Vitlíki

Vitlíki

Eitt poddvarp um vitlíki í Føroyum.

Author

Vitlíki

Category

Technology

Podcast website

www.vitliki.fo

Latest episode

Apr 17, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

015 - Lump, snýt og vitlíkisskálkar (Ulrik Andersen og Bogi Reinert Lydersen) 17.04.2026

Nú er tað alvorligt. Vit tosa um svik, lump, snýt, smishing, deepfakes, grooming, sextortion og alt tað sum vitlíki ger so øgiliga nógv lættari. Við okkum hava vit umboð frá Løgregluni og Betri Banka at hjálpa okkum at skilja hesar nútímans vandar. Føroya Politi: https://politi.fo/melda/it-kriminalitetur Bogi Reinert Lydersen: https://www.linkedin.com/in/bogi-lydersen-71357329b/ Betri Banki: https...

014 - Veðurdátur og Orkuframleiðsla (Andrias Klein Gregoriussen og Terji Nielsen) 03.03.2026

Vit tosa við Terja Nielsen (sum er farin í gongd við PhD verkætlan um vitlíki og orkuframleiðslu) og Andrias Klein Gregoriussen (veðurfrøðing á Veðurstovuni) um hvussu vitlíki hjálpur okkum at skilja veðurdátur, gera veðurforsagnir og eisini stuðla undir framleiðslu av burðardyggari orku. Andrias Klein Gregoriussen: https://www.vedur.fo/fo/um-okkum/starvsfolk/andrias-klein-gregoriussen Veðurstova...

013 - Út úr maskinrúminum (Ólavur Ellefsen og Gunnleygur Clementsen) 16.02.2026

Vit tosa við Ólavur Ellefsen og Gunnleygur Clementsen um hvussu vit koma út úr maskinrúminum – hvussu tøkni broytir dagligu arbeiðsuppgávur, læring, førleikar og møguleikar hjá arbeiðsfólki og fyritøkum. Vit lýsa bæði møguleikar og vandar, tosa um hvussu vit kunnu fyrireika okkum til broytingarnar, og hvussu vitlíki kemur at mynda Føroyar og okkara framtíðar arbeiðslív [GG: Okkara memory-kort sum...

012 - Vitlíki á Jobmatch 2025 (3 samrøður um vitlíki) 05.01.2026

Vit eru á Jobmatch 2025 og tosa við 6 ymiskt fólk um vitlíki. Takk til gestirnir og sjálvandi eisini til Syntesa og Jobmatch! Jobmatch: https://www.jobmatch.fo/ Bartal Clementsen: https://www.formula.fo/ Dávid í Lág: https://www.linkedin.com/in/davidilag/ Ólavur Ellefsen: https://www.usable.dev/ Ruth Vang: https://www.fmr.fo/ Lars Black: https://www.torshavn.fo/ Fríður Dalsgarð: https://www.torsha...

011 - Vitlíki og Skúlaverkið (Martin T. Zachariasen & Christian Joensen) 08.12.2025

Vit hyggja at AI í skúlaverkinum. Við eru Martin Zachariasen, rektari á Setrinum og Christian Joensen, rektari á Miðnámi á Kambsdali. Vit tosa um, hvussu vitlíki  broytir skúlan, og um Føroyar eru klárar at handfara broytingarnar. Eisini spyrja vit, hvørjar førleikar næmingar mugu hava, nú AI gerst ein vaksandi partur av skúlaverkinum. Mikrofonin hjá Martin Z. skurrar eitt vet. https://www.indepen...

010 - Marruføði og dystopi (og status) 14.11.2025

Ein heldur øðrvísi partur: Onkur úr amerikonsku kongressini hevur verið á LinkedIn hjá Martini, forarbeiðið til føroysku AI-strategina er í gongd, Vitlíkis-netverkið hevur fingið fastan bústað á Setrinum og Tróndur hevur sagt fólkaskúlanum hvar skápið skal standa. Vit tosa um nýggjastu granskingina innan AI – frá bottom-up superintelligens og modell-paring til nýggja mini-supertelduna hjá NVIDIA’s...

009 - CityDNA: AI og Tourisme (Peter Rømer Hansen & Magnus Hessbo) 01.10.2025

Den internationale turismekonference City Destinations Alliance | CityDNA (i samarbejde med www.visittorshavn.fo ) er landet i Tórshavn – og vi har, trods deres tætpakkede program, været så frække at kapre Group NAO’s Peter Rømer Hansen og Magnus Hessbo til en snak om AI og turisme. Vi kommer omkring det globale perspektiv, men også hvad det betyder her på Færøerne. Undervejs dykker vi ned i Group...

008 - CityDNA: AI agents (Bastian Hiller) 30.09.2025

The international tourism conference City Destinations Alliance | CityDNA has arrived in Tórshavn – and despite his jam-packed schedule, Tróndur Hentze Sørensen and I managed to snag Bastian Hiller from Teejit for a conversation about AI, tourism and AI agents. We dive into their hands-on session, where participants build AI agents in under two hours, and explore Bastian's broader perspective...

007 - Vísindavøkan 2025 (4 samrøður um vitlíki) 29.09.2025

Martin koyrur solo í dag og vitjar Vísindavøkuna 2025 í Sjóvinnuhúsinum. Hann finnur fýra ymisk áhugaverd og fitt fólk – hvør við sínum tilknýti til vitlíki. Vit koma víða um. Okkurt er stutt...okkurt er langt, man alt er áhugavert. Stóra tøkk til Tóra, Noomi, Sámal og Sjúrð - takk fyri at tit tímdu at siga ja uttan nakað sum helst.  Tóri Slættalíð : https://www.linkedin.com/in/t%C3%B3ri-sl%C3%A6t...

006 - (Partur 2/2) – Hvat er eitt málmodell? (Barbara Scalvini) 12.09.2025

Nú vit hava nýggjar greyðir, kunnu vit bjóða gestum við. Tí skunda vit okkum at bjóða Barbaru Scalvini frá Náttúruvísindadeildini og Máltøknideplinum at greiða okkum frá hvat eitt málmodell er. Vit tosa sjálvandi um alt møguligt annað áhugavert. Partur 2 av 2. Barbara á Setrinum : https://www.setur.fo/fo/setrid/starvsfolk/barbara-scalvini Barbara á Linkedin : https://www.linkedin.com/in/barbara-sc...

005 - (Partur 1/2) – Hvat er eitt málmodell? (Barbara Scalvini) 05.09.2025

Nú vit hava nýggjar greyðir, kunnu vit bjóða gestum við. Tí skunda vit okkum at bjóða Barbaru Scalvini frá Náttúruvísindadeildini og Máltøknideplinum at greiða okkum frá hvat eitt málmodell er. Vit tosa sjálvandi um alt møguligt annað áhugavert, og hoyra eisini frá einum sera óvæntaðun gesti. Partur 1 av 2. Barbara á Setrinum : https://www.setur.fo/fo/setrid/starvsfolk/barbara-scalvini Barbara á L...

004 - Nýggjar greyðir, status og eitt AI-sentur? 27.08.2025

Vit eru aftur, aftaná 8 mánaðar, og taka samanum. Hvat er hent síðan seinast, og hvat kemur at henda komandi partarnar. Ráðstevna um Etikk og Vitlíki: https://kvf.fo/greinar/2025/05/28/norskur-serlaekni-sjuklingur-kann-ikki-lita-meira-vitliki-enn-laeknan og https://kvf.fo/greinar/2025/05/28/avbjodingar-vid-vitliki-i-undirvisingini Frøði: https://in.fo/news-detail/froedi-hesa-ferd Vitlíki finnur sl...

003 - Ok, kom líka niður á jørðina aftur... 18.01.2025

Vit royna at finna ein millumveg millum part #001 og part #002, eitt stað millum kaos og utopia. Vit royna at finna fram til okkurt slag av status for vitlíki í føroyum og tosa eisini um hvar tað er mest sannlíkt at vit síggja vitlíki komandi árini. Ravnur: https://mtd.setur.fo/2022/07/04/verkaetlanin-ravnur/ Neural, Nordatlantisk AI Netverk: https://nora.fo/news/199/neural-nordatlantisk-ai-netvae...

002 - Vitlíkisutopi? 27.12.2024

Robott-ljóðandi vertirnir eru aftur, og venda 180-gradir í mun til part #001. Vit tosa um alt tað super-positiva sum kemst av vitlíki og um hvussu heimurin hevur møguleika at broytast fyri tað betra. Men, vit stríðast eisini við at finna orð og passandi hugtøk–og ivast um alt nú er so positivt. Google unveils ‘mindboggling’ quantum computing chip: https://www.theguardian.com/technology/2024/dec/09...

001 - Skuggasíðurnar av vitlíki 16.12.2024

Alt tað ræðandi, sum vitlíki kann føra við sær Í hesum partinum tosa vit um óttan, ið nógv hava viðvíkjandi vitlíki og framtíðini. Vit tosa um hugmyndir úr filmunum Terminator 2 og Matrix – eru hesir filmar bara tankaflog, ella kunnu teir gerast veruleiki? Eisini tosa vit um evni sum Artificial Super Intelligence og umrøða møguligu vandarnar við einum vitlíki sum vit kanska ikki megna at støðga. T...

Listen to the Vitlíki podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.