Kringvarp Føroya
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Frætt og fregnað 2 (5:11) Video 21.05.2010 34:19
Í Fámjin hava tey nú skipaðar túrar, so ferðafólk hava betri høvi at síggja eina av vakrastu bygdunum í landinum. Men sum vanligt vera innsløg aðra staðni úr landinum eisini við í sendingini.
Frætt og fregnað 2 (4:11) Video 07.05.2010 39:44
Hesa ferð vitjar "Frætt & Fregnað" í Svínoy, har tosað verður við fólk um ymisk viðurskifti í bygdini. Aftur hesaferð eru nøkur evni aðra staðni úr landinum í sendingini.
Frætt og fregnað 2 (3:11) Video 23.04.2010 38:27
Hesa ferð verður gerandisdagurin hjá fólki, ið búleikast við Gjógv, lýstur. Gjáarmenn eru á fjalli fyri at geva heilivág, og tí er nógv líví bygdini hendan dagin. Eisini vera onnur evni aðra staðni úr landinum við í hesum partinum.
Frætt og fregnað 2 (2:11) Video 26.03.2010 36:39
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" í Skúvoy, har fleiri forkunnug evni í bygdini verða lýst.
Frætt og fregnað 2 (1:11) Video 12.03.2010 34:17
Í fyrstu sendingini skulu vit frætta úr Nólsoy. Jógvan Eli Dam og Tórður Mikkelsen gera sendingina.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.