Kringvarp Føroya

PolEtikk

News FO ↓ 9 episodes

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Sep 17, 2024

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 10M+ downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

Er journalistikkur vinstrahallur í sjálvum sær? 17.09.2024

Í triða og seinasta partinum av kjakinum um talufrælsi verður spurt: Hvussu eiga miðlar at virka við atliti til talufrælsi, ábyrgd og hugsjónarumboðan? Í hesum partinum verða m.a. helling hjá miðlum, falstíðindi og 'big tech' eisini viðgjørd. Pallborðið er mannað av Bárði á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Arna Zachariasen, Barbaru Holm og Regini Berg. David Thomassen er orðstýrari og hevur lagt til ræ...

"Vit tora ikki at tosa frítt!" 10.09.2024

Í øðrum parti av kjakinum um talufrælsi verður spurt: Hvussu skal talufrælsi handfarast í samfelagnum? Í hesum partinum verður m.a. sjálvsensur, 'cancel culture' og frælsi at mótmæla eisini viðgjørt. Pallborðið er mannað av Bárði á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Arna Zachariasen, Barbaru Holm og Regini Berg. David Thomassen er orðstýrari og hevur lagt til rættis.

"Meiningar hvørva ikki, hóast tær vera bannaðar!" 03.09.2024

Talufrælsi er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Í fyrsta parti verður spurt, um vit eiga at lógeva um talufrælsi, og um ja, hvussu. Eisini verður nomið við upprunan til talufrælsi og lóggávu, ið avmarkar hetta frælsið. Komið verður inn á sálarfrøðiligu ávirkanina, ávís tala kann hava, og hvat besti hátturin at basa meining...

"Kynskvotur eru ódemokratiskar" 22.09.2022

Í triðja og seinasta partinum av kjakinum um kynsdiskriminatión og javnstøðu millum kynini verður kjakast um, hvørjir best ítøkiligu hættirnir til at basa kynsdiskriminatión og skapa javnstøðu millum kynini eru. Kjakið er nú hitnað, og tað verður borað inn til kjarnan í evninum. Við pallborðið at kjakast sita enn Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen  

"Vit skulu ikki hava javnstøðu!" 13.09.2022

Í øðrum parti av kjakinum um kynsmismun og javnstøðu millum kynini spyrja vit: Hvussu eigur tað optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu millum kynini at síggja út? Er javnstøða yvirhøvur góð í sjálvum sær?  Hetta evnið hevur pallborðið sera ymiskar meiningar um. Við pallborðið at kjakast um spurningin eru Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen.

"Kvinnur eru fyri diskriminatión!" 05.09.2022

Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn. Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um vit hava javnstøðu millum kynini, og hvørjir ój...

Steffan traðkar á eina landminu 12.10.2021

Eigur kristindómur at hava ein framíhjárætt í føroyska samfelagnum? Soleiðis ljóðar seinasti spurningurin, sum verður viðgjørdur í kjakinum um átrúnað og politikk. Pallborðið er enn tað sama og er mannað av Heina í Skorini, Jógvani Jacobsen, Pæturi Marjunarsyni Dahl, Bjarna Kárason Petersen og Steffani Klein Poulsen. Í fyrsta kjakinum í PolEtikk er evnið átrúnaður og politikkur. Evnið verður viðgj...

Hvør eigur bíbliuna? 05.10.2021

Hvussu eigur sambandið millum politikk og átrúna at vera? Hesin spurningurin verður viðgjørdur í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk. Við pallborðið sita enn teir tríggir frá fyrsta parti, Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl, og afturat teimum koma Bjarni Kárason Petersen og Steffan Klein Poulsen eisini við í kjakið. Í fyrsta kjakinum í PolEtikk er evnið átrúnaður...

Kann man taka patent upp á virðir? 28.09.2021

Átrúnaður og politikkur er fyrsta evnið, sum verður viðgjørt í nýggju poddvarpsrøðini PolEtikk. Evnið verður viðgjørt í gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn. Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um samfeløgini, ið mynda vesturlendska heimin, partvís...

Listen to the PolEtikk podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.