Kringvarp Føroya

Kallið

News FO ↓ 22 episodes

Kallið varpar ljós á prestar í fólkakirkjuni. Hvørji eru hesar kvinnur og menn? Og hvat var tað, sum gav teimum íblástur at lesa gudfrøði? Hvussu var lesturin, og vóru ávísar ella serstakar avbjóðingar? Hvat skrivaðu tey um í serritgerðini? Aftan á loknan lestur, hvussu var at fara í starv? Og hvussu við kallinum?

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

May 24, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Kallið:"At vera samd í vón og trú". 24.05.2026

Uni Næs er útbúgvin guðfrøðingur frá lærda háskúlanum í Árhus. Hann hevur verið prestur í Vesturkirkjuni, Vestmanna og Fuglafirði. Hann hevur verið dómpróstur í nøkur ár, men hevur lagt frá sær. Uni hevur havt stóran áhuga fyri tí felagskirkjuliga, hetta at vit eru "ikki eins, men eitt".  Krossurin er miðpunktið fyri tí kristna menniskjanum. Uni hevur stóra familju, sum hann virðismetir sera nógv...

Kallið: "Vit hava fingið eini gleðiboð at bera." 06.07.2025

Símun Persson Jacobsen er barnvaksin í Havn. Hann hevur altíð gingið í kirkju og á møti. Unglingaárini fóru við fótbólti og býarlívi. Men brádliga varð hann sannførdur um, at tað, hann altíð hevði trúð á, hevði størri dýbd og týdning, enn hann áður hevði varnast. Í dag er Símun prestur á Skála.

Kallið: "Vit hava eina heilaga heimsumfatandi kirkju". 29.06.2025

Ólavur Eysturdal er hevur lisisð guðfrøði á Keypmannahavnar universitetið. Hann vildi verða prestur, men gongdi at røkka málinum var ikki altíð so løtt, men tað bar á mál. Hann hevur starvast sum prestur í Danmark og í Havnar kirkju. Óalvur heldur, at onki er so meiningsfult, sum tað at vera prestur.

Kallið: "Vit hava brúk fyri góðum prestum í Føroyum". 22.06.2025

Havstein Klein er barnvaksin á Glyvrum. Aftaná lokið studentsprógv fóru hann og konan Beinta til Stavanger at lesa guðfrøði. Síðani hava tey búð og arbeitt í Tanzania í fimm ár. Í dag er Havstein prestur í Sandoynni.

Kallið:"Lívið er ein ferð". 15.06.2025

Derhard Jógvansson er vaksin upp í kirkjuligum umhvørvi. Og hevur verið aktivur í heimamissiónini. Við eitt, so kendist trúgv og tað átrúnaðarliga meiri djúpt. Hann fór fyrst á handilsskúla, men hálsaði um og fór at lesa guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti. Derhard leggur stóran dent á tað kontemplativa og at ganga í einsemi í náttúruni. Hann sigur, at tú hoyrir Guð í tøgnini. Lívið er sum tei...

Kallið: " Kirkjugáttin má vera lág". 08.06.2025

Annika Magnussen er barnvaksin í Tjørnuvík. Hon hevur lisið guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti. Hon skrivaði í serritgerðini um "queer hugtakið". Annika heldur, at pláss skal vera fyri øllum menniskjum í kirkjuni. Í dag er hon prestur í suðri.

Kallið:"Tað er ein spurningur um at vera og ikki gera". 01.06.2025

Bergur Debes Joensen hevur altíð havt sera stóran áhuga í søgu og fornaldarfrøði. Men hann valdi guðfrøðina sum sítt lívsyrki. Hann las á Keypmannahavnar universiteti og er í dag prestur í suðurstreymoyar prestagjaldi.

Kallið: " Eg eri glað fyri valið at lesa teologi". 25.05.2025

Maria Jørðdal Niclasen er barnvaksin í brøðrasamkomuni Mizpa á Eiði. Hon fór at lesa guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti, men hevur eisini lisið í Boston á lærdum katólskum universiteti. Maria ætlaði sær avgjørt ikki at verða prestur. Men ein samrøða, hon hoyrdi millum prest og syrgjandi kvinnu, fekk hana at broyta áskoðan. Í dag er Maria prestur í Kvívík.

Kallið: "Tað bar á mál". 18.05.2025

Hanus á Gørðum visti longu sum fimm ára gamal at hann vildi verða prestur. Men vegurin til prestastarvið var langur og strævin og ofta var Hanus við at falla í fátt, men seiggið var stórt, so dagurin, tá hann varð prestvígdur var ein sera stórur dagur. Hann hevur verið prestur í Klaksvík í nógv ár. Men so kom dreymastarvið og í dag abeiðir hann sum hospitals og fongsulsprestur.

Kallið: "Eg eri herprestur". 11.05.2025

Lis Samuelsen er prestur. Hon hevur lisið á Keypmannahavnar universiteti. Í tólv ár var hon prestur í Sorø klosterkirkju. Eisini hevur hon tikið útbúgving sum herprestur. Í dag býr hon í Føroyum og vónar at fáa fast starv í Fólkakirkjuni.

Kallið: "Tann ný testamentliga granskingin er áhugaverd". 04.05.2025

Jóannes Purkhús er klaksvíkingur. Hann hevur lisið gudfrøði í Árhus. Hann hevur eisini lisið í universitetinum í Halle. Í dag er hann prestur á Viðareiði og hevur í nøkur ár granskað við univeristetið í Munster. Um ikki so langa tíð, so verður hann doktari í gudfrøði. Evnið, hann skrivar um, er "trælahugtakið hjá Paulusi".

Kallið: "Alt frá barnaárum av vildi eg vera prestur". 27.04.2025

Fólkakirkjan hevur nakrar funtiónsprestar. Ann Hermansdóttir er ein teirra, tí hon er studentaprestur. Hon ferðast runt stóru skúlarnar, prátar við ungfólk, heldur fyrilestur og guðstænastur.

Kallið: "Hvat er tað sanna og góða?" 12.04.2025

Vegurin hjá Jákupi Erlingssyni Petersen var ikki snórabeinur. Hann royndi ymiskt handaligt, áðrenn hann fór undir gudfrøðislestur. Hann hevur tikið eina BA í Fjellhaug, hevur lisið á DBI og tikið teologiskt embætisprógv í Keypmannahavn. Í dag er hann prestur í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Kallið: "Eg havi altíð elskað at gingið í kirkju" 06.04.2025

Anne Mette Greve Klemensen er úr Danmark. Hon hevur lisið guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti. Í føroyska kórinum Mpiri møtti hon mann sín, Leif Hansen. Í dag er Anne Mette prestur í Havn og úti í Nólsoy, har hon býr við síni familju.

Kallið: "Kallið hevur verið sum ein undirstreymur í mínum lívi". 30.03.2025

Theodor Eli Dam Olsen er barnvaksin í Havn. Hann var vanur at ganga í kirkju og sunnudagsskúla. Meðan hann gekk á studentaskúla, gjørdi hann av, at fara at lesa guðfrøði, tí hann kendi tað sum eitt kall. Í dag er hann prestur í Hoyvík og Kaldbak.

Kallið:"Tað er ógvuliga meiningsfult, ríkt og gevandi." 23.03.2025

Marjun í Kálvalið hevur kent "kallið" gjøgnum allan sín uppvøkstur. Men hennara vegur hevur ikki verið tann snórabeini. Hon varð tíðliga mamma trimum børnum. Byrjaði guðfrøðislesturin, men gavst og varð socialráðgevi og arbeiddi í nøkur ár. Men kallið var har, og hon fór so aftur undir at lesa guðfrøði og tað bar á mál. Hon hevur nú í nøkur ár verið prestur í Vágum.

Kallið:" Kirkjusøgan er hugtakandi og vit eru bara eitt klípi". 16.03.2025

Ovi Brim er toftamaður. Hann er uppvaksin í heimi við kirkjugongd, sunnudagsskúla og støði í Heimamissiónini. Hann hevur verið prestur í tíggju ár í Nes sóknargjaldi. Á vári 2024 varð hann próstur.

Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?" 09.03.2025

Maria Summers Nolsøe er uppvaksin í fríkirkju í Havn. Hon hevur lisið guðfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Tá skrivaði hon bachelor um " støðuna hjá kvinnum í grikst/rómverska ríkinum í fyrstu og aðru øld". Hon arbeiddi víðari við hesum í sínum speciali um "lógarbroytingina í 1947, tá kvinnur kundu søkja prestaembætið". Tá var kirkjan í Føroyum donsk, so tað sum kom í gildi í Danmark kom ei...

Kallið: "Vit hava øll eitt kall". 02.03.2025

Tummas Lykke Kannuberg er úr Leirvík. Ein hending á unglingaárum kveikti áhugan fyri guðfrøðini. Hann var í starvsvenjing hjá Una Næs, prósti. Seinni fór hann á universitetið í Keypmannahavn og er í dag prestur í Nes prestagjaldi.

Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har". 23.02.2025

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar hevur lisið guðfrøðið í Keypmannahavnar universiteti. Hann skrivaði ritgerð um Bonhoeffer, sum var týskur prestur, sum varð skotin í nazi Týskalandi. Bergtóri dámar væl at syngja og hevur vakra rødd og hann fekk eisini at vita, at hann skuldi fara at nema sær útbúgving á musikk konservatorium. Men guðfrøðin dróg og í dag er hann prestur í Hoyvíkar og Kaldbaks kirkjum.

Kallið: "Vit mugu kenna ábyrgd." 16.02.2025

Steintóra Gleðisheygg Joensen hevur lisið guðfrøði í Keypmannahavnar universiteti. Hon skrivaði sína ritgerð "um tað røttu familjuna, við støði í Lukas evangelisti". Í dag er Steintóra prestur í Havnar kirkju.

Kallið:" Avgerðin er røtt." 09.02.2025

Gerhard Jónsson Mikkelsen fór við familjuni sum sjey ára gamal til Árhus at búgva. Aftaná lokið studentsprógv og háskúlatíð fór hann at lesa guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti. Hann skrivaði bachelor um" Dietrich Bonhoeffer" og kandidat um "Søren Kierkegard og tað at stúra". Hann hevur verið prestur í knøpp sjey ár í Karlsunde meinigheit. Í dag býr og starvast Gerhard sum prestur í Fuglafirði...

Listen to the Kallið podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.