Kringvarp Føroya
Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
N'hésitez pas à visiter le site du podcast et à soutenir son créateur : kvf.fo
Où écouter ?
Les podcasts dans l'appli Replaio Radio Bientôt disponibleLes podcasts arrivent très bientôt dans l'appli. Installe-la dès maintenant et découvre en avant-première une toute nouvelle façon de vivre les podcasts
Épisodes
Vágskálin: Fjølbroytt innlit í lívið hjá Stanley 19.11.2025 50:49
Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað Uppi í tíðini er, at landsins elstu tónleikarar siga sína lívssøgu í bók. Í fjør kom bókin um Robert, og í ár er bók útkomin um Stanley Samuelsen. Hilmar Jan Hansen skrivar søguna um drongin, sum var abbasonur fyrsta løgmann í heimastýrinum, Andras Samuelsen, og sum mestsum føddist inn í Føroya størsta...
Vágskálin: Ein bók um leiðaran sum menniskja 12.11.2025 51:15
Til ummælis er bókin ”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á” eftir Helga Rasmussen Í nærum 30 ár hevur Helgi Rasmussen arbeitt við at menna leiðslur og arbeiðspláss, og ein stórur partur av arbeiðinum hevur snúð seg um at ráðgeva stovnum og fyritøkum um leiðslu. Í 2016 gav hann út bókina “Finn teg í organisasjónini”, og í ár er komin onnur leiðslubókin hjá Helga Rasmussen, sum nevnist “...
Vágskálin: Journalistisk søgubók um "Westward Ho" 29.10.2025 47:04
Rættiliga ferð kom á slupptíðina í Føroyum í 1890'unum, og í 1895 kom sluppin "Westward Ho" í flotan. Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884, og Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti hana til Føroya. "Westward Ho" fór beinanvegin til fiskiskap, og hon var fiskiskip heilt til 1964, tá hon varð løgd. Í 1966 keypti ein grunnur hana, so hon kundi varðveitast, og frá 2005 hevur hon verið ogn hjá Tórshavnar...
Vágskálin: Trivalig bók um keypssamtøkuna 10.10.2025 50:54
Í vár kom bókin "Hvør at tæna øðrum" hjá Jóan Paula Joensen um tey fyrstu 60 árini hjá Føroya Keypssamtøku. Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen ummæla bókina, og teir halda, at bókin, sum er 370 síður, er ríkiliga long, men sera upplýsandi. Keypssamtøkutankin er gamal tanki. Hann varð íbirtur í 1844, tá 28 fátækir vevarar og spinnarar í bygdini Rochdale í Onglandi stovnaðu fyrstu keypssamtøkun...
Vágskálin: Samanstúvað søgulig skaldsøga 01.10.2025 42:35
Rúni Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági, men hevur síðan 1991 búð í Leirvík. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn 30 ár í Skúlanum við Streymin. Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu", og bókin "1804" er hansara fyrsta skaldsøga. Hon er 100 síður og skjótt lisin. Heitið sipar til árið, tá Nólsoyar Pál...
Vágskálin: Tá høvundurin hugsar fyri lesaran 07.05.2025 48:59
Birna Breckmann hevur skrivað sjey bøkur, og tann seinasta kom í 2025 og nevnist "Gentan á barnaheiminum". Talan er um stuttsøgusavn við 20 stuttsøgum. Persónarnir í søgunum eru bæði børn, ung, vaksin og gomul, og ofta stríðast tey. Evnini eru eitt nú misnýtsla, harðskapur og trupul uppvakstrarkor, og hon, ið skrivar, dylur ikki fyri, hvat hon sjálv heldur um tað, sum hendir í søgunum, siga Sanna...
Vágskálin: Heimastýri í heimspolitikki og monologar 30.04.2025 52:13
Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so. Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli. Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sæ...
Vágskálin: Skakandi kríggið og sorgblíða paradísið 15.04.2025 50:51
Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har. Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er. Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera. Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir...
Vágskálin: Ókendur listamaður, uttanríkisbók og friðaryrkingar 09.04.2025 52:33
Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal. Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin tekna...
Vágskálin: Fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum 01.04.2025 51:44
Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum. Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðing...
Vágskálin: Talgilt og prentað frálærutilar í stríðum streymi 26.03.2025 50:48
Í sendingini hitta vit leiðandi ritstjóran á NÁMI, Sigfríð Sólsker, sum greiðir frá umfatandi útgávuvirkseminum hjá stovninum. NÁM er ein samanrenning av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-deplinum. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2010. Virksemið hjá NÁMI snýr seg um at geva út frálærutilfar, røkja savnið við útgivna tilfarinum, umsita undirvísingarportalin SNAR, menna KT-skipanir til s...
Vágskálin: Millum vón og vónloysi í hugvekjandi skaldsøgu 19.03.2025 52:38
Hvussu vónleys ella vónrík er verðin, nú vit hvønn dag hoyra um veðurlagsbroytingar og tær vanlukkur, sum eru fyri framman orsakað av teimum. Tann spurningin seta vit okkum, meðan vit lesa ”Dødsbo” hjá Inger Smærup Sørensen, tí talan er um skaldsøgu, sum viðger tann háaktuella veðurlagsspurningin. Søgan snýr seg um eina ónavngivna kvinnu, ið sigur upp í Stýrinum. Hetta er stovnur í skrivstovuveldi...
Vágskálin: Ættargransking í Vágum og listakvinnan Julie Sass 12.03.2025 50:16
Við ársbyrjan gav Kári Thorsteinsson, fyrrverandi løgreglumaður og sýslumaður, út trivaligt bókaverk upp á 900 síður við yvirliti yvir fólk í Vágum og Mykinesi aftur til ár 1600. Áhugi hansara fyri ættargransking stavar frá pápanum, Georg Thorsteinsson, og í bókunum "Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi" hava Kári og fleiri savnað upplýsingar í mongum ymiskum keldum. Kirkjubøkurna...
Vágskálin: Náttúra og sorg á bókmentafestivali 05.03.2025 51:21
Fyri fyrstu ferð varð farna vikuskifti skipað fyri altjóða bókmentafestivali í Havn. Høvuðsfyriskipari var Kim Simonsen. Festivalurin varð settur á Býarbókasavninum mikudagin, har fitt av fólki var komið saman. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti festivalin. Rithøvundar uttaneftir, sum vóru við á festivalinum, vóru Morten Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg og Naja Marie Aidt úr...
Vágskálin: Gitin filmsmaður og naknar standmyndir 26.02.2025 52:37
Í sambandi við Geyta-tiltakið 8. februar í ár hevði Birgir Kruse samrøðu við Bjørka Geyti um pápan, Herálv Geyti, sum Geyta-tiltakið eitur eftir. Teir siga søguna um Herálv í útvarpsstovuni. Herálvur Geyti vísti film fyri føroyingum, tá óvanligt var at síggja film í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við filmstólinum, og mong høvdu fragd av hansara sýningum. Geytin var gløðandi sjálvstýrisma...
Vágskálin: Orðatøk sum perlur av mannamunni 19.02.2025 50:37
Hjalmar Petersen og Páll Isholm góvu í 2003 út bókina "Steinur brestur fyri mannatungu", sum var ein orðabók yvir orðatøk og orðafelli á føroyskum. Páll Isholm hevur síðan givið út fleiri bøkur, sum snúgva seg um orðatøk, og tann seinasta er "Eitt orðatøk um vikuna" við 52 orðatøkum og hugleiðingum um orðatøkini. Tóta Árnadóttir, sum skrivaði masterritgerð í føroyskum á Fróðskaparsetrinum um skald...
Vágskálin: 1000 kirkjutænarar, sjey filmar og ein sjónleikur 11.02.2025 52:31
Justinus Eidesgaard skrivaði frá 2014 til 2024 portrett av øllum kirkjutænarunum í Føroyum, og nú eru allir tekstirnir komnir út í tveimum trivaligum bókum. Drúgva verkætlanin lærdi Justinus, at øll menniskju eru serstøk og hava sína egnu søgu at siga. Kirkjutænarar eru tó rættiliga myndugleikatrúgvir, nevnir hann. Filmurin "Halt um meg" hjá Mariu Winther Olsen vann Geytan í ár, og vit hitta films...
Vágskálin: Bókadeild Føroya Lærarafelags á breddanum 04.02.2025 52:26
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og síðan tá hevur folagið givið út millum 6.000 og 7.000 bøkur til børn og ung. Fyrstu árini hekk alt arbeiðið á herðunum á nevndarlimunum, men frá 1986 varð Ingrið Sondum sett sum leiðari burturav, og tá gjørdist virksemið miðvísari. Niels Jákup Thomsen kom í ritstjórnina á Barnablaðnum í 1981, og fyrstu tímarnar fyri sjálva Bókadeildina arbeidd...
Vágskálin: Høvundar 125 ár og fýra yndisbøkur 29.01.2025 51:53
Teir vóru vinmenn, teir vóru skyldmenn, og teir vóru báðir føddir í 1900. Í ár høvdu William Heinesen og Jørgen Frantz-Jacobsen verið 125 ár, og í tí sambandi greiðir Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, frá teirra virksemi. Frá heilt ungum árum droymdu William og Jørgen-Frantz um at fremja bókmentalig stórverk, og hetta eydnaðist báðum, hóast Jørgen-Frantz doyði ungur í 1938. Í 1939 kom einast...
Vágskálin: Góð søga um heimsgitið føroyskt telduspæl 21.01.2025 49:55
Heitið "Fornt" á barnaskaldsøguni hjá Elini á Rógvi sipar til eitt telduspæl í søguni, sum ber sama heiti. Í spælinum ber til at varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungfólki úr øllum heiminum. Tann 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru, sum ongin nakrantíð hevur sæð fyrr. Brádliga spæla tey ”Fornt” saman við teimum bestu spælarunum í heiminum, og ein...
Vágskálin: Ein góð roynd at siga handilssøguna 15.01.2025 52:38
Bókin snýr seg um menningina í føroyskum handilslívi frá tí, at fríhandilin kom í 1856. Ein, sum beinanvegin fekk handilsloyvi og gjørdist stórur handilsmaður, var Martin Christian Restorff í Havn. Ein annar, sum var byrjaður áðrenn hann, var Andreas Wilhelm Skibsted, og í Havn fór eisini Carl Frantz Siemens til verka. Ein fjórði, sum fór til verka á Tvøroyri, var T. F. Thomsen, sum keypti ognirna...
Vágskálin: Spenningssøga full av søgutilfari 08.01.2025 50:52
"Altartalvan" fer fram í Havn og hevur træðrir heilt aftur í 17. øld. Tað fyrsta, sum hendir, er, at ein maður verður píndur til deyðis í Leigubúðini í Tinganesi í 1647. Hvirlurnar leika í uttanfyri, meðan tveir mans stinga annað eyga úr einum øðrum og klippa fleiri tær av honum. Teir báðir menninir vilja hava tann triðja at siga sær, um leiðslan hjá jesuittunum hevur sent hann til Føroya at boða...
Bókaárið á Vágskálini 17.12.2024 49:01
Til ummælis í sendingini var krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakkstein, og hana ummæltu Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen. Malan Marnersdóttir og Ben Arabo søgdu sína hugsan um "Hvíldarheimið" hjá Jógvani Isaksen, og Sámal Matras og Hans Andrias Sølvará viðgjørdu søgubókina hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam. Bókin hjá Martini Næs og Flóvini Tór Nygaard Næs um læknan Sonnu Dahl var ei...
Vágskálin: Eksotisk skaldsøga við moralskum tvístøðum 17.12.2024 49:45
Bókin er 295 síður, so hetta er ikki nøkur stutt barna- og ungdómsbók. Hon snýr seg um 10 ára gomlu Evu, sum býr í Port Janua. Staðsetingin og mongu fremmandu nøvnini í bókini geva søguni ein eksotiskan dám, sum ikki er óvanligt í bókum hjá Rakel Helmsdal. ”Leyp nú, Eva” er býtt upp í 23 kapitlar við yvirskriftum, sum umboða tað, ið hendir í kapitlunum, og hvør kapittul er prýddur við eini teknin...
Vágskálin: Ævisøga um glinsandi vøddatyssi 09.12.2024 52:01
Í sjeytiárunum og áttatiárunum vandu fá styrkivenjing í Føroyum, og ongin hevði áhuga fyri kropsbygging ella bodybuilding. Tann fyrsti føroyingurin, sum setti sær fyri at gerast bodybuildari, var Gunnar Hjelm, og hann var sostatt undangongumaður á økinum. Serliga fyrstu árini fekk hann harðar ábreiðslur og ókvæmisorð oman yvir seg fyri at ganga hesa sjáldsomu leið og fylgja sínum dreymi. Hann varð...
Podcasts similaires
Replaio n'est pas éditeur de podcasts ; les noms des émissions, les visuels et l'audio appartiennent à leurs auteurs et sont diffusés via des flux RSS publics