Filadelfia í Gøtu

Grundskeið í gudfrøði

Grundskeiðið í gudfrøði snýr seg um grundleggjandi sannleikar í kristnu trúnni, lagdir fram á ein einfaldan, skjótan hátt, sum er lættur at minnast. Upptøkurnar verða gjørdar í Filadelfia í Gøtu. Tilfarið er bygt á "New City Catechism", sum Crossway gav út í 2017. Rættindi tilskilað.

Vizitează neapărat site-ul podcastului și susține-i creatorul: podcasters.spotify.com

Autor

Filadelfia í Gøtu

Categorie

Religion

Site-ul podcastului

podcasters.spotify.com

Cel mai nou episod

3 nov. 2023

Unde asculți?

Podcasturi în aplicație Replaio Radio În curând

Podcasturile ajung în curând în aplicație. Instaleaz-o acum și fii primul care descoperă o abordare complet nouă a podcasturilor

Descarcă din Google Play Instalează gratuit Android 10 mil.+ descărcări · nota 4,7+ iOS în curând

Episoade

6. spurningur - Hvussu kunnu vit dýrmeta Gud? 03.11.2023

Vit dýrmeta Gud við at njóta hann, elska hann, líta á hann og við at vera vilja, boðum og lógum hansara lýðin. Tú skalt tí nú elska HARRAN Gud tín og halda tað, ið Hann sigur við teg at halda - lógir, fyriskipanir og boð Hansara - allar dagar. (5. Mósebók 11:1) Undirvísari: Arni Zachariassen. Upptikið í Filadelfia, hóskvøldið 2. novembur 2023.

5. spurningur -
Hvat annað skapti Gud? 23.10.2023

Svar: Gud skapti allar lutir við megini í orði sínum, og alt skaparverk hansara var sera gott; alt treivst soleiðis, sum tað skuldi, undir umsorgan og harradømi hansara. Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt - og tað var sera gott. (1. Mósebók 1:31a) Undirvísari: Arni Zachariassen. Upptikið í Filadelfia, hóskvøldið 19. oktobur 2023.

4. Hvussu og hví skapti Gud okkum? 29.09.2023

Gud skapti okkum í mynd síni, bæði kallkyn og kvennkyn, at kenna hann, elska hann, liva saman við honum og dýrdargera hann. Og tað er rætt at vit, sum skapt vórðu av Gudi, liva, honum til dýrd. So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey. (1. Mósebók 1:27) Upptikið 28. septembur 2023 í Filadelfia í Gøtu. Arni Zachariassen undirvísur.

3. spurningur -
Hvussu nógvir persónar eru í Gudi? 21.09.2023

Svar: Tríggir persónar eru í tí eina sanna og livandi Gudi: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Teir eru meinlíkir í náttúru, javnlíkir í megi og dýrd. "Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!" (2. Korint 13:13) Upptikið í kjallaranum í Filadelfia, hóskvøldið 21. septembur 2023. Arni Zachariassen undirvísur.

2. spurningur - Hvør er Gud? 14.09.2023

Svar: Tað er Gud, sum hevur skapt øll og alt, og heldur øllum, hann hevur skapt, uppi. Hann er ævigur, óendaligur og óbroytandi í síni megi og fullkomleika, góðsku og dýrd, vísdómi, rættvísi og sannleika. Einki fer fram uttanum hann og uttan so, at hann vil tað. Arni Zachariassen undirvísti í Filadelfia, 14. septembur 2023.

1. spurningur - Hvør er einasta vón okkara í lívi og deyða? 07.09.2023

Svar: At vit ikki eru okkara egnu, men at vit, bæði kroppur og sál, í lívi og deyða, hoyra Gudi og frelsara okkara, Jesusi Kristi, til.   Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. (Róm. 14:8) Undirvísari: Arni Zachariassen. Upptikið í Filadelfia...

Ascultă podcastul Grundskeið í gudfrøði în Replaio

Radio și podcasturi într-o singură aplicație - gratuit și fără înregistrare. Instaleaz-o azi și nu rata lansarea

Descarcă din Google Play

Replaio nu este editorul podcasturilor; numele emisiunilor, coperțile și materialul audio aparțin autorilor lor și sunt distribuite prin fluxuri RSS publice