Jonhard Jógvansson
Eitt ljós á gøtu míni
Eitt poddvarp, ið viðger kristnu trúnna
Author
Jonhard Jógvansson
Category
Podcast website
Latest episode
Jun 7, 2026
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Tollarans bøn 31.08.2025 26:40
Um ein í gomlum døgum vildi síggja stjørnurnar klárt, so fór ein ikki upp á ein høgan fjallatind, men heldur niður í eina holu. Har var myrkari, og á tann hátt kundi ein síggja stjørnurnar enn klárari. Soleiðis er tað eisini við andaliga lívinum. Vit stíga upp við at stíga niður. Vit verða sett høgt - ja, heilt inn í himmalin - tá ið vit seta okkum lágt og biðja tollarans bøn: “Guð náði meg syndar...
Legg út á dýpið! 20.07.2025 15:39
Sum kristin eru vit kallað til at vera mannafiskarar, og vit hava fingið gleðiboðskapin sum gørn. Latið okkum tí, eins og Pætur, við frímóði kasta gørnini út, har ið vit eru kallað til at fiska! (Prædikutekstur: Luk 5,1-11).
Hin stóri veitsludagurin 29.06.2025 15:57
Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hinum stóra veitsludegnum! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Lestur: Jes 25,6-9. Evangelium: Luk 14,16-24. Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest).
Nú er náðitíð! 22.06.2025 18:00
Prædikutekstur: Luk 16,19-31. Sálmur fyri prædiku: 464 Friðleysa sál á foldum her.
Hann er undurfult nær! 08.06.2025 18:58
Hvítusunnudag í Eiðis kirkju. Lestur: Áps 2,1-11. Evangelium: Jóh 14,22-31.
Eisini tit skulu vitna 01.06.2025 17:00
Líkasum ápostlarnir eru eisini vit kallað til at kennast við frelsaran og hansara orð í øllum lívsins viðurskiftum. Prædikutekstir: Jóh 15,26-16,1-4.
Gerningur Andans 18.05.2025 13:51
4. sunnudag eftir páskir. Lestur: Ez 36,26-28. Evangelium: Jóh 16,5-15
Jesus er risin upp! 21.04.2025 23:09
Við Jesu uppreisn tendrast eitt ljós í myrkrinum - eitt ljós, sum skínur bjart fyri okkum og boðar okkum, at tað, sum Jesus gjørdi á krossinum á sinni, eisini er galdandi fyri okkum, sum hoyra Jesusi til í dag. (Prædika til 2. páskadag í kirkjuni við Norðskála. Lestur: Áps 10,34-41. Evangelium: Luk 24,13-35. Kórið Glymur sang).
Maðurin á mittasta krossinum 18.04.2025 18:10
Prædika til langa fríggjadag. Lestur: Jes 53. Evangelium: Luk 23,26-46.
Lambsins blóð 17.04.2025 16:31
Prædika til skírhósdag. Lestur: 2 Mós 12,1-11. Evangelium: Matt 26,17-30
Gud gjørdist menniskjafostur 06.04.2025 19:16
Allur gleðiboðskapurin og øll okkara kristna vón avhongur av hesum, at Gud gjørdist menniskjafostur við Jesusi!
Jesus er lívsins breyð 30.03.2025 11:52
Tá ið vit eta lívsins breyð við at koma til Jesus - koma inn undir hansara orð - biðja til Jesus - koma til altars og fáa breyðið har og hoyra orðini: “Hetta er likam Jesu Krists”, tá eiga vit eisini lut í hansara lívi. Tá livir hansara lív í okkum, og tað er nakað, sum ongan enda fær, men sum varir við til ævigt lív!
Hin andaligi bardagin 09.03.2025 19:34
Lestur: 1 Mós 3,1-19. Evangelium: Matt 4,1-11. Sálmur eftir prædiku: 400 (Javnt vit treingja til at biðja)
Nikenska trúarjáttanin í 1700 ár 26.02.2025 14:18
Í ár eru 1700 ár liðin, síðan Nikenska trúarjáttanin varð orðað á einum stórum kirkjufundi í Nikea, har ið dentur varð lagdur á, at Jesus er sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin. Eisini í dag hevur kirkjan brúk fyri at verða mint á henda djúpa sannleikan: Jesus er sannur Gud!
Trupulleikin við óndskapi 02.02.2025 26:19
Líkasum teir óttafullu lærusveinarnir, eru tað í dag eisini nógv menniskju, sum í yvirførdari merking eru stadd í lívsins illveðrið, har ið tey áhaldandi spyrja: Hví er óndskapur og líðing í hesum heimi og í mínum lívi? Hví skal eg verða raktur av hesum? Hví skulu míni kæru verða rakt av hesum?
Eg vil, verð reinur! 26.01.2025 11:59
Jesus er komin at bjarga menniskjum, sum ikki kunnu bjarga sær sjálvum, men sum hava brúk fyri at koma til Jesus og verða bjargað av honum, líkasum hin spitalski maðurin.
Brúdleypið í Kána 19.01.2025 23:00
Jesus sigur við móðir sína, at hansara tími er ikki komin enn. Hesin tímin sipar til Jesu deyða á krossinum og hitt fullgjørda frelsuverkið. “Tað er fullgjørt!” rópti Jesus beint áðrenn hann doyði (Jóh 19,30). Tað er serliga í hesum tíma - í Jesu deyðstíma á Golgata - at Jesus opinberar sína dýrd!
Okkara sanna heimland 05.01.2025 16:42
Á okkara pílagrímsferð til Himmals er Jesus okkara einasta stavnhald! Tað er bara við at líta á hann, at vit náa vegin fram til hitt himmalska heimlandið.
Og Orðið varð hold 27.12.2024 15:11
“Harri okkara, Jesus Kristus, Guds orð, bleiv í sínum endaleysa kærleika til tað, sum vit eru, fyri at gera okkum til tað, sum hann sjálvur er” (Ireneus).
Okkum er ein frelsari føddur! 25.12.2024 16:50
Tekstir: Mika 5,1-4a og Luk 2,1-14. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: Jesus er føddur í dag!”
Eldragudstænasta í Eiðis kirkju 18.12.2024 38:40
Demenskórið Sangfuglarnir sang. Børn frá Korndalsgarði gingu lucia
Ert tú tann, ið koma skal? 15.12.2024 15:22
Hóast vit eru stadd mitt í lívsins oyðimørk, har einki grør, so kunnu vit kortini gleðast, tí at Jesus er Immanuel - Gud við okkum. Í hansara hondum eru vit trygg!
Guds lítli barnaskari 27.10.2024 21:07
At verða sum eitt trúgvandi barn er at vera størstur í himmiríki! Men síðan hetta eisini er kravið fyri at sleppa inn í himmiríkið, so kunnu vit eisini siga, at øll í himmiríki eru tey størstu. Tekstur: Matt 18,1-14
Hann lív og ljós og gleði ber! 20.10.2024 18:22
Líkasum Jesus kallaði lærusveinarnar til at fáa eyguni upp fyri Guds akuri í Sámariu og í bygdini Sikar, soleiðis kallar hann eisini okkum til at lata okkara eygu upp fyri akrinum í okkara lívi - tey menniskju, sum Gud hevur sett inn á okkara lívsleið: konu, mann, børn, familju, vinir, kenningar. Eisini vit hava ein akur!
Sí, Guðslambið! 07.10.2024 25:04
Lestur: 1 Mós 28,10-19. Evangelium: Jóh 1,35-52. Sálmur: Nærri, mín Guð, til tín (38).
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.