Kringvarp Føroya
Kulfaktor Føroya
Í hesari røðini leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har? Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit viðgera í sendingini. Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Kulfaktor Føroya (7:7) 09.01.2024 58:14
Í sendingini tosa vit við Ninu Arge, arkitekt við eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðing við sergrein í býarskipan. Eisini skifta vit orð við Allan Dalsgarð, samskiftisráðgeva. Tú kanst hoyra sendingina her!
Kulfaktor Føroya, Vestmanna (6:7) 28.12.2023 1:03:04
Tað siga Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan, og Nina Arge, arkitektur við eftirútbúgving innan býarskipan. Og saman við teimum eru vit á ferð í Vestmanna. Vit hitta eisini borgarstjóran, Bjørg á Rógvu, sum tosar um Vestmanna í bæði søguligum og nútíðarperspektivi. Og hugleiðingina Gløgt er gestsins eyga eigur Magnus Gaard. Tú kanst hoyra sendingina her!
Kulfaktor Føroya, Tvøroyri (5:7) 19.12.2023 1:08:50
Við serstakari jarðfrøði, einum sera vøkrum fjørði og stórslidnum fjøllum og dølum er Tvøroyri, Trongisvágur og Froðba eitt hitt vakrasta økið í Føroyum, men við stóru íðnaðarútbyggingunum á havnalagnum á Tvøroyri er eitt stórt herligheitsvirði farið fyri skjeyti. Tað siga Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur v...
Kulfaktor Føroya, Klaksvík (4:7) 12.12.2023 1:03:25
- Húkurin er ikki einasta ímyndin av Klaksvík! Tað sigur Sámal Matras Kristiansen nú nýggi miðbýurin í Klaksvík í størri og størri mun tekur skap, samstundis sum Klaksvík nú er vorðin ein modernaður tænastubýur. Og vit eru á ferð í Klaksvík saman við Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, sum er arkitektur og eftirútbúgvin í býarskipan. Kósin røtt,...
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7) 05.12.2023 1:00:25
Vit eru á ferð í Nólsoy saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, ið er arkitektur og hevur eftirútbúgvin innan býarskipan. Í sendingini nema tey við týdningin av at bilar ikki hava verið í bygdini so leingi, og at bygdin tí hevur mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúmini. Handilin í Nólsoy hevur sera stóran týdning fyri trivnaði...
Kulfaktor Føroya (2:7) - Runavík, Saltangará og Glyvrar 28.11.2023 1:02:57
Í hesari Kulfaktor Føroya sendingini vitja vit í Runavík, og tá er tað Runavík, Saltangará og Glyvrar undir einum. Við á vitjanini eru Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, arkitekti, ið harumframt hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan. Í sendingini verður nomið við Runavík í dag og framyvir, og eitt nú hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru fyri...
Kul faktor Føroya (1:7) 21.11.2023 56:50
Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum tú býr? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarir galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har? Hesir eru...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.