Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500

Bezoek zeker de website van de podcast en steun de maker: kvf.fo

Auteur

Kringvarp Føroya

Categorie

News

Website van de podcast

kvf.fo

Nieuwste aflevering

13 nov. 2026

Waar luisteren?

Podcasts in de app Replaio Radio Binnenkort beschikbaar

Podcasts komen binnenkort naar de app. Installeer nu en zie als eerste een compleet nieuwe kijk op podcasts

Download het op Google Play Gratis installeren Android bijna 10 mln downloads · beoordeling 4,7+ iOS binnenkort

Afleveringen

Góðan morgun Føroyar 13.11.2026

Í morgun kappast vit í "genta-drong", har tað ræður um at hugsa skjótt. Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Ella næstan. Tí tað er ikki heilt einfalt at staðfesta, nær flokkurin í roynd og veru varð stovnaður. Fyrstu javnaðarfeløgini vóru stovnað í Havn og á Tvøroyri í 1925, meðan Ringfelagið, Føroya Javnaðarflokkur, varð skipað í 1927." Soleiðis stendur at lesa í spildurnýggju bókini Reyði trá...

Góðan morgun Føroyar 13.11.2026

Í samband við les føroyskt vitjar Urd Johannesen okkum í morgun og lesur brot upp úr hennara teksti. Eisini fáa vit veðrið fyri vikuskifti. Gestir: Urd Johannesen Turið Laksá

Góðan morgun Føroyar 12.11.2026

Føroyar eru fullar av gomlum sagnum um huldufólk, trøll, gand og løgnar hendingar. Søgur, sum hava verið munnligar frásagnir í fleiri ættarlið, men sum kanska ikki verða so nógv sagdar longur. Nú hevur Heiðrikur á Heygum sett sær fyri at geva teimum nýtt lív. Hann hevur umskrivað gomlu sagnirnar, so tær eru lættari at lesa í dag, og hevur eisini sjálvur málað og teknað myndir til tær. Rithøvunduri...

Góðan morgun Føroyar 12.11.2026

Veðurfrøðingur er Turið Laksá

Góðan morgun Føroyar 11.11.2026

Signa Mrdalo fekk gullmedalju fyri sveinaroyndina, hon skuldi taka fyri at gerast kosmetikari, Rakel Helmsdal lesur úr egnum verkum og Unn Laksá stjóri í Sjókovanum greiddi frá útróðri og landgrunninum

Góðan morgun Føroyar 11.11.2026
Góðan morgun Føroyar 10.11.2026
Góðan morgun Føroyar 10.11.2026
Góðan morgun føroyar 09.11.2026

Í sambandi við bókadagar hava Rithøvundafelagið og Kringvarpið tikið stig til at hava eina Les føroyskt-viku. Skráin í Kringvarpinum verður rúgvusmikil við fjølbroyttum og áhugaverdum evnum, sum snúgva seg um lesing, tí vit fara at varpa ljós á tað at lesa føroyskt. Vit hava eisini vitjan av SSP og løgregluni, sum fara at siga okkum eitt sindur av tí, tey greiða frá, tá tey eru á vitjan hjá foreld...

Góðan morgun føroyar 09.11.2026

Hesa vikuna fer Kringvarpið at seta sjóneykuna á føroyskar bókmentir og at lesa føroyskt. Hvønn morgun fáa vit í morgunsendingini vitjan av einum rithøvundi, sum fer at lesa eitt lítið brot úr egnum teksti. Rithøvundarnir taka útgangstøði at skriva um eitt stað, meðan tey sita eitt annað stað. Fyrsti rithøvundur á vitjan er Sissal Kampmann Veðurfrøðingur í morgun er Hanus Kjølbro

Góðan morgun Føroyar 06.11.2026

Hesaferð er spurnarkapping á skránni, áðrenn vit hoyra frá Kim Simonsen, sum verður útgivin í Kina

Góðan morgun Føroyar 06.11.2026
Góðan morgun Føroyar 05.11.2026

Í morgun varpa vit ljós á horn- og harmoniorkestur og eina siðvenju, sum vit kanska hoyra ov lítið til í dag: marsjering. Vit práta millum annað um, hví ein marsjur er nakað heilt serligt, og hví orkestur eiga at síggjast og hoyrast meira úti millum fólk. November er prematur-mánaður - mánaðurin fyri ov tíðliga fødd børn. Hendan mánaðin verður millum annað varpað ljós á avleiðingarnar, sum kunnu s...

Góðan morgun Føroyar 05.11.2026

Veðurfrøðingur er Turið Poulsen

Góðan morgun Føroyar 04.11.2026

Bogi Eliasen helt røðu fyri toppunum í WHO um hvussu farast skal fram í heilsusektorinum næstu 50 árini og vit skifta orð við hann um tað. Hallur av Rana og Regin Berg, stjórnmálafrøðingar, greina úrslitið av amerikanska miðvalinum.

Góðan morgun Føroyar 04.11.2026
Góðan morgun Føroyar 03.11.2026

Fólk flyta úr útoyggj og útjaðara, og fleiri bygdir stríðast við at halda lív í lokalsamfelagnum. Men hvat skal til fyri at venda gongdini og skapa nýggjan fólkavøkstur? Í døgunum 6. til 8. november skipar Útoyggjafelagið fyri ráðstevnu, har framtíðin hjá útoyggjum og útjaðara verður sett á breddan. Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi við politisku floksformonnunum, har spurningurin verður,...

Góðan morgun Føroyar 03.11.2026

Veðurfrøðingur er Knud Simonsen

Góðan morgun føroyar 02.11.2026

Í morgun fara vit at vitja eina kvinnu í eysturoynni, sum hevur nógv djór í sínum lívi. Og ein nýggjur dansivetur er byrjaður, og hettar fara vit at práta um í morgun, vit fara at fregnast um hvussu hann hevur tað og hvussu áhugin er fyri føroyska dansinum kring landið í dag - Elin Maria Olsen forkvinna í Norðstreymoyar dansifelag verður við okkum seinni. Gestir: Hjørdis Fríða Gregersen Elin Maria...

Góðan morgun føroyar 02.11.2026

Veðurfrøðingur er Knud Simonsen

Góðan morgun Føroyar 30.10.2026

Prátað verður við Jóannes Ejdesgaard og Kaj Kallsberg um tey 100 árini, sum Reyði Krossur Føroyar hevur á baki. Seinni í sendingini er spurnarkapping, harlurtarar veruliga sleppa at royna seg í almennari vitan.

Góðan morgun Føroyar 29.10.2026

Viviann Sjóðklett hevur skrivað nýggja bók til vaksin at lesa saman við børnum um m.a. kyn, kenslur og seksualitet. Vit eru við á ferð í ræðsluhúsinum í Vestmanna

Góðan morgun Føroyar 29.10.2026
Góðan morgun Føroyar 28.10.2026

Sigrun Gunnarsdóttir fekk sømdargávu landsins og Ingi var og vitjaði á Eiði. Eisini vitja vit við Skúlan á Fløtum, har Jan Mohr Hermansen hevur málað tveir málningar á ein súkkluskúr

Góðan morgun Føroyar 28.10.2026

Í morgun er tað Knud Simonsen, sum gevur okkum veðurforsøgnina

Luister naar de podcast Góðan morgun Føroyar in Replaio

Radio en podcasts in één app - gratis en zonder account. Installeer vandaag nog en mis de lancering niet

Download het op Google Play

Replaio is geen uitgever van podcasts; namen van shows, covers en audio zijn eigendom van hun makers en worden verspreid via openbare RSS-feeds