Jonhard Jógvansson

Eitt ljós á gøtu míni

Religion FO ↓ 100 episodes

Eitt poddvarp, ið viðger kristnu trúnna

Author

Jonhard Jógvansson

Category

Religion

Podcast website

jonhard.podbean.com

Latest episode

Jun 7, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Fylg mær! 24.09.2024

Líkasum Jesus gekk framvið í lívinum hjá Levi og sá hann, soleiðis gongur Jesus so at siga eisini framvið í okkara lívi og sær okkum. Tekstur: Mark 2,14-17. Sálmur: Mín Jesus, lat mítt hjarta fá (192).

Jónas og vit 09.09.2024

Í okkara hjørtum líkjast vit øll Jónasi. Vit standa ímóti náðini og hinum heilaga. Tann Gud, sum vit siga okkum tæna, sleppur ikki heilt tætt inn at okkara hjørtum. Øll, sum vit møta í Jónasarbók, hava tørv á tí sama, nevniliga Guds ríku náði. Hetta hava tú og eg eisini tørv á fram um alt annað! Tilfarið, sum eg havi brúkt í sambandi við hesa ljóðbók, havi eg í ein stóran mun frá bókini hjá Iain M...

Eitt er neyðugt 08.09.2024

Í øllum lívsins strevi og stákan vil Jesus leiða okkum til tað staðið, har ið vit veruliga kunnu finna hvíld og andaliga føði bæði til hetta lívið og hitt komandi. Hetta staðið finna vit einans við Jesu føtur.

Jónas (12 partur) 07.09.2024

Meðan Jónas heldur vildi doyggja, enn at sleppa sannføringini um at Nineve hevði uppiborið Guds dóm, so síggja vit harafturímóti, at Jesus heldur vildi doyggja, enn at sleppa lyftinum um at frelsa sítt fólk frá Guds dómi.

Jónas (11 partur) 06.09.2024

Um vit grunda yvir hesa ómetaliga stóru náði og gávu, sum Jesus hevur givið okkum, tá ið hann fór upp á krossin í okkara stað og tók okkara dóm á seg sjálvan, so burdi hetta givið okkum ljós yvir okkara egnu dómar og yvir spurningin: “Er tað beint av tær at vera so illur?”

Loysigjald fyri mong 25.08.2024

Evangelium: Matt 20,20-28. Sálmur fyri prædiku: 305 (Leið meg Guð, á lívsins veg).

Jónas (10 partur) 19.08.2024

Júst hetta - vónin um náði - er tað, ið kann leiða okkum syndarar til umvendingar og umbroytingar í lívinum við Heilaga Andans hjálp. Og hóast óttin kann verða stórur, tá ið vit síggja, at vit eru syndarar, sum leingi hava staðið Gudi ímót, so kann júst hesin óttin eisini eggja okkum til at heita á Gud um hjálp.

Frá og til lívsins træ 04.08.2024

Sambært Bíbliuni fer hesin syndafalni heimurin ikki at standa í allar ævir. Hesin tankin er kanska heldur ikki heilt fremmandur fyri okkum, nú vit dagliga hoyra um ófrið kring heimin. Men Gud fer at skapa ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð. Nakað mikið betur er fyri framman: ein nýggjur heimur, har synd, sjúka, sorg, kríggj og deyði ikki longur eru til.

Jónas (9 partur) 30.07.2024

Jesus leið og doyði í okkara stað, tí at Gud er ein náðifullur Gud. Og samstundis er hann eisini ein rættvísur Gud, sum revsar synd. Tí mátti Jesus rinda prísin fyri okkara syndir. Á krossinum síggja vit sostatt samstundis Guds rættvísa dóm yvir allar heimsins syndir og Guds ríku náði til allar heimsins syndarar.

Ber ei ótta, tú fylgið lítla 28.07.2024

Í Jesusi hevur Gud gjørt okkum til himmalborgarar, sum ferðast ígjøgnum henda heim, og sum eru á veg til hitt sanna heimið í hinum himmalska landinum. Prædikutekstur: Luk 12,32-48.

Jónas (8 partur) 27.06.2024

Við trúnni á Jesus ert tú longu reinur og heilagur. Og í gerandislívinum saman við Jesusi lærir tú eisini meir og meir at liva eitt lív, sum samsvarar við tað, sum tú longu ert.

Jónas (7 partur) 10.06.2024

Tíni misbrot eru fyrigivin! Og um syndirnar eru mangar, so skalt tú kortini vita, at tú við Jesusi ert frelstur frá øllum Guds dómi yvir tínar syndir, tí at Jesus hevur á krossinum longu tikið allan tín dóm á seg sjálvan!

Hvør veit, nær skilnin fer at verða? 03.06.2024

Epistul: 1 Tim 6,6-12. Evangelium: Luk 12,13-21. Sálmur fyri prædiku: Hvør veit, nær skilnin fer at verða? (nr. 446).

Jónas (6 partur) 31.05.2024

Jesu likamliga uppreisn merkir, at deyðin hjá teimum kristnu einans er ein fyribils skilnaður. Líkasum tann upprisni Jesus sá lærusveinarnar aftur, og teir sóu hann, soleiðis skulu øll, sum trúgva á Jesus, eisini síggjast aftur.

Jónas (5 partur) 30.05.2024
Jónas (4 partur) 25.05.2024
Jónas (3 partur) 17.05.2024
Vælsignað er frukt móðurlívs tíns! 15.05.2024
Jónas (2 partur) 08.05.2024

Hjá Jónasi sleppa vit at spegla okkum eina løtu. Ferðin hjá Jónasi er eisini okkara ferð

Jónasarbók 06.05.2024
Verðið verandi í Jesu orði! 28.04.2024

Tekstur: Jóh 8,28-36

Luk 24 02.04.2024
Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól! 31.03.2024

Prædika til páskadag. Lestur: 1 Pæt 1,3-9. Evangelium: Matt 28,1-8.

Maðurin á tí mittasta krossinum 30.03.2024

Prædika til langa fríggjadag. Lestur: Jes 53. Evangelium: Luk 23,26-46

Jesu reinsandi tænasta 28.03.2024

Prædika til skírhósdag. Tekstur: Jóh 13,1-15.

Listen to the Eitt ljós á gøtu míni podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.