Kringvarp Føroya

Kvørnin

News FO ↓ 50 Folgen

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar. Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen. Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Autor

Kringvarp Føroya

Kategorie

News

Podcast-Website

kvf.fo

Neueste Folge

25. Jun 2026

Wo hören?

Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbar

Podcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts

Bei Google Play herunterladen Kostenlos installieren Android 5 Mio.+ Downloads · Bewertung 4,8 iOS bald

Folgen

Kvørnin: "The MZA EP vol. 2", Marius DC 25.06.2026

The MZA EP vol. 2, ið er fimta EP'in við 22 ára gamla rapparanum og framleiðaranum Marius DC, byggir víðari á sama grundarlag sum debut EP'in, "The MZA EP", ið kom út í 2019. Á EP'ini eru seks sangir á enskum máli, sum Marius DC hevur skrivað, framleitt, ljóðblandað og frumbandað. Tó hevur danski framleiðarin Jeppe Engelbrecht Appel framleitt sangin, "Got It Made", og "Forever" er skrivaður og fra...

Kvørnin: "TeleMama" 18.06.2026

Á heildarútgávuni "TeleMama" eru 10 løg, sum limirnir í bólkinum hava gjørt í felag. Tekstirnar hevur Óli Joensen, forsangari í TeleMama, skrivað. Átta eru á enskum og tveir á føroyskum máli. Tónleikarar á útgávuni eru: Óli Joensen - sang, kór og guitar Hendrik Jacobsen - guitar Ørvur Argenziano Hentze - bass Dan Eyðun Karbech Saxov - tangentar Jákup Holm Johannesen - trummur Sjúrður Zachariasson...

Kvørnin: "The End or Beginning of Us", Beinir 11.06.2026

Á útgávuni eru fimm sangir á enskum máli, men seinasti sangur er bæði á enskum og á føroyskum. Beinir hevur skrivað sangirnar í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman. Beinir hevur eisini framleitt tónleikin, tó er sangurin "Won't let go" framleiddur saman við Rasmus Søegren. David Mørup hevur ljóðblandað og frumbandað EP'ina. Í tíðindaskrivið sigur Beinir:...

Kvørnin: "Future Sports", Baldur 04.06.2026

Á debut EP'ini "Future Sports" eru 6 sangir á enskum máli og eitt ljóðførislag, sum Baldur Nikolaj Heinesen Olsvig hevur skrivað. Tónleikin hevur Baldur framleitt saman við Alexander Bie, August Ørvad Jacobsen og Emil Mors Rasmussen. Allir sangirnir eru grundaðir á klassiska bólkakonstellation við bassi, guitari, trummum og sangi - víðkað og litað av ljóðborðum, vocodarum, talkbox og soundscape-el...

Kvørnin: "Ókendir" 28.05.2026

"Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum. Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kal...

Kvørnin: "Beautiful Obscenery", Greta Svabo Bech 21.05.2026

Greta hevur skriva bæði orð og løg til teir 10 sangirnar á enskum máli á útgávuni, sum hon hevur tikið upp og framleitt saman við manni sínum, Fred Ruddick, í upptøkuhølinum heima í Fraklandi.  Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Mikael Blak, sum spælir bass á fimm løgum, Davide Rossi, ið hevur útsett, framført og tikið upp s...

Kvørnin: "Sýrublað", Guðrið Hansdóttir 07.05.2026

Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni "Sýrublað", ið er sjeynda solo-útgávan við Guðrið Hansdóttir. Høgni Lisberg hevur tikið upp, ljóðblandað og frumbandað, meðan Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg hava lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna í felag. Guðrið hevur gjørt øll løgini á útgávuni og eitt lag saman við Karl Andrias Stóra, meðan Beinir Bergsson hevur skrivað allar tekstir...

Kvørnin: Trý føroysk stakløg 30.04.2026

Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.

Kvørnin: "Wolfgang" 23.04.2026

"Wolfgang" er heitið á sjálvnevndu debut LP'ini við rokkbólkinum Wolfgang. Á plátuni eru 11 sangir á enskum máli, sum limirnir í bólkinum í stóran mun hava skriva í felag. Í tíðindaskrivi verður boða frá, at plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini ein samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum, ið kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í 90...

Kvørnin: Trý nýggj stakløg 16.04.2026

Stakløgini, "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur

Kvørnin: Trý føroysk stakløg 09.04.2026

Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Sporty Girls" við Baldur. "Flames Of Evil" við Wolfgang. "Dansi ordiliga seksutt" við Det Ferösche Compagnie og Kristinu Sørensen Ougaard. Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt 26.02.2026

"ÓJÓ" er fyrsta EP'in við bólkinum Tunghoyrt, sum av álvara gjørdi vart við seg fyri fyrstu ferð í Sement tónleikakappingini í 2025 við melodiskum rock sangum og orkufullum live-framførslum.  Á útgávuni ÓJÓ eru seks sangir á føroyskum máli, sum limirnir í bólkinum hava skrivað í felag.  Tunghoyrt eru:  Jóni Strøm, sang  Helge Marius Greve, guitar  Bjarni Jakobsen, trummur  Erik Reynheim, bass  Ben...

Kvørnin: "Monochrome", Gunnva 12.02.2026

"Monochrome" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við donsk/føroysku songkvinnuni Gunnva, hvørs fulla navn er Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard. Í tíðindaskrivi sigur Gunnva, at útgávan er ein tónlistarlig dagbók, ið fylgir ferð hennara frá ungdóms óvissu til vaksnamannalív - ein søga um at finna seg sjálva og taka ímóti øllum litunum í lívinum. Á plátuni eru tólv sangir, sum Gunnva hevur gjørt bæði...

Kvørnin: Trý føroysk stakløg 05.02.2026

Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Eingin ótti" við Sakaris, "Oyralippan" við Guðrið Hansdóttir og "Mr. Cherry Boy" við Basj.

Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen 30.01.2026

"Sólskin" er heiti á nýggjastu heildarútgávuni við (74 ára gamla) Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, sum seinastu 55 árini hevur búð í Danmark. Á fløguni eru 10 sangir, sum Stanley antin hevur gjørt sjálvur, týtt til føroyskt, og/ella sett lag til. Allir eru á føroyskum máli uttan heitislagið "Solskin", sum er yrking á donskum eftir William Heinsesen. Upptøkurnar hava Jónas Bloch Danielsen, Finnur H...

Kvørnin: Trý nýggj stakløg 22.01.2026

Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin: "Ovastaloft", Hervør Sabina á Torkilsheyggi 15.01.2026

´"Ovastaloft" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Hervør Sabinu á Torkislheyggi. Á fløguni eru 15 sangir. Fimm á enskum og tíggju á føroyskum máli. Hervør Sabina hevur gjørt bæði orð og løg til allar sangirnar uttan ein. Tað er sangurin "Kvøldbøn", ið pápi hennara, Poul Jóhan Djurhuus, hevur týtt frá enskum. Tónleikarar á útgávuni eru: Benjamin D. Djurhuus, Gittar, percussion o.a. Jasmin Jovano...

Kvørnin: "Stev", maður:glotti 18.12.2025

Stev er heiti á fjórðu heildarútgávuni við føroyska bólkinum maður:glott.  Terji Krossteig og Dennis Agerblad, ið mannað bólkin, hava skriva teir tíggju, nýggju føroysku sangirnar á plátuni.  Sekstan ár eru liðin, síðan seinasta heildarútgávan "Land" við maður:glotti kom út, so talan er um eina endurkomu - eitt sokallað comeback.  Í tíðindaskrivið verður sagt, at "STEV inniheldur løg, ið flyta seg...

Kvørnin: Trý føroysk jólaløg 11.12.2025

Jólasangirnir, ið verða ummældir, eru: "Nú hoppa og skroppa allar nissur", Malan Eyðunsdóttir. Orð og lag: Mourits Mohr Joensen. "Kongur føddur er", Jórun Pólsdóttir og Lanterna. Orð og lag: Jórun Pólsdóttir. "Jól saman við tær", Dan Olsen. Orð og lag: Dan Olsen

Kvørnin: "Íða", Frum 04.12.2025

"Íða" er fyrsta føroyska heildarútgávan við Frum. Jenný Augustudóttir Kragesteen, kvinnan handan Frum, hevur gjørt bæði orð og løg til teir 8 sangirnar á útgávuni.   "Íða" er eisini merkt av samstarvi við nakrar av fremstu røddunum í føroyska tónleikalívinum.   Umframt Jenný Augustudóttir Kragesteen syngja Lea Kampmann, Anna Sofía Skoradal (Gówa), Dania O. Tausen, Marianna Winther, Elinborg Pálsdó...

Kvørnin: "Í ævir", Elinborg 20.11.2025

Ódnin og ljósið: "Krystalklár rødd stoypir føroyskt nordic noir í elektriskum myrkri", er yvirskriftin til ummælið hjá Regini Toftegaard. "Í ævir" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Elinborg. Á plátuni eru átta sangir á føroyskum máli og tvey ljóðførisløg, sum Elinborg Pálsdóttir hevur skrivað.   Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt tónleikin, og Eivør Pálsdóttir hevur útsett og framleitt...

Kvørnin: "Ævir, amen", GØ 13.11.2025

Á plátuni "Ævir, amen" eru nýggju løg, sum Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Pauli Ellefsen hava skriva í hvør sínum lagi, og hóast talan er um ljóðføristónleik, eru flestu løgini politiskar ella mentannarligar viðmerkingar til støðuna í Føroyum.  Tónleikarar í GØ eru:  Ólavur Eyðunsson Gaard, elektriskan og akkustiskan guitar, syntheziser og røddir  Kristian Pauli Ellefsen, klaver og syntheziser...

Kvørnin: "Livandi", Døgg Nónsgjógv 06.11.2025

Á plátuni "Livandi" eru 11 sangir á føroyskum máli, sum Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg hava skrivað í felag.  Høgni Lisberg hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumblandað sangirnar í Studio við Gøtugjógv.  Tey, sum eru við á plátuni, eru:  Døgg Nónsgjógv, sang. Høgni Lisberg, trummir, slagljóðføri, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver, synthesizer og...

Kvørnin: "Overnight Sensation", Jón Eliassen 30.10.2025

Á EP'ini "Overnight Sensation" eru 4 sangir á enskum máli, sum Jón Eliassen úr Leirvík hevur skrivað, útsett, spælt inn, tikið upp, framleitt og ljóðblandað. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikaslagið á útgávuni er fyri tað mesta pop tónleikur, við íblástri frá synth-pop, city-pop, electronica og jazz tónleiki.  Tekstirnir snúgva seg um einsemi, at trúgva upp seg sjálvan og at flýggja frá veru...

Kvørnin: "Unicorn", Ester Skála 23.10.2025

"Unicorn" er fyrsta LP útgávan við Ester Skála.   Ester hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt tey sjey løgini á útgávuni, sum Kristoffur Mørkøre hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað.  Í tíðindaskrivi verður boða frá, at innihaldið á plátuni er “søtt og pink”, og snýr seg um kenslur og lívsins viðurskifti, alt frá kærleika til hjartasorg, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi.  Plátufelagið...

Höre den Podcast Kvørnin in Replaio

Radio und Podcasts in einer App - kostenlos und ohne Anmeldung. Installiere sie noch heute und verpasse den Start nicht

Bei Google Play herunterladen

Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet