Kringvarp Føroya
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
Обов'язково відвідайте сайт подкасту та підтримайте його автора: kvf.fo
Де слухати?
Подкасти в застосунку Replaio Radio Уже незабаромПодкасти незабаром з'являться в застосунку. Встановіть уже зараз і першими побачте зовсім новий погляд на подкасти
Епізоди
Frætt og fregnað 1 (2:3) Video 27.03.2024 36:47
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 18. apríl 1999. Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Umframt uppi á landi er myndatólið hesaferð eisini undir vatnskorpuni fyri at vísa hvussu eitt av teimum kendu ferðamálunum í Føroyum sær út undir vatni. Hetta er onnur av trimum sendin...
Frætt og fregnað 1 (1:3) Video 27.03.2024 28:27
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum 28. februar 1999. Sendingin "Frætt og fregnað" vendir sær til bæði ung og gomul. Fýra evni eru hvørja ferð ymsastaðni úr landinum. Talan er um evni vit ikki hoyra um í dagliga kjakinum. Kortini eru tey av stórum týdningi í føroyska gerandisdegnum. "Frætt og fregnað"-liðið hevur sín egna bil og við honum fara tey saman við hyggjaranum úr einum stað...
Frætt og fregnað 1 (3:3) Video 27.03.2024 33:37
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 9. mai 1999. Theodor Thomassen í Sørvági rør framvegis út við sínum seksmannafari, hóast hann er 90 ára gamal. Báturin hevur staðið uppi í vetur og er júst komin á sjógvin aftur. "Frætt og fregnað" er við fyrsta túrin í ár. Og hesin síðsti parturin er eisini merktur av árstíðini. Vit vitja á Skælin...
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (4:4) Video 23.12.2012 48:02
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi. Á Siglufjørðinum er eitt spe...
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (3:4) Video 16.12.2012 36:04
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Á hvørjum heysti er tað ein stórhending við Skagafjørðin, tá nógv hundrað ross, sum hava gingið leys í fjøllunum, verða rikin oman í kendastu hestarættina í Íslandi. Landm...
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (2:4) Video 09.12.2012 35:03
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu ógvisliga kreppan í...
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (1:4) Video 02.12.2012 27:48
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Teir upplivdu mangt og hvat og hittu bæði íslendingar og føroyingar, sum eru bústiandi í Íslandi. Í hesi fyrstu sendingini eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000...
Frætt og fregnað 3 (12:12) Video 20.11.2011 36:26
Kvívík er ein gomul og hugnalig bygd, sum er nógv vaksin i nýggjari tíð. "Frætt og fregnað" setir hesa Kvívík á bredann, og hugt verður millum annað eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild. Grindadrápið er ein mentanararvur, sum vit eiga at halda fast við, eru grindmenn og fólkalívsfrøðingur á einum máli um í grindini í Funningsfirði. Paulina Eliasen á...
Frætt og fregnað 3 (11:12) Video 06.11.2011 32:13
Vakra viðarlundin er ein sannur dýrgripur í Kunoy, og í 2012 eru tað 100 ár síðani, at hon var gróðursett. Viðarlundin í Kunoy er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd setur dám á hendan næstseinasta partin av "Frætt og fregnað" í hesum umfarinum. Vit hitta eisini ein teilendska kvinnu í Lopra, sum kom til Føroyar fyri 10 árum síðani at arbeiða á fiskavirki, so børnini kunnu ganga í skúla heima í Teilan...
Frætt og fregnað 3 (10:12) Video 23.10.2011 38:25
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum. Har búgva fá fólk, men heystfrí er meðan sjónvarpið vitjar, og tí er fult lív í bygdini. Vit hitta eisini onkran av teimum, sum eru flutt burtur, men sum fegin vitja heimaftur í frítíðini. Ein gomul eldsmiðja í Oyndarfirði er eisini við í hesum partinum. Og tað er hugni, tá menn sita í Havnardali og binda flugur at...
Frætt og fregnað 3 (9:12) Video 09.10.2011 39:17
Í Tjørnuvík er árligi staksdagurin ein heilt serligur dagur. Bæði bygdarfólk og gestir fara eftir seyðinum, sum hevur gingið í Tjørnuvíksstakki, og síðani verður seyðurin seldur á stórari uppboðssølu í bygdini. Tað er sanniliga ein heilt serligur dámur yvir norðastu bygdina á Streymoynni hendan dagin. Vit hoyra eisini um, hvussu bæði staksdagurin og kingosangurin í Tjørnuvík hava vakt ans uttanfyr...
Frætt og fregnað 3 (8:12) Video 22.05.2011 32:56
Í hesum partinum vitjar "Frætt og fregnað" gomlu bygdina Lamba, ið serliga er kend fyri Norsku Løvu - søguliga skipið, ið skuldi vera fult av gulli og endaði sínar dagar á Lambavík fyri 300 árum síðani. Fleiri ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men í Lamba hava tey ikki mist vónina um at finna hetta serliga skip. Men vitjað verður eisini aðra staðni í landinum.
Frætt og fregnað 3 (7:12) Video 08.05.2011 32:11
Mikladalur í Kalsoynni, sum serliga er kend fyri søgnina um kópakonuna, er karmur um hendan partin av "Frætt og fregnað". Men vitjað verður í eisini í Havn, har vit síggja eitt nýtt, sjálvstøðugt savn, har lutir hjá sjálvum Nólsoyar Pálli hava verið íblásturin. Og ein kona í Leynum ger framúr góðar køkur.
Frætt og fregnað 3 (6:12) Video 17.04.2011 31:03
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Oyndarfjørður er ein gomul og sera hugnalig bygd, har umleið 150 búleikast. Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Oyndarfirði, har vit m.a. hitta eina unga kvinnu, sum hevur stórar ætanir við gamla handlinum hjá abbanum. Hesin gamli úthandil skal nú gerast eitt verulgit tilboð til ferðafólk, sum vitja bygdina.
Frætt og fregnað 3 (5:12) Video 03.04.2011 28:23
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Bygdin Leynar við stóra sandinum er karmurin um hendan fimta partin av "Frætt og fregnað". Og okkurt av evnunum fer fram á sandinum. Vitjað verður eisini í Syðrugøtu og á Eiði.
Frætt og fregnað 3 (4:12) Video 20.03.2011 27:52
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Bygdarfólkið í Bø hevur umskapað eitt viðurbyrgi í bygdini til eitt livandi fríøki við einum amfiteatri. Hetta verður eitt av evnunum í hesum partinum av "Frætt og fregnað".
Frætt og fregnað 3 (3:12) Video 06.03.2011 34:24
Triðja umfar av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum í 2011. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja. Tað fara vit at síggja í Frætt og fregnað hesu ferð, tí vitjað verður í Saksun.
Frætt og fregnað 3 (2:12) Video 20.02.2011 30:45
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Á ferðini kring landið vitjar Frætt og fregnað í hesum partinum í norðastu bygdini í Suðuroynni, Sandvík. Eitt av evnunum er um skaðagrindini í Sandvík í 1915, sum setti djúp spor.
Frætt og fregnað 3 (1:12) Video 06.02.2011 43:26
Sending frá 2011 Í hesum fyrsta partinum av "Frætt og fregnað" vera brot úr eldri partum vístir.
Frætt og fregnað 2 (11:11) Video 28.11.2010 33:50
Hesa ferð verður vitjað í syðstu bygd í Eysturoy, í niðursetubygdini Æðuvík, sum seinastu árini er vorðin kend sum jólabygdin burturav. Men har hendir eisini nógv annað. Og vit hitta tónaskaldið Knút Olsen, sum við sínum mongu kendu løgum er vorðin fólkaogn.
Frætt og fregnað 2 (10:11) Video 14.11.2010 32:39
Í kvøld vitja vit í Dali, syðstu bygdini í Sandoynni, har fólk greiða frá ymsum viðurskiftum. Og vit eru eisini í einum óvanligum føðingardegi.
Frætt og fregnað 2 (9:11) Video 31.10.2010 34:36
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" á Slættanesi, sum var avtoftað mitt í sekstiárunum.
Frætt og fregnað 2 (6:11) Video 19.09.2010 32:49
Grótgarðarnir á Viðareiði eru nakað heilt serligt, teir eru best prógvið um, hvussu nógv arbeiði tey gomlu løgdu í at lívbjarga sær. Og tí skulu teir varðveitast.
Схожі подкасти
Replaio не є видавцем подкастів; назви шоу, обкладинки та аудіо належать їхнім авторам і поширюються через публічні RSS-канали