Kringvarp Føroya

Kvørnin

News FO ↓ 50 episodes

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar. Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen. Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Jun 25, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Kvørnin: "Spegil", Simona Paula 16.10.2025

"Spegil" er fyrsta heildarútgávan við 27 ára gomlu Simonu Paulu á Fríðriksmørk, sum í tónleikahøpi nevnir seg Simona Paula.  Á plátuni eru 9 sangir á føroyskum máli. Simona Paula hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt øll løgini á útgávuni, sum Harald Fonnsdal hevur lagt til rættis, tikið upp, framleitt og ljóðblandað. Tónleikarar á útgávuni eru:  Simona Paula á Fríðriksmørk. sang og guitar. Haral...

Kvørnin: "Tá hvørt ljós líkist tær", Benjamin Rajani 09.10.2025

"Tá hvørt ljós líkist tær" er fyrsta heildarútgávan við Benjamin Rajani. Hann hevur gjørt løgini og skriva tekstirnar til teir 12 sangirnar á føroyskum málið, sum eru eru á plátuni, ið er framleidd, tikin upp og ljóðblandað av Esben Svane, í The Arrangement í Keypmannahavn.  Tónleikarar á útgávuni eru:  Benjamin Rajani hevur akustiskan gittar og dobro  Esben Svane: gittar, banjo, bass, trummur, sl...

Kvørnin: "Nú æt eg eftir ánni", Silvurdrongur 02.10.2025

"Nú æt eg eftir ánni" er heiti á aðru heildarútgávuni við Silvurdrongi, hvørs kristna navn er Trygvi Danielsen.   Á plátuni eru 13 skeringar á føroyskum máli. Trygvi hevur skrivað allar tekstirnar og gjørt løgini saman við Eyðfinn B. Lamhauge, sum eisini hevur framleitt útgávuna við Trygva Danielsen sum co-framleiðara.  Plátan er ein ferð eftir ánni í plantasjuni við øllum merkiliga skapningunum,...

Kvørnin: “it”s been a while”, Jazzygold 25.09.2025

'it's Been a While' er heiti á fyrstu EP’ini við Jazzygold, ið er listanavnið hjá Jasmin Mote úr Vestmanna. Á plátuni eru 6 sangir á enskum máli, sum Jasmin Mote hevur skrivað og framleitt saman við Daniel Hedberg úr Svøríki, ið eisini hevur ljóðblandað og mastera útgávuna. Í tíðindaskrivi verður sagt, at 'it's been a while' er eitt savn við seks løgum, ið taka lurtaran við á eina inniliga ferð gj...

Kvørnin: "Seinferð", Lea Kampmann 18.09.2025

Átta sangir eru á plátuni "Seinferð", sum er skriva, tikin upp og framleidd í samstarvi við Teit Lassen í gamla studentaskúlanum í Hoydølum. Tónleikarar á útgávuni eru:  Lea Kampmann, sang og guitar)  Teitur Lassen, piano, synth, lap steel guitar, ásláttur og ljóðrúmd Aske Frydenlund–Vad, guitar  Torleik Mortensen, bass  Daniel Rye, clarinet og bass clarinet Mette Termansen, obo Kern Westerberg, s...

Kvørnin: "Tankameldur og blús søgur úr anti-hetju knokki" 11.09.2025

Skull-Sized Kingdom er heitið á aðru heildarútgávuni við Lyon Hansen. Ellivu sangir, sjey á enskum og fýra á føroyskum máli, eru á útgávuni, sum er tikin upp í Finnur Hansen studio í Havn. Lyon Hansen hevur skriva bæði orð og løg, og hevur eisini sjálvur staðið fyri framleiðslu og ljóðblanding. Tónleikin hevur hann lagt til rættis í felag við Kristian Paula Ellefsen og Karl Andrias Stóra. Tónleika...

Kvørnin: "Nætur níggju", Hamradun 05.09.2025

"Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum. Á "Nætur níggju" eru níggju sangir, vísur og kvæði á føroyskum máli umframt ein donsk fólkavísa. Upptøkurnar eru gjørdar live í Bloch studio, og síðani eru uppfylgjandi upptøkur gjørdar í Finnur Hansen studio, í Enni Studio og í Debess studio. Uni Debess hevur framleitt útgávuna og ljóðbla...

Kvørnin: Tónleikafestivalar í Føroyum 16.05.2024

Summarið er komið, og har við eisini háárstíðin fyri tónleikafestivalar og konsertdagar. Mongdin av afturvendandi, árligum tiltøkum er stór, og nýggj tiltøk leggjast afturat á hvørjum ári. Tað kann tykjast trupult at fáa eitt yvirlit yvir tey mongu tónleikatiltøkini, og tí fara vit í hesi sendingini at hyggja nærri eftir tónleikafestivalum og konsertdøgum, sum verða í Føroyum í summar. Prátað verð...

Kvørnin: "Meistarliga tulkaður sorgarleikur" 04.04.2024

Men Guðs hond er sterk, er heiti á 4. heildarútgávuni við bólkinum Hamferð. Átta løg við føroyskum tekstum eru á plátuni, sum er tikin upp og framleidd av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn og givin út kring heimin í samstarvi við Amerikanska plátufelagið Metal Blade Records. Løgini hava limirnir í bólkinum gjørt í felag, meðan Jón Aldará, forsangari í Hamferð, hevur skrivað flest allar tekstirn...

Kvørnin: "State of the Land", Lena Anderssen 21.03.2024

"State of the Land" er. heitið á 6. solo-plátuni við Lenu Anderssen. Ellivu sangir eru á útgávuni, sum er tikin upp av Geoff Emerick sála í LAFX, í Norður Hollywood, USA, og í Studio 57 í Hoyvík, heima hjá Lenu og Niclas. Strúkararnir eru tiknir upp í FAME upptøkuhølunum í Makedónia. Elin Brimheim Heinesen og Malan Eyðunsdóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rætti...

Kvørnin: "Tíð", Deiggj 07.03.2024

"Tíð" er heiti á aðru heildarútgávuni við tónleikabólkinum Deiggj, sum varð stovnaður í Suðuroy í 1981. 9 sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp í Studio Bloch, í Bunkaranum, Bakkastudio og í Deiggj studio, sum er í venjingarhølinum hjá bólkinum í Havn. Framleitt og lagt til rættis hava limirnir í Deiggj saman við Benjamin Petersen og Vinjard Egilsnes Petersen, sum eisini hava sta...

Kvørnin um FMA 2024 23.02.2024

Leygarkvøldið tann 9. mars verður føroyskur tónleikur fagnaður og heiðraður við bæði framførslum, innsløgum og virðislønum á Faroese Music Awards 2024, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum og víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF. Í hesi sending hoyra vit upptøkur frá tíðindafundinum umframt samrøður við Marionnu Winther Nagata samskipara av FMA, Dánjal á Neystabø formann í Tónleikasambandi Før...

Kvørnin: Adrenaline, "Sig mær okkurt skeivt" 15.02.2024

Sjey sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum teir fýra limirnir í bólkinum hava skriva í felag við Hans Edward Andreasen, sum eisini hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og masterað fløguna í Dávavirkinum í Klaksvík.  Tónleikarar í Adrenaline eru: Jónas Jacobsen, sang og guitar. Tórður Sóleyarson, sang og guitar. Niclas Elttør Høgnesen, bass og Høgni Sørensen, trummir.  Harumframt spælir Ha...

Kvørnin: Beinir, Xperiment og Janus Wiberg 08.02.2024

Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin: SAKARIS, Lea Kampmann og DJ Fretsting. 01.02.2024

Malan Eyðunsdóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin: "ja/nei - og restin av vikuni", Dania O. Tausen 09.11.2023

Skotsmál:  10/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen 09/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð 09/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen "ja/nei - og restin av vikuni" er heitið á aðru heildarútgávuni við 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen.  13 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er skrivað, tikin upp og framleidd í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson.  Dania hevur skriva...

Kvørnin: Lena Anderssen, Lív & Tróndur og Lyon Hansen 02.11.2023

Malan Eyðunsdóttir, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran 19.10.2023

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann. Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá tey bæði, sum hvør sær eru solistar, sangarar og sangskrivarar, sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðir, meðan koronasóttin herjaði. Heldur e...

Kvørnin: "Óhugnaliga dapurt og ótrúliga vakurt" 12.10.2023

Skotsmál:  10/10 stjørnum: Birgar Larsen  10/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen 08/10 stjørnum: Ólavur Jóannesarson Hansen Á plátuni "Tøgn" eru níggju føroysk løg við tekstum, ið nerta við evni sum, tøgn, misnýtslu, angist, longsul og kærleika. Jógvan Joensen hevur skrivað bæði orð og løg og lagt tónleikin til rættis saman við Tróndi Bogasyni, sum eisini hevur framleitt útgávuna. Upptøkurnar hava...

Kvørnin: "Leysir endar", Annika Hoydal 05.10.2023

Innihaldið er fjølbroytt gamalt, nýtt føroyskt og nakað úr útheiminum. Talan er bæði um egin løg, føroysk løg og útlendsk tøkuløg, umframt nøkur siðbundin løg. Plátan er tikin upp í Studio 43, sum er í gamla Sanatoriibygningurin í Hoydølum. Tónleikin hava Kim Hansen, Benjamin Petersen, Torleik Mortensen og Annika Hoydal lagt til rættis í felag. Torleik Mortensen hevur staðið fyri framleiðsluni, me...

Kvørnin: Beinir, Tamara og Alias Morera 21.09.2023

Birgar Larsen og Hergeir Eldevig eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin: 3 føroysk stakløg 14.09.2023

Ummælarar eru Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch. Eyðfinn Jensen er vertur.

Kvørnin: "Døgurðaslang", Aggrasoppar 07.09.2023

Á Døgurðaslang eru 8 løg við føroyskum tekstum, yrkingum og orðaspølum, sum tey trý listafólkini, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, ið mannað bólkin, hava skrivað og bera framm hvør sær antin sum upplestur, rapp ella sang. Tónleikin hevur Eyðfinn Bogason Lamhauge við stórum hugflogi framleitt og lagt til rættis. Við nútímans rúttmum, samplingum og effektum hevur hann s...

Kvørnin: Trý føroysk stakløg 25.05.2022

Stakløgini, ið verða ummæld, eru: Fyrrverandi kongur - Ronnie Korsager Davidsen Her luktar brent - Kongur Void Of My Soul - Páll Brim

Kvørnin: "Gult myrkur" við Guðrið Hansdóttir 04.05.2022

"Gult myrkur" er heiti á 6. solo-útgávuni við Guðrið Hansdóttir. Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar. Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn. Harumframt hava Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen og Tom Hannay tikið upp í í...

Listen to the Kvørnin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.