Føroya Pedagogfelag

Námsvarpið

Education FO ↓ 17 episodes

Námsvarpið, um námsfrøðið - Føroya PedagogfelagNicodemus Líggjasson og Ingolf S. Olsen skipað fyri.

Author

Føroya Pedagogfelag

Category

Education

Podcast website

www.pedagogfelag.fo

Latest episode

May 21, 2025

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Prát við Sannu á Løgmansbø 21.05.2025

Forkvinnan setur orð á nýggju strategiina

Svend Brinkmann 11.04.2025

Í hesum parti práta vit við Svend Brinkmmann, professari í sálarfrøði á Aalborg Universiteti. Svend Brinkmann bleiv rættuliga kendur, tá ið bók hansara ’’Stå Fast’’ varð útgivin í 2014. Í hesari upptøkuni hoyra Svend seta orð á, hvat námsfrøði er og kann, og hví hugtakið ''Dannelse'' (tvs. hvussu vit mennast og menntast), hevur serligantýdning innan okkara yrki eins og innan lærara...

Prát vit við Anju Djurhuus, autismurágeva 20.03.2025

Í hesum parti práta vit við Anju Djurhuus, sum er autismuráðgevi og serkøn innan autismuøkið. Anja tosar sjálvandi um hvat autisma er - bæði um avbjóðingar og styrkir, og hvussu hetta kann ávirka borgaran og baklandið á ymiskan hátt. Eisini varpar hon ljós á hvat fyri samfelagsligir møguleikar eru, og hvat kann betrast fyri tey, ið liva við autismu.

Í hesum parti vitja vit ADHD-felagið í Havn 06.01.2025

Í hesum parti vitja vit ADHD-felagið í Havn, har vit práta við Bjørg Dam, ið hevur verið forkvinna í felagnum síðan 2019, og við Biritu Kjærbo, sum er námsfrøðingur og eisini nevndarlimur í ADHD-felagnum. Samrøðan fevnur eitt sindur víða - prátið kemur sjálvandi inn á námsfrøði á ymiskan hátt, men eisini inn á tað meira persónliga, sum Bjørg og Birita hava upplivað. Og harvið koma vit eisini inn á...

Harry Knudsen prátar um sertoymi í Skúlanum við Løkin 13.12.2024

Í hesum parti vitja vit sertoymið í Skúlanum við Løkin, (Runavíkar Kommunskúli), har vit práta við Harry Knudsen, námsfrøðing. Harry er ein evnaríkur listamaður, ið hevur seráhuga fyri tí handverksliga og náttúruni, og nýtir hesi 'amboð' saman við hinum starvsfólkunum við Løkin, millum annað sum eitt slag av hjálpartóli, tá ið dagar eru torførir hjá summum næmingum. Uttandura umhvørvið og tað hand...

Jonna Maria við Á og Sólveig á Torvalaðnum 27.11.2024

Í hesari upptøku práta vit við Jonnu Mariu við À og Sólveig á Torvlaðnum, ið báðar eru námsfrøðilesandi á Setrinum. Vit fara millum annað at hoyra, hvussu tær uppliva at vera námsfrøðilesandi í Føroyum - hvat er gott og hvat er minni gott, og um teirra námsfrøðiligu áhugamál.

Hildur Patursson tosar um barnagarðspedagogik. 06.11.2024

Í hesum partinum av Námsvarpinum fara vit at hoyra fyrrverandi fakfelagsforkvinnuna, Hildur Patursson, ið millum annað tosar um, hvat barnagarðspedagogikkur er/ikki er, ella kanska burdi verið - avbjóðingar við nútíðar pedagogikki í Føroyum og okkara útbúgving. Og millum annað eisini um, hvussu ein barnagarðsuppliving i Meksiko ávirkaði hennara tankagongd um stovnslívið í Føroyum.

Margarinfabrikkin 09.09.2024
Nýtt námsvarp við Susan Hart 25.06.2024
Námsvarpið vitjar Rówt 06.05.2024

Tilboð til úngar misbrúkarar, ið ikki passar í nakrar av teimum vanligu kassunum.

Vøggustovunámsfrøði, 7. sending. 19.02.2024

Oftast er tað í vøggustovuni, at børnini sum umleið eitt ára gomul fyrstu ferð fara úr trygga reiðrinum heima hjá foreldrunum og traðka ella grulva inn í stovnsheimin. Og tað ræður um at fáa eina góða byrjan, leggja tey dent á á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Hesa ferð hevur Námsvarpið vitjað stóra dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka, har námsvarpsverturin Nicodemus Líggjasson hevur tosað vi...

Tann fantastiski heilin – Vitanin um heilan er effektiva amboðið í neuronámsfrøðini. 6. sending, desember 2023 02.01.2024

”Heilin er so fantastiskur”, sigur Lis Jonhardsdóttir Sørensen einastaðni, og tað er júst tað, hann er, og tí er tað eisini so fantastiska áhugavert at hoyra hana greiða frá neuronámsfrøðini. Lis er útbúgvin námsfrøðingur í Føroyum í 2006 og hevur seinni sum ein av heilt fáum føroyingum tikið eftirútbúgving í neuronámsfrøði. Tað gjørdi hon á professiónsháskúlanum UCN (University College of Norther...

Skíggjanýtsla – talgildi alheimurin er ikki svart-hvítur. 5. sending, november 2023 27.11.2023

Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni. Nicodemus Líggjasson, námsf...

Avstigmatisering hevur alt at siga, 4. sending oktober 2023 31.10.2023

Ari Brimheim og mamman Krista um autismu. Námsvarpið vitjar 24 ára gamla Ara, ið hevur autismu, og mammuna Kristu Longu tá Ari Brimheim var pinkubarn, og tey júst vóru komin heim av føðideildini, legði mamman, Krista Oddsdóttir Brimheim, til merkis, at hann kensluliga var øðrvísið enn pinkubørn flest. Hon er sjálv útbúgvin sosialnámsfrøðingur og sá skjótt onkur tekin um autismu, men hon hevði tó o...

Dagstovnurin Kura, 3. sending oktober 2023 31.10.2023

Dagstovnurin Kura, Starvsfólk í Kollafirði greiða frá teirra virksemi og tankarnar aftanfyri.

Guliskúli, 2. sending, august 2023 31.10.2023

Hvat verður gjørt í Gulaskúla, á Argjum, samrøða við Una Wardum

Hví eitt námsvarp - 1. sending, juli 2023 31.10.2023

Ingolf S. Olsen, Nicodemus Líggjasson og Jógvan Philbrow Sending løgd út fyrstuferð í juli 2023.

Listen to the Námsvarpið podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.