Kringvarp Føroya
Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum. Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.
Husk å besøke podkastens nettsted og støtte skaperen: kvf.fo
Hvor kan du lytte?
Podkaster i appen Replaio Radio Kommer snartPodkaster kommer snart til appen. Installer nå, og bli den første som ser en helt ny tilnærming til podkaster
Episoder
Ræning norðuri á Dal og túrur við Fjallavatn 06.06.2024 48:43
Frásøgn frá einum ræningardegi oman eggja í Skúvoy, og frá einum túri við Fjallavatn og norður eggjar. Jóhann Mortensen gjørdi sendingina í 1987.
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy 31.05.2024 51:25
Eftir at skúvoyingar ikki høvdu rænt lomvigaregg í 14 ár, gjørdu teir eina roynd aftur í 1987. Henda dagin, tá skúvoyingar fóru undir oynna at ræna við tveimum bátum, var Frítíð og náttúra við. Vit tosaðu við nakrar eldri skúvoyingar á bátinum, sum fylgdu við gongdini hjá teimum, sum vóru uppi í berginum og tóku egg. At ræna - ella taka egg - var vanligt, bæði til húsbrúk og at selja. Henda dagin...
Túrur eystur í Barm við Jógvani 31.07.2021 47:33
Hesin túruin telist millum teir heilt góðu túrarnar í Føroyum. Hann er drúgvur, men har er stórslið, vakurt og fjølbroytt lendi
Túrur um Gravardal, Kvígingadal og Hellisdal saman við Jógvani 31.07.2021 48:37
Jógvan Gerðarlíð er frásøgumaður á hesum túrinum, sum vit gjørdu í nítiárunum
Túrur eftir Gásadalsgøtuni saman við Solbergi og fuglaprát við Erik 31.07.2021
Seinast í áttatiárunum fór grágásin aftur at byggja í Føroyum. Hon varð í síni tí oydd og átti ikki í oyggjunum í mong ár. Í 1990 fegnast fuglavinurin Erik Mortensen um, at grágasin aftur var farin at byggja, og hann vónar, at vit taka væl ímóti henni.
Túrur úr Sandvík til Hvalbiar og á Klubbanum í Fugloy 31.07.2021 56:34
Túrurin úr Sandvík til Hvalbiar eru stórsligin og vakur. Vit enda túrin saman við Nielsi Holm Jacobsen og Mortani Garðshamar. Á Klubbanum tosa vit um útsýni, hagan, seyð og annað. Harafturat greiða Jóannis Christiansen og Zakaris Zachariassen frá Norðbergi og Urðini Miklu
Túrur úr Sandsvík framvið vestursíðurni saman við Nielsei og Mortani 31.07.2021 47:23
Niels Holm Jacobsen og Mortan Garðshamar vóru frásøgumenn á Túri við Frítíð og náttúru í 1992.
Túrur í Hesti og úti á Eggjum 31.07.2021 56:10
Á Eggjum er frálíkt útsýni. Fyri sunnan er Borgarin og har sæst inn í bergið. Niðan fyri er Kallsvík og á helluni niðan fyri stóð Kallurin í síni tíð. Í Hesti greiðir Jørmundur Zachariassen frá bøi og toftum Úti á Hæli og so gongur leiðin heim móti bygdini aftur.
Túrur í Hesti við Jørmundi 31.07.2021 45:21
Frítíð og náttúra gekk ein túr saman við Jørmundi Zachariassen, í Hesti, um stóran part av Hestoynni í 1997. Í fyrra partinum ganga vit niðan á, dvølja við m.a. Faradalsvatn og Álvagjógv
Túrur eftir Hvalbiarfjalli við Jóhannesi 26.07.2021 57:33
Úr Nesi verður gingið upp gjøgnum Káragjógv og í Trongisvági er Mannagjógv, sum heldur er eitt gil. Ofta verður gingið av Rananum, men fyrstu varðarnir eru longur inni í Trongisvági. Hetta er ein lættur túrur. Útsýnið er gott og á vegnum sæst oman í Vatnsdal., sum var tiltikið gott sílavatn.
Túrur runt Skúgvoynna við Óla Jákupi 17.07.2021 53:58
Saman við Jóhan Peturi Clementsen og Óla Jákup Hentze, Óla Jákupi niðri í Sovu, í Skúgvoy sigldi Frítíð og Náttúra runt oynna. Hetta var eitt sera gott summarkvøld, so frásøgnin hjá Óla Jákup var áhugaved og løtt.
Túrur um Eystfelli við Símuni 15.07.2021 40:13
"Frítt er Eystfelli frá at fara", segði Sjúrður við Gellingará, sum var ein av Flokksmonnunum. Eystfelli er eystari endi, eystasta fkallið í Fugloynni. Ein sera góðan dag í juni 1990 gekk Símun Gullaksen, bóndi í Hattarvík, ein túr við Jóhann Mortensen um Eystfelli. Hann sigur frá náttúruni, fugli, staðarnøvnum og nøkrum hendingum.
Túrur millum bygningar og eftir láglendi í Koltri 18.09.2020 1:07:33
Í Koltri er gamli býlingurin, Heima í Húsi, væl varðveiddur og hús og úthús eru umvæld og endurbygd. Náttúran í Koltri er serlig. Ein partur er høgur - Uppi á Oyggj - og eysturendin er lágur - Fjallið, sum er lægsta fjall í Føroyum. Vit dvøljast við Neystið, Norðuri í Gerði, á Eiðinum á, við Nónrók, á Fjallinum, oman fyri Tangan og Heima í Húsi.
Túrur í Stóru Dímun (2:2) og viðarlundin Í Grøv 10.09.2020 1:00:12
Stóra Dímun er ein veldug náttúruperla og ein áhugaverd landbúnaðareind, har tey á garðinum royna at troyta náttúrutilfeingi sum best og burðardygt. Tað var ein avbjóðing at fáa trø at vaksa Úti í Grøv, men við tógvið stríð er tað eydnast, og dagliga vitja nógv fólk viðarlundina.
Túrur í Stóru Dímun og laksur í Saksun 04.09.2020 56:00
Stóra Dímun er ikki stór, men tað ber til at ganga góðar túrar, annaðhvørt í erva í oynni ella norður gjøgnum líðina eystanfyri. Vit eru komin til tíðina, tá laksaveiðan skuldi vera tann besta. Frítíð og Náttúra skattar dýpið norðuri í Saksun.
Túrur suður í Nýggjurð saman við Jógvani 27.08.2020 1:01:37
Jógvan Thomsen hevur ringmerkt og skrásett drunnhvíta og skráp í nøkur ár. Herfyri skrásetti hann ein skráp, sum hann ringmerkti fyri trimum árum síðani. Ein varislig meting sigur, at umleið 50.000 drunnhvítapør halda til í drunnhvítabølunum á eystursíðuni á Nólsoynni. Tí ansa nólsoyingarvæl eftir, at rotta ikki kemur í Nólsoynna.
Um fugl á Viðareiði saman við Silasi 21.08.2020 59:52
Viðareiði liggur opið fyri havinum eins og Svínoyar bygd og nógvur fuglur vitjar hesi plássini. Nógvur fuglur er eisini skrásettur á hesum plássum. Vit vitja á Helluni, við Spónhyljar og eysturi á Heiðum saman við Silasi Olofson.
Skrápur ferðast 30.000 km og túrur í Skarðdali (2) 16.08.2020 43:10
Í Kunoy ganga vit túr saman við Páll Gunnari Poulsen og Djóna Kunoy. Vit eru í hesum seinra partinum við Hvílingarstein á veg oman aftur.
Túrur í Skarðdali og sílaprát við Sandsvatn 09.08.2020 48:03
Kunoyggin er í meðan hægsta oyggj landsins, men tað ber eisini til at ganga túrar í láglendi. Hetta er tíðin, tá sjósíl fara niðan í áir og vøtn. Frítíð og náttúra var eitt kvøldið við Sandsvatn, har vit prátaðu við Bjørgfinn, Hanus og Heina Inni á Tanga
Um kjógva og jarðriv 02.08.2020 58:58
Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg. Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv - erosjón - og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein tú...
Frílendisætlan í Hoydølum og ríðiðtúrur í Vágum 27.07.2020 1:01:50
Vit halda fram ríðitúrin saman við Thomas Hans Gaardlykke í Miðvági. Vit eru á Fótamørskletti og steðga á við bólið í Krosssgili og við Sálarbótsá í Vatnsbrekku. Harafturat hittir Frítíð og náttúra Ronnie Thomassen og Rakul Arnfríðu Dam í Niðastu Hoydølum. Har skal ein gøta gerast í ár oman gjøgnum Starvabrekkuna og ein skal gerast oman á Hvítasand við Boðanes í stóru frílendisætlanini. Eisini far...
Ríðitúrur í Vágum og túrur fram við Hoydalsá 19.07.2020 57:17
Frítíð og náttúra var í juni ein ríðitúr saman við miðvinginum, Thomas Hans Gårdlykke, sum er reiðmaður, gamal røktingarmaður, sílafiskari og var vanur at fleyga lunda. Vit, Thomas Hans, ríða úr Miðvági fram eftir Vørðunum í hesum fyrsta partinum. Thomas Hans greiðir frá støðum á vegnum, fjallagøtuni, ríðing í Vágum og øðrum náttúrfyribrigdum. Hoydalsá er ein av teimum fýra stóru áunum í Havnini....
Túrur í Svínoy við Óla á Geilini (2:2) 12.07.2020 51:51
Hoyr sendingina her.
Túrur í Svínoy og verkætlan um sjósíl (1:2) 05.07.2020 57:24
Hoyr sendingina her.
Eftir varðagøtuni ímillum Vág og Fámjin 14.09.2019 53:27
Hoyr sendingina her.
Lignende podkaster
Replaio er ikke podkastutgiver; programnavn, omslag og lyd tilhører opphavspersonene og distribueres via offentlige RSS-feeder.