Kringvarp Føroya

Skiftið

News FO ↓ 12 episodes

Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum. Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur. Lagt til rættis: Elin Michelsen

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Sep 16, 2025

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Um skiftisár 16.09.2025

Skiftið er útvarpsrøð um skiftisár. Tíðin, sum kann vera buldraslig og kaotisk hjá nógvum kvinnum. Vit tosa við serfrøðingar, og føroyskar kvinnur siga frá sínum hugsanum og upplivingum við skiftisárum. Sendingin hevur fingið heitið Skiftið, og hesin fyrsti parturin eitur rætt og slætt ‘Um skiftisár’. Tað er Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, sum greiðir frá.  

Eri eg blivin ør? 16.09.2025

Í skiftinum hesa ferð fara vit at hoyra Svannu Jákupsdóttir, sálarfrøðing, tosa um teir ampar, ið kunnu standast sálarliga av skiftisárum. Vit hoyra eisini frá væluppløgdum kvinnupaneli við Eir í Ólavstovu, Barbaru Holm og Bjørt Samuelsen, sum m.a. svara brøvum frá lurtarum.

Eri eg blivin ør? – longri samrøða 16.09.2025

Svøvnloysi, tankameldur, heilatoka og humørsvingningar eru við til at gera lívið trupult hjá kvinnum í skiftisárum. Hjá summum kann tað gerast so trupult, at tær halda seg hava mist bæði vit og skil, og tær kenna ikki seg sjálva aftur í mátanum, tær reagera ella yvirreagera. Summar siga seg missa eginleikan at merkja nakað yvirhøvur. Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur, greiðir her frá nøkrum av t...

Vælkomin heim 16.09.2025

At har eisini liggur eitt frælsi í at fara í skiftisár, fer sendingin at snúgva seg um hesa ferð. Marianna Vang Simonsen tosar um at koma heim, sjálvt um tú kemur til eitt nýtt land, um kensluna av at ynskja broytingar og finna tað, tú brennur fyri. Og eisini hesa ferð er eitt vælupplagt panel til reiðar við sínari hugsan. Í panelinum eru Urd Johannesen, Jana Mortensen og Kristina Gry Berg.

Vælkomin heim – longri samrøða 16.09.2025

Eftir eitt vaksið lív við nógvum krøvum til kvinnu, konu og mammu, geva skiftisárini kvinnum møguleikan at finna aftur til sín sjálvs. Tá ber til at finna útav, hvør man er, og hvørjum man brennir fyri. Eisini eru nógvar, ið siga frá, og vilja hava broytingar í gerandisdegnum og umhvørvinum, sum hevur kravt ymiskt av teimum, sum tær ikki tíma longur. Marianna Vang Simonsen, ergoterapeutur, zoneter...

Hjálp! 16.09.2025

Tá tú hevur starvast innan fyri skivuna á einum apoteki í meira enn 20 ár, so hevur tú eisini hitt nógvar kvinnur, sum ikki vita síni livandi ráð, tí tær eru so illa tarnaðar av skiftisárum. Katy við Skipá, farmakonomur, tosar í Skiftinum hesa ferð um tað, sum apotekið kann hjálpa við, og so hugleiðir panelið um tað, sum hon førir fram. Panelistar hesa ferð eru Gunnvá Zachariasen, Elin Heðinsdótti...

Sex og samlív 16.09.2025

Hvat sker við samlívinum, tá ið kvinnur koma í skiftisár? Er tað nakað, tú tosar við makan um, og kann sex og samlív lagast til nýggju støðuna? Tað spyrja vit Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum, í hesum parti av Skifti.  Panelið situr sum altíð til reiðar at lofta teimum frágreiðingum og ráðum, sum Katrin kemur við, og í panelinum hesa ferð eru Jana Mortensen, Urd Joannesen og Kristina Gry...

Hormonir ella ei 16.09.2025

Stóra samrøðuevnið, tá ið talan er um skiftisár, er hormonviðgerð. Leingi hevur verið frárátt, at kvinnur taka hormonir, tí gomul gransking vísti á øktan vanda fyri bróstkrabba. Skal mann so tora ella ikki? Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, greiðir frá hormonviðgerð, og Turið Horn, Theresa Thuridardóttir Kreutzmann og Óluva Klettskarð í panelinum hava so avgjørt eisini eina hugsan um hetta...

Sex og samlív – longri samrøða 16.09.2025

Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, greiðir okkum frá tí, sum kan henda við samlívinum og parlagnum, tá kvinnur fara í skiftisár.  Ólag í hormonum kann geva pínu í undirlívið undir samlegu og andstygd fyri makanum, og fleiri kvinnur vita ikki, hvat tað er, sum hendir við sær í støðuni. Nógvar av avbjóðingunum kunnu loysast ella enntá fyribyrgjast, sigur Katrin Kallsberg. Hetta er ein longri...

Kroppur og venjing 16.09.2025

Nógvar broytingar henda í kvinnukroppinum í skiftisárum, og fleiri kenna á sær, at tær ikki orka tað sama, sum tær gjørdu áðrenn, og at trupult er at halda vektina, har hon plagar at vera. Katrin Rubek Nielsen er serlækni og diplomlækni í ítrótti, og hon greiðir frá tí, sum gongur fyri seg. Og eftir tað tekur panelið yvir, og tær eru í hesum partinum Eir í Ólavstovu, Bjørt Samuelsen og Barbara Hol...

Til arbeiðis 16.09.2025

At fara til arbeiðis undirsvøvnt, við heilatoku í høvdinum, pínu í liðunum er gerandisdagurin hjá mongum kvinnum í skiftisárum, og millum lítið og einki verður tosað um tað á arbeiðsmarknaðinum. Bergtóra Høgnadóttir, HR leiðari, hevur nøkur boð upp á ein rúmligari arbeiðsmarknað, og panelið hevur sjálvandi eisini eina hugsan um hetta. Elin Heðinsdóttir Joensen, Sigrun Danielsen og Gunnvá Zacharias...

Lítla spegl á vegginum har 16.09.2025

Lítla spegl á vegginum har, hvat í allari víðu verð sker við mær? Soleiðis munnu nógvar kvinnur í skiftisárum hugsa, tá tær síggja spegilsmyndina, sum ikki heilt er, sum hon plagdi at vera. Annika Thorsvig, kosmetologur, og Mariann Klein Ivandóttir, hárfríðkanarkvinna, greiða frá, og Turið Horn, Theresa Thuridardóttir Kreutzmann og Óluva Klettskarð í panelinum hugleiða aftaná.

Listen to the Skiftið podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.