Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum. Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.

Bezoek zeker de website van de podcast en steun de maker: kvf.fo

Auteur

Kringvarp Føroya

Categorie

News

Website van de podcast

kvf.fo

Nieuwste aflevering

6 jun. 2024

Waar luisteren?

Podcasts in de app Replaio Radio Binnenkort beschikbaar

Podcasts komen binnenkort naar de app. Installeer nu en zie als eerste een compleet nieuwe kijk op podcasts

Download het op Google Play Gratis installeren Android bijna 10 mln downloads · beoordeling 4,8 iOS binnenkort

Afleveringen

Ræning norðuri á Dal og túrur við Fjallavatn 06.06.2024

Frásøgn frá einum ræningardegi oman eggja í Skúvoy, og frá einum túri við Fjallavatn og norður eggjar. Jóhann Mortensen gjørdi sendingina í 1987.

Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy 31.05.2024

Eftir at skúvoyingar ikki høvdu rænt lomvigaregg í 14 ár, gjørdu teir eina roynd aftur í 1987. Henda dagin, tá skúvoyingar fóru undir oynna at ræna við tveimum bátum, var Frítíð og náttúra við. Vit tosaðu við nakrar eldri skúvoyingar á bátinum, sum fylgdu við gongdini hjá teimum, sum vóru uppi í berginum og tóku egg. At ræna - ella taka egg - var vanligt, bæði til húsbrúk og at selja. Henda dagin...

Túrur eystur í Barm við Jógvani 31.07.2021

Hesin túruin telist millum teir heilt góðu túrarnar í Føroyum. Hann er drúgvur, men har er stórslið, vakurt og fjølbroytt lendi

Túrur um Gravardal, Kvígingadal og Hellisdal saman við Jógvani 31.07.2021

Jógvan Gerðarlíð er frásøgumaður á hesum túrinum, sum vit gjørdu í nítiárunum

Túrur eftir Gásadalsgøtuni saman við Solbergi og fuglaprát við Erik 31.07.2021

Seinast í áttatiárunum fór grágásin aftur at byggja í Føroyum. Hon varð í síni tí oydd og átti ikki í oyggjunum í mong ár. Í 1990 fegnast fuglavinurin Erik Mortensen um, at grágasin aftur var farin at byggja, og hann vónar, at vit taka væl ímóti henni.

Túrur úr Sandvík til Hvalbiar og á Klubbanum í Fugloy 31.07.2021

Túrurin úr Sandvík til Hvalbiar eru stórsligin og vakur. Vit enda túrin saman við Nielsi Holm Jacobsen og Mortani Garðshamar. Á Klubbanum tosa vit um útsýni, hagan, seyð og annað. Harafturat greiða Jóannis Christiansen og Zakaris Zachariassen frá Norðbergi og Urðini Miklu

Túrur úr Sandsvík framvið vestursíðurni saman við Nielsei og Mortani 31.07.2021

Niels Holm Jacobsen og Mortan Garðshamar vóru frásøgumenn á Túri við Frítíð og náttúru í 1992.

Túrur í Hesti og úti á Eggjum 31.07.2021

Á Eggjum er frálíkt útsýni. Fyri sunnan er Borgarin og har sæst inn í bergið. Niðan fyri er Kallsvík og á helluni niðan fyri stóð Kallurin í síni tíð. Í Hesti greiðir Jørmundur Zachariassen frá bøi og toftum Úti á Hæli og so gongur leiðin heim móti bygdini aftur.

Túrur í Hesti við Jørmundi 31.07.2021

Frítíð og náttúra gekk ein túr saman við Jørmundi Zachariassen, í Hesti, um stóran part av Hestoynni í 1997. Í fyrra partinum ganga vit niðan á, dvølja við m.a. Faradalsvatn og Álvagjógv

Túrur eftir Hvalbiarfjalli við Jóhannesi 26.07.2021

Úr Nesi verður gingið upp gjøgnum Káragjógv og í Trongisvági er Mannagjógv, sum heldur er eitt gil. Ofta verður gingið av Rananum, men fyrstu varðarnir eru longur inni í Trongisvági. Hetta er ein lættur túrur. Útsýnið er gott og á vegnum sæst oman í Vatnsdal., sum var tiltikið gott sílavatn.

Túrur runt Skúgvoynna við Óla Jákupi 17.07.2021

Saman við Jóhan Peturi Clementsen og Óla Jákup Hentze, Óla Jákupi niðri í Sovu, í Skúgvoy sigldi Frítíð og Náttúra runt oynna. Hetta var eitt sera gott summarkvøld, so frásøgnin hjá Óla Jákup var áhugaved og løtt.

Túrur um Eystfelli við Símuni 15.07.2021

"Frítt er Eystfelli frá at fara", segði Sjúrður við Gellingará, sum var ein av Flokksmonnunum. Eystfelli er eystari endi, eystasta fkallið í Fugloynni. Ein sera góðan dag í juni 1990 gekk Símun Gullaksen, bóndi í Hattarvík, ein túr við Jóhann Mortensen um Eystfelli. Hann sigur frá náttúruni, fugli, staðarnøvnum og nøkrum hendingum.

Túrur millum bygningar og eftir láglendi í Koltri 18.09.2020

Í Koltri er gamli býlingurin, Heima í Húsi, væl varðveiddur og hús og úthús eru umvæld og endurbygd. Náttúran í Koltri er serlig. Ein partur er høgur - Uppi á Oyggj - og eysturendin er lágur - Fjallið, sum er lægsta fjall í Føroyum. Vit dvøljast við Neystið, Norðuri í Gerði, á Eiðinum á, við Nónrók, á Fjallinum, oman fyri Tangan og Heima í Húsi.  

Túrur í Stóru Dímun (2:2) og viðarlundin Í Grøv 10.09.2020

Stóra Dímun er ein veldug náttúruperla og ein áhugaverd landbúnaðareind, har tey á garðinum royna at troyta náttúrutilfeingi sum best og burðardygt. Tað var ein avbjóðing at fáa trø at vaksa Úti í Grøv, men við tógvið stríð er tað eydnast, og dagliga vitja nógv fólk viðarlundina.

Túrur í Stóru Dímun og laksur í Saksun 04.09.2020

Stóra Dímun er ikki stór, men tað ber til at ganga góðar túrar, annaðhvørt í erva í oynni ella norður gjøgnum líðina eystanfyri. Vit eru komin til tíðina, tá laksaveiðan skuldi vera tann besta. Frítíð og Náttúra skattar dýpið norðuri í Saksun.

Túrur suður í Nýggjurð saman við Jógvani 27.08.2020

Jógvan Thomsen hevur ringmerkt og skrásett drunnhvíta og skráp í nøkur ár. Herfyri skrásetti hann ein skráp, sum hann ringmerkti fyri trimum árum síðani. Ein varislig meting sigur, at umleið 50.000 drunnhvítapør halda til í drunnhvítabølunum á eystursíðuni á Nólsoynni. Tí ansa nólsoyingarvæl eftir, at rotta ikki kemur í Nólsoynna.

Um fugl á Viðareiði saman við Silasi 21.08.2020

Viðareiði liggur opið fyri havinum eins og Svínoyar bygd og nógvur fuglur vitjar hesi plássini. Nógvur fuglur er eisini skrásettur á hesum plássum. Vit vitja á Helluni, við Spónhyljar og eysturi á Heiðum saman við Silasi Olofson.

Skrápur ferðast 30.000 km og túrur í Skarðdali (2) 16.08.2020

Í Kunoy ganga vit túr saman við Páll Gunnari Poulsen og Djóna Kunoy. Vit eru í hesum seinra partinum við Hvílingarstein á veg oman aftur.

Túrur í Skarðdali og sílaprát við Sandsvatn 09.08.2020

Kunoyggin er í meðan hægsta oyggj landsins, men tað ber eisini til at ganga túrar í láglendi. Hetta er tíðin, tá sjósíl fara niðan í áir og vøtn. Frítíð og náttúra var eitt kvøldið við Sandsvatn, har vit prátaðu við Bjørgfinn, Hanus og Heina Inni á Tanga

Um kjógva og jarðriv 02.08.2020

Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg. Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv - erosjón - og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein tú...

Frílendisætlan í Hoydølum og ríðiðtúrur í Vágum 27.07.2020

Vit halda fram ríðitúrin saman við Thomas Hans Gaardlykke í Miðvági. Vit eru á Fótamørskletti og steðga á við bólið í Krosssgili og við Sálarbótsá í Vatnsbrekku. Harafturat hittir Frítíð og náttúra Ronnie Thomassen og Rakul Arnfríðu Dam í Niðastu Hoydølum. Har skal ein gøta gerast í ár oman gjøgnum Starvabrekkuna og ein skal gerast oman á Hvítasand við Boðanes í stóru frílendisætlanini. Eisini far...

Ríðitúrur í Vágum og túrur fram við Hoydalsá 19.07.2020

Frítíð og náttúra var í juni ein ríðitúr saman við miðvinginum, Thomas Hans Gårdlykke, sum er reiðmaður, gamal røktingarmaður, sílafiskari og var vanur at fleyga lunda. Vit, Thomas Hans, ríða úr Miðvági fram eftir Vørðunum í hesum fyrsta partinum. Thomas Hans greiðir frá støðum á vegnum, fjallagøtuni, ríðing í Vágum og øðrum náttúrfyribrigdum. Hoydalsá er ein av teimum fýra stóru áunum í Havnini....

Túrur í Svínoy við Óla á Geilini (2:2) 12.07.2020

Hoyr sendingina her.

Túrur í Svínoy og verkætlan um sjósíl (1:2) 05.07.2020

Hoyr sendingina her.

Eftir varðagøtuni ímillum Vág og Fámjin 14.09.2019

Hoyr sendingina her.

Luister naar de podcast Frítíð og náttúra in Replaio

Radio en podcasts in één app - gratis en zonder account. Installeer vandaag nog en mis de lancering niet

Download het op Google Play

Replaio is geen uitgever van podcasts; namen van shows, covers en audio zijn eigendom van hun makers en worden verspreid via openbare RSS-feeds