Kringvarp Føroya
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Góðan morgun Føroyar 15.10.2026 24:45
Gestir: Birgit Carina Eliasen Bárður Veihe Turið Poulsen
Góðan morgun Føroyar 14.10.2026 54:16
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin - almenna og privata - upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Tað er høvuðsspurningurin á almennum tiltaki, sum Brekumboðið hevur tikið stig til. Vit tosa við Eilif Magnusson Arge, ið er brekumboð. Aftaná, lívið eftir krabbamein, er nýggj sendingarøð í útvarpinum, sum Sissal Kampmann skipar fyri. Sissal hevur sjálv havt blóðkrabba, og hon kannar lívið e...
Góðan morgun Føroyar 13.10.2026 54:13
Fyrst í november letur Snorri Brend úr hondum bók um Mikladals kirkju. Vit skifta orð um bókina. Hetta er tíðin, har heystfjøllini verða gingin og flett verður. Vit tosa við Thorvald Lutzen.
Góðan morgun føroyar 12.10.2026 53:46
Føroyska havtilfeingið rúmar nógvum møguleikum, men hvussu kunnu vit fáa meira virði burtur úr tí, sum kemur úr havinum? Í heyst fara Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið undir eitt nýtt átak, sum skal hjálpa einstaklingum og fyritøkum at menna nýggjar vørur úr føroyska havtilfeinginum og fáa tær á marknaðin. Tað er ikki neyðugt at hava eina lidna vøru ella eina...
Góðan morgun føroyar 12.10.2026 23:52
Veðurfrøðingur er Knud Simonsen
Góðan morgun Føroyar 08.10.2026 53:47
Ljósareyður oktobur er átak, sum millum annað krabbameinsfelagið í USA setti á stovn í 1985. Síðani hevur oktober á hvørju ári verið mánaðin, har serligt ljós verður varpað á bróstkrabba. Ein partur av upplýsingararbeiðnum er at varpa ljós á fyribyrging, og tann týdning tað hevur at kanna seg sjálva, og leita sær hjálp, um ein varnast, at okkurt er, sum tað ikki plagar. Men hvussu kannar mann seg,...
Góðan morgun Føroyar 08.10.2026 24:48
Vit práta við Páll Danielsen um nýggja filmin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Veðurfrøðingur er Turið Laksá
Góðan morgun Føroyar 07.10.2026 54:06
Vit tosa um hvørjar sjónvarpsrøðir eru verdar at hyggja eftir, nú New York Times kom út við einum topp 100 lista. Eisini vitja vit bókasavn, har vit práta um bøkur, sum eru bannaðar Gestir: Hermann Eliassen Gudmund Helmsdal Oyvør Dam Jacobsen
Góðan morgun Føroyar 07.10.2026 23:52
Veðurfrøðingur er Jari í Hjøllum
Góðan morgun Føroyar 06.10.2026 54:13
Annika Olsen tók í síðstu viku við sum forfólk í Svimjisambandi Føroya, og hon vitjar útvarpsstovuna, áðrenn Theresa Turidardóttir Kreutzmann frá Visit North greiðir frá tiltakinum Virkið heyst
Góðan morgun Føroyar 06.10.2026 23:47
Nú landsdystur er, práta vit við Trónd Arge um Kazakhstan og vit hoyra um veðrið frá Turid Laksá
Góðan morgun føroyar 05.10.2026 54:37
Vit práta við Lív Reinert Nielsen, sum eftirlýsir at vit tosa um, nær talgildar skipanir gera alt lættari, bíligari og betri, og nær teir ikki gera tað. Eisini vitjar Ráðið fyri ferðslutrygd, nú tey hava rundað 50 ár. Gestir: Lív Reinert Nielsen Lovisa Petersen Glerfoss
Góðan morgun føroyar 05.10.2026 23:40
Veðurfrøðingur er Turið Poulsen
Góðan morgun Føroyar 02.10.2026 54:01
Vit fingu vitjan av stóra filipinska bólkinum, South Border, sum skal spæla konsert í Løkshøll í kvøld. Eisini práta vit við Suna Merkistein, sum júst hevur móttikið M.A. Jacobsen virðisløn.
Góðan morgun Føroyar 02.10.2026 24:35
Veðurfrøðingur er Knud Simonsen
Góðan morgun Føroyar 01.10.2026 54:07
Framá Føroyar var oyggjaleikasangurin í 1989 og nú skal ein nýggjur sangur finnast til oyggjaleikirnar næsta summar. Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari og Rúni Jákupsson, tónleikasamskipari í Kringvarpinum greiða frá. Hevur tú hug til at arbeiða úti í frískari luft, við mold undir neglunum? So er at lurta eftir, tá greitt verður frá gartnaraútbúgvingini. Marita Zachariasen, Sigrið Gunna...
Góðan morgun Føroyar 30.09.2026 54:29
"Róligur, Sámal Mathias, róligur" Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út á egnum forlagi, og hon gjørdist ein føroyskur klassikari. Nú, næstan 50 ár seinni eru bókin seld tveimum av heimsins størstu feløgum, W.W. Norton í USA og Canongate í Bretlandi, har hon verður lýst sum eitt møguligt høvuðsverk í samtíðarbókmentum. Enska heitið er The Driftwood Man, og aftanfyri týðingina s...
Góðan morgun Føroyar 30.09.2026 25:10
Veðurfrøðingur er Turid Laksá
Góðan morgun Føroyar 29.09.2026 25:49
Í morgun greiðir Erla Thorsteinsson frá Hagstovu Føroya frá, at í dag er dagurin, tá flestir føroyingar hava føðingardag. Turid Laksá gevur okkum veðrið í dag og í morgin
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.