Vágavarpið
Vágavarpið
Vágavarpið ger sendingar um søgu og mentan í Vágum.
Glöm inte att besöka poddens webbplats och stötta skaparen: soundcloud.com
Var kan du lyssna?
Poddar i appen Replaio Radio Kommer snartPoddar kommer snart till appen. Installera nu och bli först med att uppleva ett helt nytt sätt att lyssna på poddar
Avsnitt
Jørgen Niclasen - Annar Partur 04.11.2023 31:13
Annar partur av samr'ðuni við Jørgen Niclasen, har hann fortelur um landspolitikk og politikk í Vágum.
Jørgen Niclasen - 1 Partur 03.10.2023 26:54
Jørgen Niclasen fortelur um ta politiska lívið her vestri fyrr í tíðini, um sínar royndir sum politikkari og mangt annað. Hetta er fyrsti partur.
Leivur Nattestad - Vatnverkið 29.08.2023 30:17
Vit taka fyri givið at vatn er í kranunum, men soleiðis var ta ikki altíð. Ikki fyrr enn í 1972 komu teir fyrstu brunnarnir í Miðvági og hetta broytti søguna á oynni. Um vit ikki høvdu havt teir, høvdu vit ikki havt nakað ellisheim ella fiskavirkir.
Marjun Nattestad 19.07.2023 52:17
Marjun Nattestad fortelur um lív sítt, um tíðina í Klakksvík, um hvussu ta var at verða mamma og at arbeiða fyrr í tíðini í Miðvági, og mangt annað.
Jón í Bø 29.06.2023 44:19
Jón í Bø fortelur um Bíggjar søgu.
Thurid Olsen 5 partur - Endurminngar um Miðvág 12.05.2023 38:46
5ti og seinasti partur av endurminningum um Miðvág áðrenn vit fara í holt aftur seinni.
Thurid Olsen 4 partur. Endurminningar um Miðvág 12.04.2023 26:49
Thurid Olsen fortelur um hvussu ta var at ferðast fyrr í tíðini.
Thurid Olsen - 3 Partur. Endurminningar um Miðvág 08.03.2023 35:49
Hetta er triði partur í røðini av sendingum við Thurid Olsen.
Thurid Olsen - 2 Partur. Endurminningar um Miðvág. 27.02.2023 38:58
Annar partur í eini røð av sendingum við Thurid Olsen um ta farna bygdalívið fyrr í tíðini her vestri.
Thurid Olsen - 1 Partur. Endurminningar um Miðvág 20.02.2023 37:53
Endiliga hoyrist ein kvinnurødd á Vágavarpinum! Thurid Olsen fortelur um bygdalívið í Miðvági. Hetta er fyrsti partur í eini røð av sendingum.
Sámal Vágalið 22.01.2023 32:37
Sámal Vágalið, fótbóltslegendan úr Miðvági, fortelur um fótbóltin í heimbygdini og Føroyum fyrr í tíðini.
Sandavágs søga (endursending) 25.12.2022 2:37:13
Sendingarnar við Jens Eli Ellefsen vóru so vælumtøktar, at eg gjørdi av at endursenda tríggjar gamlar sendingar, sum eg havi sett saman til eina langa sending. Heini F. Petersen fortelur um Sandavágs søgu.
Heini F. Petersen - Staðarnøvn í Sandavági 17.12.2022 51:38
Heini F. Petersen fortelur um staðarnøvn í Sandavági og søguna handan nøvnini.
Høgni Nielsen - Staðarnøvn í Sørvági 10.12.2022 32:13
Høgni Nielsen fortelur um staðarnøvn í Sørvági.
Jens Eli Ellefsen Annar Partur 04.12.2022 37:21
Annar partur við Jens Eli Ellefsen. Hetta er ein gomul sending sum eg havi redigera umaftur.
Upptøka av fyrilestrinum hjá Elin Brimheim Heinesen um Jens Paula Heinesen 04.12.2022 1:04:22
Tann 28nda novembur 2022 helt Elin Brimheim Heinesen ein fyrilestur um pápa sín Jens Paula Heinesen. Hon fortelur um pápa sín, syngur sangir, insperað av yrkingum hjá honum, og lesur úr skaldskapinum hjá honum. Upptøkan endar við einum felagssangi av hennara "Eitt dýpi av dýrari tíð".
Leivur Nattestad 2 partur 19.11.2022 29:50
Leivur fortelur um eitt sindur um Mylluna og Jákup Joensen, Colonel Anderson og tí spennandi bjargingina við Bjarnoynni.
Jens Eli Ellefsen Fyrsta Sending 18.11.2022 34:47
Eg havi redigerað ein av teimum fyrstu sendingunum sum eg gjørdi. Eg lurtaði eftir henni og helt at hon kundi gerast nógv betri við at klippa so nógv sum gjørligt av mínum ískoyti úr. Hetta er ein eykasending úr gomlum tilfarið hjá Vágavarpinum.
Leivur Nattestad 05.11.2022 37:59
Leivur Nattestad fortelur um familjuna, gamla Miðvág, hvussu ta var undir krígnum og mangt annað.
Martin Nielsen - Televerkið í Vágum 22.10.2022 47:14
Martin Nielsen fortelur um søguna hjá televerkinum í Vágum og tí stóru menningina frá tá ið hann byrjaði til nú á døgum.
Ingolf johannesen 6 partur 18.06.2022 30:49
Tann síðsti parturin av samrøðuni við Ingolf Johannesen. Aftaná hendan partin fer VV á eina lítla summarferiu.
Ingolf Johannesen 5 partur 11.06.2022 48:01
Ingolf fortelur um lærutíðina, um sína tíð á sjónum og mangt annað.
Ingolf Johannesen 4 partur 05.06.2022 32:26
Í hesari sendingini fara vit aftur í tíðina. Ingolf fortelur m.a. um sín fyrsta túr til sjós og um Føroyahavnini í Grønlandi.
Ingolf Johannesen 3 partur 28.05.2022 34:27
Í triðja parti av samrøðuni hoyra tit skemt, óhugna og spenning. Ein sera góð frásøgn frá Ingolfi.
Ingolf Johannesen 2 partur 07.05.2022 32:03
Annar partur av samrøðuni við Ingolfi. Hesuferð fortelur hann um barnaárini og um Húsastovubrandin
Replaio är ingen poddutgivare; programnamn, omslag och ljud tillhör sina upphovspersoner och distribueras via offentliga RSS-flöden