Kringvarp Føroya

Málteigurin

News FO ↓ 50 episodes

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Apr 29, 2024

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android almost 10M downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Verið góð við móðurmálið 29.04.2024

Í seinasta Málteigi verður tosað um okkara kæra móðurmál, hvussu tað hevur tað í dag, hvussu vit áhaldandi kunnu menna tað og ikki minst varðveita tað. Serliga nú trýstið uttaneftir og innaneftir er stórt. Spurningurin er, um vit vita av, hvussu stóran part av okkum sjálvum vit spæla okkum av við, um vit ikki ansa eftir málinum. Føroyskt er okkara mentan, okkara samleiki, okkara móðurmál, okkara f...

Banka upp undir borðið 22.04.2024

Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt. Hetta er næstseinasta sending.

Við eymk og fret 15.04.2024

Tríggjar ymsar orðingar eru til viðgerðar í dagsins sending. Vit viðgera, um tað eitur tað lív lagað ella lívið lagað, vit umrøða eisini orðingina at bíta høvdið av allari skomm og so tosa vit eisini um, hví vit siga við eymk og fret. Vit viðgera eisini, hví oyggjarnar í Føroum eita, sum tær eita, eins og orðið umlæra eisini verður umrøtt.

Pápi, babba og pabba eru javngóð 08.04.2024

Tá ið eg var barn, hildu vit, at tað bara vóru smá børn, sum søgdu babba, meðan stór børn og vaksin søgdu pápi. Men hvussu er støðan í dag, spyr lurtari. -Babba, pápi ella pabba - hvør sigur sítt, og eingin kann siga, at eitt er betri enn hini. Eg kenni fólk, ið eru farin um pensjónsaldur, ið siga babba, so tað kann neyvan roknast sum barnamál, svarar Elin Henriksen, málkøn.   Mansnøvn sum enda vi...

Stavsetingarorðabókin er komin 25.03.2024

Í dag er føroyskur Móðurmálsdagur, og í dag hava Føroyar fingið eina Stavsetingarorðabók, sum er at finna á heimasíðuni hjá Málráðnum. Størsti parturin av sendingini fer til at tosa um Stavsetingarorðabókina.   Fleiri móðurmálsdagar Fyrstu ferð, Móðurmálsdagurin varð hildin, var í 2019, sum var 200 ára føðingardagurin hjá V.U.Hammershaimb, og tí varð eisini dagurin 25. mars valdur til móðurmálsdag...

Vreiði og vreiða 18.03.2024

Í morgunlestrinum herfyri var orðið vreiði brúkt sum kvennkynsorð, tá ið prestur segði: "Vreiðan hevur ræðuligar fylgjur" "Vreiða er ein sterk kensla". Tað eru tvær ymiskar bendingar av kvennkynsorðum, sum enda við -i. Onnur fevnir um orð sum t.d. gleði, elli, møði, vreiði, -frøði, -semi, -speki. Hesi orðini eita tað sama í øllum føllum í eintali: Stór gleði var á fólki. Hon lesur bókmentafrøði. H...

Heilsufrøði merkir annað enn reinføri 11.03.2024

Í dag tosa vit um orðið heilsufrøði, og hvat tað merkir. Lurtari ivast í, um fólk vita, hvat orðið merkir, og spyr samstundis, um tað kann brúkast fyri danska orðið hygieinu? Talan er um sera stóran og áhugaverdan spurning, sigur Elin Henriksen og samanumtikið heldur hon, at tað, at nýta orðið heilsufrøði um hygieinu, er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv. - Frægasta orðið um hygieinu er r...

Skaldsligt orðasmíð 04.03.2024

Flestu okkara munnu kenna orð sum sólskinstøgn og motormani. Hetta eru dømi um skaldsligt orðasmíð hjá Martini Joensen. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald. Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmenta...

'Omsorgssvigt' kann ikki eita umsorganarsvik á føroyskum 26.02.2024

Í dagsins Málteigi tosa vit um orðasmíð. Hetta evnið er so mikið stórt, at vit fara at viðgera tað í fleiri sendingum.  Hesa ferð tosa vit um reglurnar, tá ið navnorð verða gjørd til sagnorð, og í tí sambandinum tosa vit millum annað um, hví danska orðið omsorgssvigt ikki kann eita umsorganarsvik ella umsorganarsvíkur á føroyskum.  Ongar avgjørdar reglur eru um orðasmíð, men vit hava ymsar siðvenj...

Vit eiga at siga sjófrágreiðing 19.02.2024

Tá ið vanlukkur henda á sjónum og greiða skal fáast á tí, sum er hent, er vanligt at hava sjóforkláring, sigur lurtari og vísir á, at miðlar brúka ofta orðið sjóforhoyr. Tað orðið er ikki at finna í lógartekstunum og aðrastaðni. Er tað tí ikki betri at brúka orðið, sjóforkláring/sjófrágreiðing, spyr lurtarin.  Elin Henriksen, málkøn, tekur undir við lurtaranum og sigur, at út frá lógarteksti og øð...

Vit mugu skilja millum ymsu lopini 12.02.2024

Hesa ársins tíð kemur meira so fyri, at lop eru í náttúruni, men nær er tað skalvalop, áarlop, omanlop og skriðulop? Málteigurin viðgerð hesi lopini, og hvat tey merkja. Eisini sleppa onnur sløg av lopum upp í part. Orðaraðið hevur stóran týdning Tá ið vit siga ein setning, geva vit okkum helst ikki stórvegis far um, hvar vit seta ymsu orðini, sum vit brúka. Men raðfylgjan á orðunum hevur alt at s...

Elisabeth og Elisabet 29.01.2024

Í dagsins Málteigi hava vit fingið bræv frá manni, sum spyr um gentunavnið Elisabet/Elisabeth. Nú kjakast eg og konan um, hvussu komandi diddan hjá okkum skal eita. Av eini ella aðrari orsøk gangi eg nógv uppí, at navnið verður stavað so “rætt” sum til ber. Nú eru vit samd um navni/nøvnini (for-millumnavn) og eitt teirra er Elisabet, ella sum konan ynskir tað skal stavast, tí tað er pent, (eingin...

At hava áhuga ella vera áhugaður 22.01.2024

Lurtari hevur hoyrt ungan mann siga: Tað áhugar meg ... Og tað fær lurtaran at spyrja, um fólk eru farin at siga so.  - Hetta er ikki so sjáldsamt, sigur Elin Henriksen, málkøn, og vísir samstundis á, at áhugi annars bert er til sum navnorð.    Hvørt/um og orðingar Hvussu skal setningurin 'hvørt um annað' skiljast, tá ið orðið hvørt verður brúkt við merkingini um. Dømi: Eg veit ikki, hvørt tað loy...

Fríðrikur er elligamalt 15.01.2024

Nú skulu fólk venja seg við at siga Fríðrikur kongur, Mary drotning og Christian krúnprinsur. Fleiri lurtarar spyrja, hví kong Frederik verður til Fríðrik kong á føroyskum. - Fríðrikur er elligamalt, greiðir Elin Henriksen frá og vísir á, at tað eisini kann hava nakað við tign at gera.   Ofta ella oftani Hvat er merkingarligi munurin á 'ofta' og 'oftani' ella 'illa' og 'illani', og hví brúka summi...

Bein klokka er vorðin røtt 08.01.2024

Mamma segði, at klokkan nú var bein, so sigi eg, at hon er røtt. Og so kom kjakið, kann mann siga, at klokkan er bein? - Tað var heilt vanligt fyrr at siga ‘beint’ um tað, sum nú er ‘rætt’. Tú kundi rokna beint, øll roknistykkini vóru bein, t.e. røtt, greiðir Elin Henriksen frá. Klokkan gongur beint, ella hon kann ganga skeivt. Beinur er andnevni til skeivur, bæði í beinleiðis og fluttari merking....

Vitlíki og 'vittlíki' eru bæði í lagi 18.12.2023

Umboð fyri Málráðið, Føroysk miðlafólk og Føroyamál valdu ársins orð, sum er vitlíki. Alt fyri eitt tók kjak seg upp um hetta orðið, og millum annað um hvussu tað skal framberast: vittlíki ella viitlíki. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at í eldri samansettum orðum er vit- stutt framman fyri hjáljóð: vitleysur. Tú sært, at eitt ljóð er langt, um eitt kolon stendur aftanfyri: [vi:t]. Men í nýgg...

Munur er á 'tá ið' og 'tá' 11.12.2023

Sum útlendingur royni eg at brúka tað føroyska málið og tosa, sum fólk vanliga tosa. Eg havi lagt merki til, at nógv brúka 'tá' og 'tá ið' uttan at skilja ímillum. Eg havi lært, at tað gamla er at brúka 'tá ið'. Men hvat halda tit ... Ger tað mun, um eg sigi 'tá ið' ella bara 'tá'? - Vit nýta orðið tá, tá ið vit vísa til okkurt, sum hendir ella hendi í einari ávísari tíð, greiðir Elin Henriksen fr...

At leggja hond á er harðskapur 04.12.2023

Eitt er at leggja hond á ein og eitt annað at leggja hondina á ein. Men hvat er munurin á hesum báðum? Um tað fyrra verður brúkt, er ofta talan um harðskap, meðan tað seinna bara merkir, at viðkomandi bara leggur hondina vanliga á eitt annað fólk, ofta á høvdið ella herðarnar. - Tað ber tó til at nýta 'hond' óbundið, tá ið vit tilskila, hvør eigur hondina: 'Hann legði hond sína á gentuna' er tað s...

Søgan um hálvhosurnar 29.11.2023

Lurtari spyr Málteigin, hvat hálvhosur eru samanbornar við hosur, og hóast spurningurin kann tykjast at vera stuttur, so er søgan um hálvhosurnar nakað longri, men sera áhugaverd. - Fyrst er at siga, at fyrr var greiður skilnaður: menn nýttu hosur, og konur nýttu sokkar, sigur Elin Henriksen, málkøn.  Longdin á hosunum má samsvara við longdina á brókunum. Upprunaliga var plaggið í tveimum, brøkur...

Flóvur er føroyskt orð 20.11.2023

Í spurningi ger lurtari vart við, at orðið, flóvur/flovur ikki finst í orðabókunum, og viðkomandi sigur seg eisini altíð hava sagt, at eitthvørt er "flóvisligt". - Eg eri vorðin varug við, at tað stavast "flovisligt". Kunnu tit umrøða hesi orðini, spyr lurtarin. Orðið flóvur er komið úr donskum. Vit hava annars tvey orð við líknandi merking: nipin, snópin, og fyri flovisligt kann viðhvørt verða sa...

Vit mugu góðtaka, at flestu starvsheiti eru kallkyn 13.11.2023

Í dag verður tosað um kynsbundin starvsheiti. Stórur meiriluti av sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum eru kvinnur, men starvsheitið sjúkrarøktarfrøðingur er kallkyn. Helst hevur tað elvt til, at vit ofta hoyra setningar sum: sjúkrarøktarfrøðingarnar eru ónøgdar, sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnar til arbeiðis ... o.s.fr. Elin Henriksen greiðir frá, at um vit fara eini seksti ár aftur í tíðina, so v...

Framleiða skúgvar onnur orð til viks 06.11.2023

Nú verður alt framleitt. Álvaratos! hvat bagir góða, gamla, lítillátna orðinum gera? Tað, sum vit kalla at hoyggja, eitur nú at framleiða stráfóður, til dømis. Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran, sum eigur hesi orðini. - Orðið framleiða hevur trokað nógv onnur orð burtur. Ofta kunnu vit heldur siga 'gera', ella nýta tað orðið, sum framleiðslan ella gerðin snýr seg um, sigur hon. Allahalg...

Ov nógv u 31.10.2023

Eitt, sum eg í seinastuni havi lagt merki til, er, at nógv á t.d. facebook brúka bókstavin 'u' skeivt - har 'i' eigur at standa. Soleiðis orðar lurtari seg í brævi til sendingina. Dømi: enduliga í staðin fyri endiliga, um náttuna heldur enn náttina, og hurðuna í staðin fyri hurðina. Í sendingini verður tann síðsti parturin av fyrisetingini, fyri, umrøddur, eins og vit eisini benda orðið, mánaður....

At tapa fyri eitt lið og fyri einum liði eru hvør sítt 23.10.2023

Í ítrótti hoyrist ferð eftir ferð, at lið hava tapt fyri eitt annað lið, skrivar lurtari til sendingina. Dømi: HB tapti 1-0 fyri KÍ. Lurtarin skilir hetta, sum at KÍ ikki var á vøllinum, men eitt annað lið, sum vann dystin fyri KÍ. - Hatta er skeivur málburður, sigur lurtarin. Tað eigur at vera, HB tapti ímóti. Her hava vit eitt dømi um, hvussu nógv røtt fallbending hevur at siga, greiðir Elin Hen...

Ivast tú, sig heldur vaksa og minka enn hækka og lækka 16.10.2023

- Tað er rættiliga nýkomið úr donskum at nýta orðini hækka og lækka í tíð og ótíð. Vit eru von at nýta orðini at vaksa og at minka, svarar Elin Henriksen, málkøn, lurtara, sum spyr, nær vit siga vit hækkar og lækkar ella veksur og minkar. Elin Henriksen hevur eina henta tummilsreglu:  - Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar. Kostnaðurin/ prísurin veksur ella minkar, hann hækkar og lækkar ikki....

Listen to the Málteigurin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.