Kringvarp Føroya
Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
N'hésitez pas à visiter le site du podcast et à soutenir son créateur : kvf.fo
Où écouter ?
Les podcasts dans l'appli Replaio Radio Bientôt disponibleLes podcasts arrivent très bientôt dans l'appli. Installe-la dès maintenant et découvre en avant-première une toute nouvelle façon de vivre les podcasts
Épisodes
Tøkulag og tøkugjald 09.10.2023 45:29
Hoyrdi í útvarpinum, at eitt 'coverlag' kallaðist tøkulag, og vit hava jú tøkugjald. Hvat merkir tøkan í hesum báðum dømunum? Soleiðis spyr lurtari Málteigin, og Elin Henriksen greiðir frá navnorðinum, ein tøka. - Navnorðið tøka hoyrir saman við sagnorðinum at taka; merkir altso 'tað at taka'. Í hesum døgum kunnu vit spyrja: hvussu stór var tøkan í ár? Og meina: hvussu nógv lomb tóku tit í ár, gr...
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll 02.10.2023 45:08
Mong eru farin at ivast í, um ein fyriseting stýrir hvønn ella hvørjumfalli, og tað ávirkar bendingarnar hjá okkum. Eitur tað til dømis vegna tey ella vegna teimum? Í dag tosa vit fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli. Fyrisetingarnar eru hesi smáu orðini, sum standa framman fyri navnorð ella orð við navnorðsvirði. Fyrisetingar stýra ongantíð hvørfalli og sjáldan hvørsfalli. Og alsamt fleiri eru fari...
Einki eitur voksin ella voksið 25.09.2023 46:56
Lurtari biður Málteigin hjálpa sær at rudda burtur máliskuna: Voksin. - Vit kunnu royna, sigur Elin Henriksen, málkøn og greiðir frá: - Einki eitur voksin á føroyskum. Tað eitur vaksin. Tey eru vaksin, vaksin fólk, hon er vaksin upp á bygd, tey vaksnu. Føll og á berajólum Stórur partur av sendingini fer eisini til at viðgera hvønn- og hvørjumfall, har millum annað verður tosað um, hví vit siga e...
Sagnorð og føll 18.09.2023 44:26
Nær er tað hvønnfall, og nær er tað hvørjumfall? Tað er ein stórur spurningur, og í dagsins sending tosa vit um sagnorð og føll. Hví eitur tað til dømis vaska bilin, men vaska mær? Hví ikki vaska bilinum og vaska meg? Dømi um sagnorð, sum stýra einum falli - annaðhvørt hvønnfalli ella hvørjumfalli: HVØNNFALL HVØRJUMFALL Eg síggi hann. Eg møtti honum. Eg spyrji hana. Eg svari henni. Hon biður han...
At vera sjálv er ikki at vera einsamøll 11.09.2023 46:16
Í brævi til Málteigin skrivar lurtari soleiðis: Dóttir mín, sjey ára gomul, sigu ofta: eg eri sjálv inni, og tá meinar hon einsamøll. Tá rætti eg hana, men onkuntíð so sigur hon til dømis: So fari eg bara sjálv, um eg ikki vil fara við henni onkrastaðni. Og tá kann eg fara at ivast. Nær eiga vit at siga sjálv, og nær eiga vit at siga einsamøll? Á heysti 2019 viðgjørdi Málteigurin hetta evnið, og...
Tol og tolsemi eru hvør sítt 04.09.2023 45:08
Í kunngerð verður sagt soleiðis: Fólk vera biðin at vísa varsemi og tolsemi í eina tíð, meðan arbeiðið fer fram. - Tú kanst hava gott tol ella ringt tol. Gev tol! Tolið er uppi. Tolsemi og tollyndi er nakað heilt annað: tað, sum á útlendskum eitur toleransa. At góðtaka og rúma ymiskleika, greiðir Elin Henriksen, málkøn frá. Málsligir ella journalistiskir førleikar Ein lurtari spyr, hvør førleiki...
Boðsháttur og ynskisháttur 26.06.2023 45:59
Um eg sigi: "Hyggið framvið, tá ið tit eru í Havn", er so talan um ynskishátt ella boðshátt, ella kann tað vera bæði? Soleiðis spyr lurtari í sendingini hesa ferð. Elin Henriksen sigur, at her er einki at ivast í, at hetta er boðsháttur og endar við ð. Ein góður máti at kanna tað er at seta setningin í eintal, greiðir hon frá og vísir á eitt dømi: 'Hygg inn á gólvið, tá ið tú ert í Havn' ella 'Hyg...
Pisa var ein nýklaktur studentur 19.06.2023 42:25
Í hesum døgum fáa lesandi á miðnámi sínar húgvur og síni prógv, og tí eru pisur at síggja nógvastaðni. Pisufundir verða hildnir í hesi vikuni, og lokna útbúgvingin skal hátíðarhaldast. Men tá hvørvur orðið pisa, tí veitslurnar eita húgvuveitslur. Hví man tað vera? Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at orðið pisa varð upprunaliga nýtt um nýklaktar studentar. At nevna nýútbúgvin fyri nýklakt, er i...
Á føroyskum vakna og steingja vit 12.06.2023 42:02
Danismur eru aftur dagsins høvuðsevni, har vit millum annað umrøða orðingar sum at vakna og steingja upp og hevði eg nær sagt. - At siga hevði eg nær sagt, er kanska ein máti at umbera seg, um tað, sum varð sagt, var ov beinleiðis, heldur Elin Henriksen, málkøn, fyri. Harafturat verður tosað eitt sindur um orðið, vorðin, eins og tikið verður afturíaftur nakað av tí, sum var sagt í síðstu sending u...
Danismur í Málteiginum 05.06.2023 45:39
Ein røð av dømum um danismur eru til viðgerðar í dagsins sending. Danisma Føroyskt Føroyar eru komnar í ringt ljós ... Føroyar eru komnar í ringt orð .... Arbeiðið verður gjørt yvir tíð ... Arbeiðið verður gjørt yvir longri tíðarbil ... Hetta skal síggjast í ljósinum av ... Við tí tí huga ... Søtur musikkur í tínum oyrum ... Tú hevur nakað at gleða teg til/gleðast um ... Hann/hon er so góður til...
At bera halakukk 22.05.2023 45:37
Lurtari skrivar til sendingina og sigur soleiðis: Eg sum ung var ofta borin halakukk. Hetta er eitt sjáldsamt orð. Hvør er upprunin til orðið? - Her er einki endaligt svar, men í seðlasavninum verður orðið samanborið við Habakkuk, sum er ein av profetunum í gamla testamentið, men har man ikki vera annað felags, enn at orðini líkjast, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Í gomlum donskum máli kundi...
Longur verður brúkt um tíð 15.05.2023 41:34
Nær brúka vit longur, og nær brúka vit longri, spyr lurtari Málteigin. Elin Henriksen, málkøn, sigur, at her eru ymiskar frágreiðingar og tummilsreglur, og tað er ikki full semja um tær. Meginreglan er, at miðstig endar við -ri, bæði hjá lýsingarorðum: stórur - størri - størstur; og hjáorðum: ofta - oftari - oftast. Tað eru sambært reglunum bara trý orð, sum enda við -ur í miðstigi, og tey eru øll...
Hvør ella hvat er støðan? 08.05.2023 43:04
Tá ið spurt verður eftir støðuni í einum dysti, hoyra vit hvørt um annað fólk spyrja: Hvat er støðan, ella hvør er støðan. Hetta argar lurtara, sum hevur sent okkum hesi dømi um hetta fyribrigdið: Hvat fyri ein kjóla var hon í, heldur enn hvørjum kjóla var hon í. Mánakvøldið bar av, tá ið ítróttarverturin segði frá støðuni í leikinum millum HB og B36. Hon spurdi tá, hvat er støðan í kampinum? Sku...
Ryggurin er innaní, bakið er uttaná 01.05.2023 45:04
Tað rennur mær kalt niður eftir rygginum, ella tað rennur mær kalt niður eftir bakinum? Lurtari spyr, hvat er tað rættari at siga. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað gamla var, at bakið er uttaná, og ryggurin inni í, altso ryggjageislarnir. - Tú kanst bera okkurt á bakinum, ikki á rygginum. Men kortini siga vit ryggsekkur - og bera hann á bakinum, sigur hon. Kann orðið tíðliga bendast, sp...
Varmi ikki líka góðkent sum hiti 24.04.2023 41:22
Kuldin er komin aftur, og tí er upplagt hjá okkum at spyrja hví orðið, hiti, er vorðið synonymt við orðið temperatur, og hvar er orðið, varmi? Hóast orðið varmi er líka gamalt sum hiti, so er tað ikki líka góðkent. Lurtari skrivar í drúgvum brævi um hetta evnið, at hann plagdi at tosa við Jóan Hendrik Winther Poulsen, sála, um hetta, og at hann plagdi at siga, at mong góð orð tíverri vóru komin í...
Danga kemur av 'danger' 17.04.2023 44:29
Ein danga er eitt gamalt og skirvisligt far. Men hví eitur tað danga, spyr lurtari. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað sigst, at navnið kemur av, at føroyingar í Bretlandi høvdu sæð eitt orð málað á gomul skip, sum høvdu fingið maskinu: DANGER. Flutt yvir í føroyskan málburð verður tað til danga. Hon vísir til bók um upprunan av orðum eftir Tórð Jóansson. Bókin eitur 'Ensk lánorð í føroys...
Skiftið 'baby' út við barn ella pinkubarn 03.04.2023 46:35
Í Málteiginum hesa ferð eru ein røð av dømum um orð og orðingar til viðgerðar. Hetta er partur av sendingunum, ið eru um purismu. Eitt orð, sum verður viðgjørt, er enska orðið 'baby', sum verður meira og meira brúkt. Dømi: hon hevur 'baby' í búkinum. Úr sms-skipanini hjá KVF: Ein beybi er kvennkyn. Beybian hjá tykkum er sooo ker. Eg vænti at okkara beybiur vera bestu vinmenn, tá ið tær vera stó...
Begynna og byrja eru bæði føroysk 27.03.2023 44:32
Begynna, byrja, snakka, tosa, betala, gjalda, forstanda, skilja og grína, flenna. Føroyskt hevur eina ørgrynnu av líknandi dømum, og í dagsins sending umrøða vit tvey av teimum, tí lurtarar hava spurt um hesi orðini, og hvat er rættari á føroyskum. - Eg havi einki ímóti orðum sum at begynna og at snakka. Tað týdningarmesta er, at vit varðveita fjølbroytni: nógv ymisk orð og orðingar, so vit hava o...
Málteigurin um purismu 20.03.2023 46:12
Málslig purisma er einki nýtt fyribrigdi. Hon er kend heilt aftur til byrjanina av okkara tíðarrokning. Orðið hava vit fingið úr latíni, og vit kenna tað aftur úr nútíðarmáli: fø. púra (fullkomiliga), da. "det pure guld" - reint gull, en. pure - reint, óblandað, ektað. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað eru fleiri sløg av málsligari purismu, og málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vi...
Gamla talskipanin er einfaldari 13.03.2023 44:06
Nær fara vit aftur at brúka fjøruti, fimmti og seksti fyri ikki at siga tvey hundrað og sjeytitrý? Hetta spyr lurtari, sum við árunum er farin at halda tað vera púra logiskt at nevna tølini í røttu raðfylgju, og nógv lættari at læra børnini tey stóru tølini. Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran og sigur, at tað hevði uttan iva verið øgiliga nógv lættari hjá børnum at lært at telja og at r...
Faktiskt er óneyðugt ífylluorð 06.03.2023 43:54
Í dag tykist tað at vera ómøguligt at siga ein setning, uttan fremmandaorðið 'faktiskt' skal vera við. Hetta er púra óneyðugt, tí tað gevur onga meining, skrivar lurtari til Málteigin. - Vit hava nógv í at velja, so tað man einamest vera vani at siga t.d. faktiskt, tá ið vit líka so væl kundu sagt t.d. í grundini, satt at siga, av røttum, rætt og slætt og so framvegis, sigur Elin Henriksen, málkøn...
Tundur og flamingo eru hvør sítt 27.02.2023 46:28
Nú tosað verður um at skifta gummiperlurnar í fótbóltsvøllum kring landið, hoyrist orðið, kork, heldur enn tundur. Lurtari spyr, um nakar munur er á orðunum, kork og tundur? Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá hesum báðum orðunum, og evninum, polystyren, sum føroyingar kalla flamingo ella tundur. Men flamingo og tundur eru púra hvør sítt. Flamingo er navnið á donsku fyritøkuni, sum framleiddi lut...
Barnsburður og tvíburi 20.02.2023 40:55
Hví stavast barnsburður við ð, men tvíburi ikki við ð, spyr lurtari, og Elin Henriksen greiðir nágreiniliga frá muninum á orðunum báðum, sum hava hvør sín uppruna. Mamma segði, at hon vaskaði syllarnar, greiðir lurtari frá. Men hvat merkir syllarnar? Og orðatakið hesa ferð er: At koma heimaftur sum av torvheiðum.
Hvørkikynsorð og ð 13.02.2023 43:06
Hvørkikynsorð og ð-endingar eru til viðgerðar í hesi sendingini. Fyrst av øllum: ð sum ending kann bara vera í orðum, sum eru hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkyn, so er ð aftast bara tá ið tað er partur av orðinum/stovninum, ikki sum ending. Ein stivli ella ein hosa kann aldrin fáa ð skoytt upp í seg. - Hvørkikynsorðini eru torførari, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Eitt hús, tað húsið...
Røðari er gamalt orð fyri rógvara 06.02.2023 45:37
Tað kemur ofta fyri, at fólk finnast at, tá ið tey hoyra orð í útvarpinum, sum tey ikki kennast við. Eitt dømi um hetta var herfyri, tá ið útvarpsvertur brúkti orðið, røðari. Orðið, røðari er kanska ikki so ókent, men í hesum førinum var tað brúkt um rógvara. Mong hava vent sær til okkara í Málteiginum um hetta og gjørt vart við, at ein røðari er ein, sum heldur røðu, og ein rógvari ein, sum rør....
Podcasts similaires
Replaio n'est pas éditeur de podcasts ; les noms des émissions, les visuels et l'audio appartiennent à leurs auteurs et sont diffusés via des flux RSS publics