Vísindaknokkar

Vísindaknokkar

Science DA ↓ 6 episodes

Hetta poddvarpið, er sprottið úr einari blanding av forvitni, og eldhuga fyri at læra og miðla vitan. Endamálið er at lýsa gransking í Føroyum, umframt at lýsa ymisku møguleikarnar fyri at nema sær náttúruvísindarliga útbúgving og starv, bæði heima og í útlegd. Hetta verður gjørt, við at bjóða granskarum ein pall har tey kunnu miðla tí gransking sum fer fram í løtuni, umframt áhugaverda og týdningarmikla gransking sum longu er framd. Ynski okkara er at verða ein miðil, ið ger tað lættari fyri ein og hvønn FORVITNISKNOKK, at fáa atgongd til náttúruvísindaliga vitan, sum hevur serligan týdning f...

Author

Vísindaknokkar

Category

Science

Podcast website

visindaknokkar.wixsite.com

Latest episode

Nov 25, 2023

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android almost 10M downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

#5: Inflammatión og metabolisma, Helga Ellingsgaard, PhD. 25.11.2023

Gesturin hesaferð er Helga Ellingsgaard, granskari á TrygFondens Center for Aktiv Sundhed á Ríkissjúkrahúsinum. Vit práta um IL-6 og hvussu tað vísir seg at hava ávirkan á inkretinið GLP1 (eisini kent sum tað virkandi evnið í heilivágunum Wegovy og Ozempic), metabolismuna og feitt mobilisering. Helga greiður eisini frá hvussu luttakarir í teirra granskingarverkætlanum ofta vera kannaði bæði við at...

#4: Norn kyknur. Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru 18.07.2023

Hesaferð hava vit eina spennandi samrøðu við Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru, um Norn kyknur, sum hon hevur staðið fyri at finna og lýsa. Vísindaliga greinin hjá Bjørt og starvsfeløgum hennara er at finna her: www.nature.com/articles/s41591-023-02314-7 Í hesum táttinum verður Human Cell Atlas eisini nevnt. Sí meir her: Human Cell Atlas – To create comprehensive refe...

#3 Alduorka í Føroyum. Bárður Joensen, PhD. 06.06.2023

Vit práta við Bárður Joensen, PhD, um møguleikarnar fyri at útvinna og gagnnýta alduorku í Føroyum. Bárður hevur m.a. kannað umstøðurnar fyri at seta alduorkuverk út í Føroyum, umframt um tað kann loysa seg. Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics. Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum. Tónleikurin í poddvarpinum er frá Flawed Mangoes.

#2: August G. Wang, professari og serlækni innan psykiatri 18.05.2023

Poddlýsing: Gesturin hesaferð er August G. Wang, professari og serlækni innan psykiatri. Umframt drúgvar royndir, sum granskari hevur August eisini starvast innan psykiatriina bæði í Føroyum og Danmark. Vit hoyra um hansara yrkisleið og gransking sum hevur snúð seg um m.a. Sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Føroyum, samanborið við londini rundanum okkum og eisini um týdningin av ílegufyribrigdum í s...

#1: Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, verkætlanarleiðari fyri FarGen 06.04.2023

Í fyrsta tátti av Vísindaknokkum snýr prátið seg um arvaíløgur og FarGen verkætlanina. Vit hoyra um FarGen verkætlanina, hvussu dáturnar verða innsavnaðar - og tryggjaðar, og hvat endamálið við verkætlanini er. Gesturin í hesum táttinum er Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum hevur eina PhD í mílalívfrøði (molekylærbiologi) og til dagligt starvast sum verkætlanarleiðari á FarGen og harumframt er lim...

Introtáttur til Vísindaknokkar 18.03.2023

Vertirnir Annetta og Durita greiða frá hvussu Vísindaknokkar blivu til og hvat ætlanin er við poddvarpinum.

Listen to the Vísindaknokkar podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.