Kringvarp Føroya
Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Visita il sito del podcast e sostieni chi lo crea: kvf.fo
Dove ascoltare?
I podcast nell'app Replaio Radio In arrivoI podcast stanno per arrivare nell'app. Installala ora e scopri per primo un modo tutto nuovo di vivere i podcast
Episodi
Breddin: Føroyskir vinnumøguleikar í Grønlandi 02.10.2026 45:00
Í dag seta vit Grønland á Breddan. Umleið 120 vinnulívsfólk úr Føroyum hava síðstu dagarnar verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi. Í gjárkvøldið undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Grønlands Erhverv eina samstarvsavtalu, sum skal styrkja bondini millum vinnulívið í báðum londum. Tað er nógv virksemi í Grønlandi, og risa íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er um útbyggingar á orkuø...
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini 01.10.2026 44:12
Í gjár kom fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Tað fyrsta frá nýggju samgonguni. Rakstraravlopið var 38,5 milliónir krónur, men 25 milliónir krónur fara út aftur beinanvegin at fíggja inntøkuminkingina, ið stendst av, at inntøkumarkið fyri mótrokning í pensjónini verður munandi hækkað. Tá tann millumrokningin er gjørd, er avlopið tódnað niður í 13,5 milliónir krónur. Avlopið er fingið til vega við sp...
Breddin: Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? 29.09.2026 35:20
Fíggjarpolitiskt haldføri hava vit hoyrt nógv um. Hetta snýr seg um, hvussu vit tryggja, at pengarnir í landskassanum røkka nóg langt, men hvussu tryggja vit, at fólk eru haldfør? Hvussu tryggja vit, at tey trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum? Hvussu kunnu vit taka fólk og náttúruna við í roknistykkið, sum metir um haldføri? 'Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið?' spyr felagss...
Breddin: Hækkandi matvøruprísir 25.09.2026 34:52
Tað er vorðið munandi dýrari at seta matin á borðið. Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Hetta seinasta árið er mat- og drykkjuvørur vorðnar knapt eitt prosent dýrari, men kjøt er dýrkað nærum átta prosent. Men hví er maturin so nógv dýrari? Er tað fyrst og fremst kríggj, kreppur og príshækkingar uttanlands, sum er orsøkin? Ella er eisini okkurt...
Breddin: Grønland og verjuavtalan 24.09.2026 56:17
Týsdagin var nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA undirskrivað. Ein avtala, sum gevur USA víðkaðar karmar at hava hernaðarligt virksemi í Grønlandi, men sum samstundis staðfestir danska fullveldið og grønlendska sjálvsavgerðarrættin. Hvat hava londini í veruleikanum fingið burturúr avtaluni? Hevur USA fingið tað, sum USA trygdarpolitiskt vildi hava burturúr, men uttan at fáa Grønlan...
Breddin: Demenssjúka og trygdaravtalan um Grønland 22.09.2026 50:06
Demensur rakar ikki bert tað einstaka menniskja, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið. Mett verður, at umleið 1.000 føroyingar hava demenssjúku, og 4.000 eru avvarðandi. Tað eru kommunurnar, sum varða av eldra- og demensøkinum. Allar kommunur eru ikki eins væl fyri, og tí er eisini munur á tænastuni kring landið. Har er einki minstakrav. Hóast føroyska Alzheimerfelagið fylti 25 ár í gjár, á a...
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum? 18.09.2026 43:41
Tað er undantakið, at ein samgonga tekur undir við uppskoti frá andstøðuni. Hetta er ein sjúk mentan, heldur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í løtuni er í samgongu. Í síðstu viku var hann sum partur av samgonguni við til at fella eittt uppskot hjá andstøðuni. Sjálvur helt Erhard Joensen tað vera eitt gott uppskot, men samgongan hevði gjørt av at fella tað. Hevur løgtingið e...
Breddin: Evnisfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum og kópaveiða 17.09.2026 36:35
Verða inntøkurnar ikki øktar, ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur. Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum ein milliard krónur. Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini. Tað sigur Búskaparráðið nýggju ha...
Breddin: Fíggjarligar avleiðingar av krígnum í Iran 15.09.2026 35:26
Kríggið í Iran, sum Trump segði skuldi taka einar 4 til 5 vikur, er ikki av enn - og nú er meira enn hálvt ár farið, síðani kríggið byrjaði. Hormuzsundið hevur verið meira ella minni stongt, síðani USA og Ísrael lupu á Iran í endanum av februar. Nú er Bab al-Mandeb-sundið, millum Jemen og Djibuti, eisini stongt, og einki bendir á, at kríggið fer at enda í bræði. Hvat merkir tað fyri búskapin hjá v...
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið? 11.09.2026 42:54
PISA-kanningin og vantandi lesiførleikarnar hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum hava sett dám tíðindaflutningin hesa vikuna. Lærarar, foreldur og granskarar harmast, og ávara um úrslitið. Laka úrslitið í Danmark hevur ført til eitt uppskot um at banna fartelefonum í skúlum. Í Svørríki er PISA-úrslitið blivið eitt av stóru evnunum í valstríðnum. Landsstýrismaðurin í Føroyum vil stinga fingurin í jørð...
Breddin: PISA-kanningin og svenska ríkisdagsvalið 10.09.2026 35:39
Fer borgarliga stjórnin hjá Ulf Kristersson at varðveita valdið eftir svenska ríkisdagsvalið, ella sleppur Magdalena Andersson, oddakvinna í svenska javnaðarflokkinum, aftur at royna seg? Tað er tað stórur spenningur um, nú sviar skulu á val sunnudagin. Umframt valið til Ríkisdagin, sum svenska tingið kallast, er eisini val til svensku kommunustýrini og regiónsráðsráðini. Vit lodda politiska dýpið...
Breddin: Fundir í ríkisfelagsskapinum og við ES 08.09.2026 34:04
Nógv fundarvirksemi er í Nuuk í hesum døgum Í gjár var ríkisfundur, har stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Danmark hittust. Beinir Johannesen, løgmaður, hevur eisini havt fund við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur á ES-marknaðinum. Og í dag hava londini í ríkisfelagsskapinum fund í samstarvsráðnum. Við í sendingini: Bárður á Stei...
Breddin: Trýstið á Evropa veksur 04.09.2026 44:37
Seinastu dagarnar er trýstið í Evropa vaksið. Grannalondini hjá Ukraina ákæra Russland beinleiðis fyri yvirgang, hybridkríggj og royndir at vinna sær svíkjarar - at renna ørindi fyri russarar, tilvitað og ótilvitað. Í Danmark er PET komið við ávaringum, og mælir fólki tll at vera árvakin. Í Breddanum í dag spyrja vit, hvussu spenta støðan ávirkar okkum, skulu vit eisini verða árvakin? Og nær kunnu...
Met í arbeiðsvanlukkum - nú skulu vit hava null-hugsjón 03.09.2026 39:27
Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum í arbeiðsvanlukku. Tað er tað mesta í Norðurlondum, og hetta metið í deyðsvanlukkum hava vit havt í nógv ár. Talið av arbeiðsóhappum er eisini stórt í Føroyum. Í Vanlukkutryggingarráðnum fáa tey millum 350-400 fráboðanir um arbeiðsóhapp um árið. Tað er meira enn eitt um dagin. Arbeiðseftirlitið umskipað 1. september varð Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað...
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi 01.09.2026 31:42
Málið um tær fleiri hundrað grønlendsku kvinnurnar, sum uttan samtykkti fingu snyril uppsettan frá 1960-unum og frameftir, kom fríggjadagin á eitt vegamót. Ein serfrøðingabólkur kom við eini frágreiðing, sum varpaði ljós á, hvør kann ábyrgdast í málinum, og um menniskjarættindi eru brotin. Grønlendingar vilja hava rættvísi, og at øll søgan um Grønland sum hjáland og sum partur av danska ríkinum ve...
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið 28.08.2026 41:46
Umstøðurnar á eldraøkinum eru ikki nøktandi, og trupulleikin fer ikki at minka, tvørturímóti. Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka. Síðani málsøkið fór til kommunurnar at umsita í 2015, hava inntøkurnar vaksið hvørt ár, men vøksturin steðgar í 2027. Tá er vandi fyri, at summar kommunur hokna undir byrðuni. Í dag spyrja vit politis...
Breddin: Avbjóðingar og loysnir á eldraøkinum 27.08.2026 24:45
Vit liva longur, og tí verða fleiri eldri í Føroyum í framtíðini. Tað er steinur oman á byrðu hjá eldraøkinum, sum longu er undir trýsti. Í fleiri støðum í landinum er tørvur á bæði starvsfólkum og búplássum. Og pengarnir, sum higartil hava goldið fyri eldraøkið, eru farnir at ganga undan. Eldraøkið er evnið í sendingini dag. Vit tosa um avbjóðingar og loysnir. Við í sendingini: Torbjørn Jacobsen...
Breddin: Vit skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári 25.08.2026 27:10
Ikki færri enn fimm hitabylgjur hava rakt Evropa í summar. Í fleiri evropiskum londum hevur hitin verið meira enn 40 stig. Hitabylgjurnar hava elvt til turk og skógareld í Evropa, og fleiri eru deyð av nógva hitanum enn vanligt, meta hagtalsstovnar og heilsustovnar. Men nær er talan um hitabylgju? Hvørjar eru avleiðingarnar av hitanum í Evropa, sum setti met í summar? Tað er sannlíkt, at nógvi hit...
Breddin: Fiskidagar ella kvotur? 21.08.2026 37:11
Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt. Og hvussu gera vit so tað? Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum...
Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum 20.08.2026 40:27
Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær. Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina. - Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum am...
Ja ella nei til ES? 18.08.2026 31:47
Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap. Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku. Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og hv...
Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar 12.05.2026 51:41
Fyrradagin var mammudagur. Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn. Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan. Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini? Luttakarar: Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni. Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavn...
Breddin: Gjøld á alivinnuna 08.05.2026 31:06
Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt. Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn. Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi. Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at...
Breddin: Ójavni 07.05.2026 57:21
Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar. Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið? Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur. Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á innt...
Breddin: Politiskt kjak um mvg-frítøku av bensin og dieselolju 05.05.2026 53:22
Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað? Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni? Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum. Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir. Men ætlanin hjá Akseli V Joh...
Podcast simili
Replaio non è un editore di podcast; i nomi dei programmi, le copertine e l'audio appartengono ai rispettivi autori e vengono distribuiti tramite feed RSS pubblici