Missiónshúsið Libanon

Missiónshúsið Libanon

Religion FO ↓ 92 episodes

Missiónshúsið Libanon í Sørvági.

Author

Missiónshúsið Libanon

Category

Religion

Podcast website

www.libanon.fo

Latest episode

Jun 7, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Filippibrævið 3: Rættvísi - men frá hvørjum? 29.09.2023

Í triðja kapitli í Filippibrævinum ávarar Paulus filippimenn ímóti falslærarum, sum hava "rættvísi sína í holdinum". Hóast Paulus hevði meir enn teir allir í holdinum, so metti hann tað alt við skarn, fyri at hann kundi vinna Kristus og verða funnin í honum. Latið okkum vraka ta følsku rættvísina, sum fæst við holdinum og stremba eftir tí sonnu rættvísini, sum fæst frá Kristusi við trúgv! -- Bjarn...

Bíbilskir leiklutir hjá teimum kristnu; maður og kona, børn og foreldur, trælir og harrar 19.09.2023

Efesus 5, 22 - 6, 9. Kærleikin, sum maðurin skal vísa er av einum tílíkum slag, at tað eigur at verða óneyðugt hjá manninum nakrantíð at geva konu síni eini boð. Evangeliska mótboðið til "Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar" er ikki "Menn, valdi konur tykkara" men "Tit menn, elskið konur tykkara"! So er maðurin settur til at verða høvdið, og hevur hann fingið boðini, ikki at valda ko...

Leika í hjartanum fyri Harranum 10.09.2023

Ger ætlanir fyri tína tíð, tí um tú onki gert, verður tú leiddur. Ver í einum siðiligum, sonnum og gleðiligum felagsskapi. -- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 10. septembur 2023.

Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn 04.09.2023

Livið í kærleika, livi sum børn ljósins. Hoyrið hvussu hin kristni skal verða eftirfylgjari Guðs og ongan lut hava í gerningum myrkursins, men heldur skal revsa/avdúka teir. -- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 3. septembur 2023.

Víðgongda kristna lívsførslan 18.06.2023

Paulus eggjar teimum trúgvandi í Filippi til at liva, sum tað sømir seg gleðiboðskapinum. Tað inniber millum annað at í einleika stríðast fyri gleðiboðskapin, tað er ein náði at líða fyri gleðiboðskapin, at taka sær av hvør øðrum og lyfta hvønn annan upp og at arbeiða upp á frelsu okkara, so vit kunnu vera ljós í einum myrkum heimi.  Hetta megna vit ikki í okkum sjálvum, men Gud við sínum góða Hei...

Trúfesti móti gleðiboðskapinum 12.06.2023

Paulus upplivdi stóra mótgongd vegna gleðiboðskapin, men leinkjur hansara góvu teimum trúgvandi uppaftur størri dirvi til at tala Guds orð. Paulus sýnir filippimonnum, hvussu dýrabar trúgv okkara er, tá hann sigur: "Lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur". - Filippibrævið 1, 1-26 -- Bjarni Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 11. juni 2023.

Umbroytt lív: Leggja av gomlu menniskjuna og íklæðast nýggju 06.06.2023

Lær um kraftina í Guðs náði til at broyta lív okkara, og gera okkum før fyri at leggja av tað gamla og íklæðast tað nýggja lívið í Kristusi. Efesus 4, 17-32. -- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 4. juni 2023.

Í lítillæti, í kærleika vaksa andaliga 21.05.2023

Vit hoyra um tann stórfingna einleikan og kærleikan vit eru kallaði til, og um hvussu Guð hevur í samkomuni sett tænasturnar og givið náðigávur til kirkjuliðið. Teksturin hesa ferð er Efesus 4, 1-16. -- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 21. mai 2023.

Offur og lýdni, umvending og fyrigeving, tilbiðjan og takksemi 19.05.2023

Offur fyllir nógv í gamla testamenti. Men Gud var ikki áhugaður í sjálvum ofrinum, men hjartanum hjá tí, sum ofrar. At venda við er sum eitt offur. Tað kennist svárt í løtuni, men tað lønar seg altíð í longdini. Somuleiðis við tilbiðjan og takksemi. Tað er ikki altíð lætt, men tað lønar seg. -- Bjarni Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 27. novembur 2023.

Ídni og eyðmjúkleiki í boðan og andligt styrk vegna forbøn Paulusar 19.05.2023

Vit fara at kava djúpt niður í kapittul 3 í Efesus, versini 1-21, og læra um samhaldsfestið í Guðs dýrdarfullu ætlan. -- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 14. mai 2023.

Hvat ger Heilagi andin 06.05.2023

Sonni Jacobsen talar. Talan er partur av røð við evninum "Heilagi andin", har ymsir talarar taka ymiskar partar upp í hesum áhugaverda og spennandi evni. -- Upptikið 12. februar 2023.

Sameind í Kristusi eru vit EIN familja 30.04.2023

Efesus 2, 11-22. Í Kristusi eru vit ikki longur fremmand, men samborgarar við øllum heiløgum, Guds húsfólk. -- Upptikið 30. apríl 2023.

Samkoman - likam Jesu Krists 27.04.2023

Tú hevur ein týðandi leiklut í samkomuni, likam Jesu Krists, og samkoman er ikki ein bygningur, men eitt kirkjulið, har Harrin Jesus er høvdið. -- Upptikið 19. februar 2023.

Uppliv kraft heilaga andans 26.04.2023

Verð við henda sunnudagin og hoyr eina kveikjandi talu um heilaga andan - lær um fylling andans, halgan og eitt lív í andans kraft. -- Upptikið 26. februar 2023.

Elisabeth Joensen talar um Ester 24.04.2023

Upptikið 14.02.2016.

Kraftin í trúnni og í Guðs náði 23.04.2023

Talað verður við støði í Efesus kapittul 1 vers 15 til kapittul 2 vers 10. Vit fara at rannsaka umbroytandi kraftina í trúnni og markleysu náði Guðs, og kava niður í andligu dýbdirnar til teirra, sum fylgja Jesusi. Vit koma á møti fyri at styrkja okkara trúgv, dýpa okkara fatan av Guðs kærleika og koma í samband við okkara andaligu familju, sum brennur fyri at stuðla. -- Agnar Falkvard Joensen tal...

Guðs náði opinberað 19.04.2023

Agnar Falkvard Joensen talar á møtinum tann 16. apríl 2023 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.

Listen to the Missiónshúsið Libanon podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.