Missiónshúsið Libanon

Missiónshúsið Libanon

Religion FO ↓ 92 episodes

Missiónshúsið Libanon í Sørvági.

Author

Missiónshúsið Libanon

Category

Religion

Podcast website

www.libanon.fo

Latest episode

Jun 7, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Uppreisnarkraft 09.04.2024

Vit hugsavna okkum um vøkru uppreisnarfrásøgnina í Jóhannes kapittul 20.  Vit læra, at vit eru samgrógvin við Jesus í líkningini við deyða Hansara, og tí eru vit eisini tað í líkningini við uppreisn Hansara.  Heldur sannleikin so fast í tær, at tú megnar at leggja títt lív um í samsvari við Hann?    --  Agnar Falkvard Joensen talar.  Upptikið 7. apríl 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági. 

Upprisin! Sigurin á páskum 09.04.2024

Vit fagna sigur Kristusar yvir deyðanum og grøvini. Hansara sigur bjóðar okkum, sum trúgva, frælsi, fyrigeving og vón um eitt uppreisnarlív.    --  Jógvan Steintún talar.  Upptikið 29. mars 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági. 

Alt rós er útistongt - náði ovurhonds ríklig 24.03.2024

Men nú, tá ið tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guðs, hava tit ávøkst tykkara til halganar, og endin er ævigt lív. Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.    - Rómverjabrævið 6, 22-23.    --  Agnar Falkvard Joensen talar.  Upptikið 24. mars 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági. 

Liva yvirgivið 19.03.2024

    --  Eyðgerð Nattestad Hansen talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 16. februar 2020.

Gjøgnumgongd av Judasar brævi 19.03.2024

Ávaring móti falslærarum, dømir úr Gamla testamenti um Guds straff, eggjan til bøn og lovprísan til Guds.    --  Sonni Jacobsen talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 18. mars 2024.

Tú, menniskja, hevur tí onga avsakan 18.03.2024

Áminning Paulusar eru álvarsorð, sum skulu fáa okkum at óttast og at eyðmýkja okkum og undirgeva okkum til fulnar í trúgv á Jesus Kristus og verða endurnýggjaði við guðligum mátti. Tað finst ongin maður, sum ikki hevur góða orsøk at harmast um sín ófullkomileika, sína syndigu framferð, og sín mótvilja móti Harrans vilja.  Her er eitt høvi til sjálvrannsakan, sum skal og eigur at leiða til eina djú...

Kongabøkurnar (triði partur) 18.03.2024

Í Júda ríki vóru fleiri góðir kongar, ið av øllum alvi royndu at reinsa landið fyri avgudadýrkan, men teir høvdu ikki fólkið við sær, og ikki varð hirt nóg nógv um Guds lóg, sum satt at siga varð horvin og funnin aftur av Hilkia, meðan Jósia var kongur.  Eisini gingu summir av Júda kongum undir ójavnt ok við við Ísraelskongar, og tað var Júda ríki til fals.  Eftir herleiðslu Júda var ein 70-ára sa...

Kongabøkurnar (annar partur) 04.03.2024

Annar partur um Kongabøkurnar.    Tá Ísrael sleit frá Júda, fóru tey at elta aðrar gudar og at liva syndafullan lívstíl. Tá sendi Gud profetar sínar at áminna Guds útvalda fólk, men tey lurtaðu ikki eftir, og endin var, at fólkið varð burturflutt.    --  Bjarni Steintún talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 3. mars 2024. 

Kongabøkurnar (fyrsti partur) 29.02.2024

Fyrsti partur um Kongabøkurnar.  Ísrael vildi hava kong, tí tey vildu ikki vera undir Guds valdi, men verðsligum. Hóast Ísrael sveik Gud ferð eftir ferð, lovaði Gud vegna trúfesti Dávids at staðfesta ríki hansara ævinliga. Her er talan um hitt andaliga ríkið, sum er grundað á Jesus.    --  Bjarni Steintún talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 25. februar 2024. 

Hví kom Heilagi andin? 23.02.2024

-- Bjarni Steintún talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 29. januar 2023.

Blóðið, skuldarkenslan og skommin 20.02.2024

Vit grunda yvir væl kend bíbliuvers og yvir virðið, ið Guð hevur sett á okkum.  Hvussu verður tíðin hjá okkum brúkt, tá vit hugsa um, hvat hann gjørdi fyri at leyskeypa okkum? -- Agnar Falkvard Joensen talar. Upptikið 20. septembur 2020 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.

Tríeindin 19.02.2024

-- Jógvan Steintún talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 15. januar 2023.

Tíðin í Ørkini í Íslandi og høvuðsprestabønin 09.02.2024

Barbara hugleiðir um tíðina í Ørkini í Íslandi og staðfestir Guðs góðsku og forsorg í øllum! Ein tíð við avbjóðingum, signingum og ríkum minnum.  Barbara greinar høvuðsprestabønina hjá Jesusi.    --  Barbara Hannudóttir Jensen talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 4. februar 2024.

2. Kongabók, kap. 5 28.01.2024

Ein frásøgn um ymisk menniskju í ymsum umstøðum.  --  Leo-Hans Mikkelsen talar.  Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 28. januar 2024.

Fjallaprætikan, 5. partur 21.01.2024

Matt. 6, 25 - 7, 11.  Her eru nøkur spennandi evni viðgjørd: Stúrið ikki! Dømið ikki. Kasti ikki perlur fyri svín. Bøn og fyrijáttan. -- Sonni Jacobsen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 21. januar 2024.

Fjallaprætikan, 4. partur 14.01.2024

Matt. 6, 5-24, har Jesus tosar um evnini: Bøn, føsta, vandin við ríkidømi, andaligt ljós og ikki at tæna tveimum harrum. Granskað verður nærri í hesum evnum. -- Sonni Jacobsen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 14. januar 2024.

Fjallaprætikan, 3. partur 03.12.2023

Matteus 5, 38-48 og 6, 1-4.    Í Fjallaprætikuni lærir Jesus okkum munin millum tað gamla og tað nýggja. Nýggi sáttmálin byggir á slóðbrótandi prinsippini í Fjallaprætikuni. -- Sonni Jacobsen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 3. desembur 2023.

Líðingarsøga Jesu, 3. partur 26.11.2023

Triði partur av fleiri. -- Jógvan Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 26. novembur 2023.

Líðingarsøga Jesu, 2. partur 19.11.2023

Annar partur av fleiri. -- Jógvan Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 19. novembur 2023.

Líðingarsøga Jesu, 1. partur 14.11.2023

Fyrsti partur av fleiri. -- Jógvan Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 12. novembur 2023.

Fjallaprætikan, 2. partur 23.10.2023

Matteus 5, 21-37.  Ein sera týðandi tala hjá Jesusi.  Vit kanna eftir, hvat tað merkir, sum Jesus her tosar um. -- Sonni Jacobsen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 22. oktobur 2023.

Hernaðarkall og tilbúgving hins einstaka kristna 16.10.2023

Efesus 6, 10-24. Vit eru stødd í hesum stóra stríðnum, um vit ynskja tað ella ikki, og tað ræður um at verða fúsur nú, og lurta eftir tí, sum Paulus her sigur, tí vandin er annars, at vit ikki eru standandi, tá alt er vunnið. Paulus hevur við nógvum mætum og djúpum orðum gjøgnum hetta bræv elt okkum til eitt sjónligt máttmikið kristiligt lív í takksemi og Guðs ótta. Takk fái Guð at hann við orði s...

Fjallaprætikan, 1. partur 08.10.2023

Matteus 5, 1-20. Ein sera týðandi tala hjá Jesusi. Vit kanna eftir hvat tað merkir, sum Jesus her tosar um. -- Sonni Jacobsen talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 8. oktobur 2023.

Vitnisburður: Heilagi Andin í gerandisdegnum 06.10.2023

-- Mia av Kák Joensen vitnar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 5. mars 2023.

Filippibrævið 4: Friður, gleði, takksemi og nøgdsemi 01.10.2023

Paulus dugdi at eiga ovmikið og at hava lítið. Hann var nøgdur uttan mun til fíggjarstøðuna. Hansara nøgdsemi var nevniliga ikki grundað á lagaligar umstøður, men á Kristus sjálvan.  Bera vit tráanir okkara fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, so gevur Gud okkum sín frið, sum stígur upp um alt vit og skil.  Harí liggur okkara gleði og nøgdsemi. Í álitinum á Gud.  -- Bjarni Steintún talar. Uppt...

Listen to the Missiónshúsið Libanon podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.