í samstarvi við Rithøvundafelagið, høvdu vit stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar. Í hesum partinum hava vit eina samrøðu við Ingun Christensen, ið júst hevur útgivið skaldsøguna Vilstar røtur. Poddvarpið var upptikið í matstovuni Systrar í Norðurlandahúsinum, so stákan og prát hoyrist í bakgrundini.
Bókabrell #5 - Ben Arabo 07.12.2023 31:27
Í sambandi við at Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum, vóru vit í Bókabrelli og gjørdu stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar. Hetta kom í lag í samstarvi við Rithøvundafelagið. Í hesum poddvarpinum hava hava vit eina samrøðu við Ben Arabo, ið gav stuttsøgusavnið "Tíðarhylkið" út fyrr í ár. Samrøðan er upptikin í matstovuni Systrar, so prátt og stákan hoyrist í bakgrundini.
Bókabrell #6 - Hanus Kamban 07.12.2023 35:37
Á Bókadøgum 2023 vóru vit í Bókabrell á vitjan í Norðurlandahúsinum, og í sambandi við Rithøvundafelagið høvdu vit stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar. Í hesum partinum høvdu vit samrøðu við Hanus Kamban, og vit tosaðu um ma. nýggju bókin "Antisemitisma", ið júst er komin út. Poddvarpið er upptikið í matstovuni "Systrar", so stákan og prát hoyris aftanfyri samrøðuna.
Bókabrell #3 23.06.2023 21:19
í hesum partinum av poddvarpinum Bókabrell tosa vit um: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum / Kim Simonsen Eric Caspar / Nye balancer : handicapdigte Comedy queen / Jenny Jagerfeld Minder om ham / Colleen Hoover Summarið varar ikki alt árið longur / Karin Ottarsdóttir Torsdagsmordklubben / Richard Osman Skúmfidusmaskinan / Bobbie Peers Skjaldbøkukan...
Bókabrell #2 31.05.2023 24:12
Bókabrellið hesaferð hevur hesar bøkurnar uppi at venda: Det skete en sommer / Tessa Bailey Tíggju knívar í hjartað / Nora Dåsnes De fire vinde / Kristin Hannah Overleverne / Alex Schulman Renna úlv / Kerstin Ekman Håb og handling i en kriseramt verden / Bjørg Tulinius og Michael Bach Henriksen
Bókabrell #1 04.05.2023 20:13
Í fyrsta parti av Bókabrell tosa vit um: Stjernernes knitren / Jón Kalman Stefánsson Livstråden / Nikki Erlick Sólgrátur / Ingun Christensen Daisy Jones & The Six / Taylor Jenkins Reid Hypotesen om kærlighed / Ali Hazelwood Bjørneby / Fredrik Backman Annas sang / Benjamin Koppel
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.