Kringvarp Føroya
Fólksins rødd
Fólksins rødd er aftur - fyri aðru ferð í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá fimm útvaldum føroyinginum - jarðarmóðrini á Tvøroyri, KT-fólkinum í Havn, pensjoneraða journalistinum í Sandavági og ambulansu/sjúkrarøktarfrøðingaparinum ávegis til Fuglafjarðar. Tey luttakandi eru: Bjørg av Rana Nitschke, Sigmundur Mørkøre, Edvard í Skorðini Joensen, Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm.
N'hésitez pas à visiter le site du podcast et à soutenir son créateur : kvf.fo
Où écouter ?
Les podcasts dans l'appli Replaio Radio Bientôt disponibleLes podcasts arrivent très bientôt dans l'appli. Installe-la dès maintenant et découvre en avant-première une toute nouvelle façon de vivre les podcasts
Épisodes
Fólksins rødd 4:4 Video 21.11.2024 21:55
Fólksins rødd er aftur - fyri aðru ferð í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá fimm útvaldum føroyinginum - jarðarmóðrini á Tvøroyri, KT-fólkinum í Havn, pensjoneraða journalistinum í Sandavági og ambulansuføraraparinum ávegis til Fuglafjarðar. Tey luttakandi eru: Bjørg av Rana Nitschke, Sigmundur Mørkøre, Edvard í Skorðini Joensen, Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm. Í...
Fólksins rødd - um russlandsavtaluna (3:4) Video 14.11.2024 22:52
Í triðja parti hugleiða luttakararnir um russlandsavtaluna. Moralur ella pengar? Sáttmálin um fiskivinnusamstarv við Russland gongur skjótt út. Stóri spurningurin er, um samstarvið við Russland skal halda fram ella steðga.
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4) Video 07.11.2024 22:38
- um kommunuvalið
Fólksins rødd - Um prísvøkstur (4:4) Video 21.03.2024 32:02
Allir luttakararnir eru samdir um, at alt er dýrkað seinastu árini; men tað er ymiskt, hvussu tað rakar.
Fólksins rødd - Um gongd í haga (3:4) Video 14.03.2024 27:32
Luttakararnir skulu í triðja parti siga sína hugsan um eitt tað mest umrødda evnið í ár - gongd í haga. Tey flestu eru samd um, at føroyingar skulu sleppa at ganga frítt í egnum landi; men annars eru hugsanirnar ymiskar um hetta evnið, sum er so eymt.
Fólksins rødd: Um at eldast (2:4) Video 07.03.2024 30:04
Tey flestu vilja liva leingi; men ikki øll vilja gerast eldri. Aldurdómur er evnið í aðru sending av Fólksins Rødd.
Fólksins rødd: Um veðrið (1:4) Video 29.02.2024 29:35
Í Grønlandi hava tey 1000 orð um kava. Í Føroyum hava vit 1000 orð um veðrið. Men hvat halda vit í veruleikanum um hetta fyribrigdið, sum vit elska at práta um, men einki fáa gjørt við. Veðrið er evni í fyrstu sending av Fólksins rødd.
Fólksins rødd: Um fólkavøkstur Video 20.10.2011 27:42
Vit práta um hugtøk sum "brain drain", kvinnufráflyting og annað tílíkt, men sjálvandi á ein fólksligan hátt. Er fráflyting ein veruligur trupulleiki, og hvørjar avleiðingar fær hon, og hvat er til ráða at taka til tess at steðga fráflytingini?
Fólksins rødd: Um valfepur Video 13.10.2011 29:40
Manningin er spildurnýggj, og øll hava tey eina meining um tað, sum fer fram á politiska leikpallinum. Í kvøld fara røddirnar at líta aftur á seinasta valskeiðið og meta um avrikið hjá politikarunum seinastu fýra árini. Hvat og hvør hevur roynst væl, og hvør stóð ikki royndina?
Fólksins rødd: Um forboðs-Føroyar Video 06.05.2010 30:47
Forboðs-Føroyar - spurningar um moral og etikk hava við jøvnum millumbili sett dagsskránna í føroysku miðlunum. Í hvønn mun skal samfelagið regulera, hvussu vit liva okkara lív og ikki minst, hvør skal gera reglurnar?
Fólksins rødd: Um útjaðaran í Føroyum Video 29.04.2010 30:15
Hvussu raðfesta vit millum útjaðaran og miðstaðarsrøkið hevur leingi verið ein brennandi spurningur hjá okkum. Hvussu nógv skulu vit halda lív í útjaðaranum, og er nakar møguleiki yvirhøvur fyri at bjarga bygdalívinum nú?
Fólksins rødd: Fólkið og javnstøða Video 03.12.2009 34:42
Kjakið um javnstøðu millum kynini er ofta á dagsskránni í Føroyum. Sita ov fáar kvinnur við valdið, raðfesta mennirnir rætt, og hvussu fer føroyska samfelagið at síggja út næstu 10 árini.
Podcasts similaires
Replaio n'est pas éditeur de podcasts ; les noms des émissions, les visuels et l'audio appartiennent à leurs auteurs et sont diffusés via des flux RSS publics