Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal
Hermann & Helmsdal
Hermann & Helmsdal is a Faroese film podcast about what’s on screen—and how it’s made. Hosts Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal review new releases and classics, and sit down with filmmakers to talk story, craft, and the realities of making films from a small island nation. Most episodes are in Faroese; we switch to English when it serves the conversation. We cover festival titles, follow local premieres, and occasionally record live. Expect clear opinions, practical insights, and conversations that connect the Faroes to the wider film world.
Author
Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal
Category
Podcast website
Latest episode
Oct 17, 2025
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Hermann & Helmsdal hitta Hettarher í Hoydølum 17.10.2025 1:05:51
Vit vitja Hettarher í studio teirra í Hoydølum. Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff greiða frá, hvussu teir skapa filmstónleik – frá fyrstu skitsu til liðugt ljóðbland. Vit tosa um arbeiðsgongd, samstarv við leikstjórar/klipparar og dramaturgi í ljóði – og hvussu tónleikur lyftir filmsfrásøguna. Lurta, tagga, deil – og gev okkum endiliga viðmerkingar á SoMe Hermann & Helmsdal á SoMe:...
Live á G! við Knút Háberg Eysturstein. 26.07.2025 37:16
Live upptøka á G! Festivalinum, har vit høvdu vitjan av áskoðarum, og ikki minst Knút Háberg Eysturstein. Knút valdi sær út nøkur løg úr filmum, sum honum dámar, og saman tosaðu vit um hesi løg og filmarnar, sum tey eru úr. Filmsnørdaríið var í hásæti meðan tosað varð um alt frá Tarantino til Sergio Leone. Ein fantastiskt løta á G! 2025, sum tú kanst hoyra her:)
28 Years Later Ummæli + Mega zombiefilm prát! 14.07.2025 1:21:53
28 Years Later er seinasti filmurin hjá Danny Boyle. Hetta er tann 3. filmurin í "28" røðini, og at tosa um hetta hava vit vitjan av - the one and only - Rúna. Friis Kjær. Saman ummæla vit filmin, og vit tosa eisni um zombie filmsjangruna sum heild (okkurt av tí endar við at verða nokkso groteskt:)
How to Train Your Dragon Ummæli 13.06.2025 52:13
How to Train Your Dragon, sum í stóran mun gongur fyri seg í Føroyum, er komin í biografin, og sjálvandi ummæla vit filmin í Hermann&Helmsdal. How to Train Your Dragon er eitt so kallað "live action remake" av kenda teknifilminum, so vit tosa eisini eitt sindur um hetta útbreidda fenomenið, har klassiskir filmar vera umgjørdir til spælifilmar. Tað er eitt sindur svingandi, hvussu he...
Seinasta Paradís á Jørð. 09.06.2025 55:24
Sakaris Stórá er háaktuellur við filminum Seinasta Paradís á Jørd, sum hann hevur bæði skrivað og leikstjórað. Sakaris vitjar Hermann&Helmsdal á øðrum sinni, og sigur okkum søgur um, hvussu filmurin var gjørdur.
Tórbjørn Jacobsen 29.03.2025 1:27:31
Er hann nevndur, er hann kendur! The man himself: Tórbjørn ( Tobbi) Jacobsen vitjar Hermann&Helmsdal.
H&H - Stephen Cleary Returns 02.02.2025 58:01
Navnframi filmhandrits konsulenturin/ráðgevin (scripdoktarin) Stephen Cleary er aftur á vitjan í Føroyum, og sjálvandi máttu vit í Hermann & Helmsdal fáa eitt prát við hann aftur. Geytin er háaktuellur, so tað er upplagt, at prátið hesuferð snúgvar seg um stuttfilmin sum ein serstøk filmsjangra. Hvat er ein stuttfilmur? Hvussu langir skulu teir vera? Hvat skulu teir handla um? Hvussu slær ei...
H&H - Nadia Abrahamsen - Barnafilmfestivalurin. 17.01.2025 58:46
Vit tosa við powerhouse framleiðaran Nadiu Abrahamsen, sum saman við Filmhúsinum, hevur lagt til rættis og skipar fyri Barnafilmfestivalinum. Eisini hevur Nadia tikið stig til afturvendandi Minority Filmfestivalin. Oooooog so tosa vit eisini við Nadiu um hennara (heila) skelkandi rollu í filminum No Rest for the Wicked.
Hermann & Helmsdal - 2024 - Árið, ið fór. 10.01.2025 1:30:07
Fyrsti partur av H&H í 2025! Vit báðir hugleiða um filmar, vit sóu í farna árinum. Hvørjar filmar dámdu vit væl? Hvørjar dámdu vit slett ikki!? Og hví?
Hermann & Helmsdal - Torfinnur Jákupsson 25.10.2024 1:07:40
Er hann nevndur, er hann kendur! Lead-guitaristurin úr tónleikabólkinum Gestir...eisini hevur hann gjørt Trom... Torfinnur Jákupsson er Gøtumaðurin aftanfyri fyrstu - og inntil víðari - einastu føroysku altjóða krimi-sjóvarpsrøðina Trom. Hoyr alt um, hvussu dagdroyming á fiskavirkinum í Gøtu leiddi til eina yrkisleið innan film. Eisini tosa vit eitt sindur um, hvat er næst á skránni hja Torfinni...
Hermann & Helmsdal - Joker - Folie Au Deux 11.10.2024 1:00:46
Vit ummæla Joker 2, og tosa eisini nógv um 1'aran.
Hermann & Helmsdal - Beverly Hills Cop 4/80'ara Action Skemtifilmar 12.07.2024 53:57
Saman við Rúna Friis, hava H&H hugt eftir Netflix aktuella Beverly Hills Cop, sum er tann 4. filmurin í filmsrøðini um Axel Foley. Við støði í Beverly Hills Cop tosa vit um Eddie Murphy, stand-up, skemtifilmar, 80'ini, buddy cop action filmar.... ja, í stuttum, so verður nørd-o-metrið sprongt í luftina í hesum nýggjasta partinum av H&H.
Hermann & Helmsdal - Sakaris Stórá 05.07.2024 1:31:00
Sakaris er føroyingur! Sakaris er skopuningur! Sakaris ger filmar! í 2012 gjørdist Sakaris fyrsti vinnarin av Geytanum, og hetta var fyri filmin Summarnátt. Eisini hevur hann gjørt filmin Vetrarmorgun, sum varð virðisløntur á altjóða Berlin Filmfestival. ( Vetrarmorgun vann IKKI Geytan hetta árið), men (í núvernadi løtu) er Sakaris kanska mest kendur fyri at gera filmin Dreymar við Havið. Sakaris...
Hermann & Helmsdal - Horizon ummæli og kovboyfilmar generelt 28.06.2024 1:05:57
Í hesum partinum loypa vit í saðilin og ummæla fyrsta part av episku kovboyfilms verkætlanini hjá Kevin Costner: “Horizon: An American Saga.” Vit borðreiða eisini við einum snarskeiði í nøkrum, sum liggur øllum føroyingum sera nær: Koboyfilmssøgan! Yeehaw!
Hermann & Helmsdal tosa við Eir í Ólavstovu 21.06.2024 1:20:07
Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur? Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í...
Hermann & Helmsdal - Føroyskur filmskúli er settur á stovn! 14.06.2024 28:55
Anton Petersen og Gorm Just hava stovnað ein føroyskan filmskúla, sum byrjar longu í august!!!
Hermann & Helmsdal um Filmshúsið - vit hitta Marjun Niclasen 07.06.2024 1:15:49
Filmshúsið hevur fingið nýggjan stjóra! Tí vóru vit sjálvandi við til almennu móttøkuna hjá nýggja stjóranum Marjun Niclasen, á Vestaru bryggju, fríggjadagin 31/05/24. Mikudagin settu vit so Marjun stevnu, fyri at hoyra eitt sindur um hana, um filmshúsið og um hennara ætlanir við filmshúsinum næstu árini.
Hermann & Helmsdal - Challengers/Immaculate ummæli. 31.05.2024 1:12:47
Hermann & Helmsdal ummæla aktuellu filmarnar Challengers við Zendayu í høvuðsrolluni og ræðufilmin Immaculate, har Sydney Sweeney hevur høvuðsrolluna. Tær ungu Sweeney og Zendaya eru báðar kendar úr røðini Euphoria og m.a. hugleiða Hermann & Helmsdal um, hvørjar tær "nýggju" ungu filmstjørnurnar munnu vera í dag? Tosað verður um góð og ring sjónleikara avrik, musicals, ræðufilmar...
Hermann & Helmsdal Cannes SPECIAL! og Furiosa ummæli 24.05.2024 1:19:27
Í hesum serliga partinum av Hermann & Helmsdal geva vit okkara ummæli av filminum Furiosa og vit hoyra eina spennandi frásøgn frá sjálvum Cannes filmfestivalinum, har Gudmund var við til heimsfrumsýningina av Furiosa: A Mad Max Saga. (Herman var altso IKKI við í Cannes. Vit skulu líka undirstrika enn eina ferð, at Hermann var verandi heima í Føroyum, ímeðan Gudmundur var í Cannes. Altso: Gudmu...
Hermann & Helmsdal speak to Stephen Cleary 17.05.2024 57:45
Stephen Cleary knows what he’s talking about. For years he’s been active in international film industry, spanning across several continents. His passion is the story, the script; the very foundation of any good film. As a script consultant and story developer, he’s all about what makes a good film tick. What is the essence of a great story? What is a great character, and how might this vary acros...
Hermann & Helmsdal meet Daniel Bandeira - Full Episode 10.05.2024 28:54
This is the full episode of our chat with Brazilian director Daniel Bandeira, who visited the Faroes as part of the Pop-up Film Recidency back in November 2023. Off course, Hermann & Helmsdal couldn’t pass on the opportunity to have Daniel come join us on our podcast. In addition to talking to Daniel about his new film Property – which was screened in Havnar Bio by Filmsfelagið – we also touc...
Hermann & Helmsdal hitta Birgir Kruse og Ole Wich 02.05.2024 1:29:35
Hesa vikuna hitta vit Birgir Kruse og Ole Wich. Í eitt mannaminnið hava teir báðir staðið á odda fyri Filmsfelagnum - fremsta og elsta áhugafelagið fyri filmselskandi føroyingar. Anekdotirnar fúka í allar ættir og vit válka okkum í øllum frá blasfemiskum meistaraverkum frá 20 øld til at geva føroyinginum nýggjar og óvæntaðar filmsupplivingar. Vælkomin í Filmsfelagið!
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.