Kringvarp Føroya

Etos

News FO ↓ Επεισόδια: 24

Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum. Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.

Μην παραλείψεις να επισκεφτείς τη σελίδα του podcast και να στηρίξεις τον δημιουργό: kvf.fo

Δημιουργός

Kringvarp Føroya

Κατηγορία

News

Ιστοσελίδα του podcast

kvf.fo

Τελευταίο επεισόδιο

5 Ιουν 2025

Πού να ακούσεις;

Podcast στην εφαρμογή Replaio Radio Έρχεται σύντομα

Τα podcast έρχονται σύντομα στην εφαρμογή. Εγκατάστησέ την τώρα και δες πρώτος μια εντελώς νέα προσέγγιση στα podcast

Κατέβασέ το από το Google Play Δωρεάν εγκατάσταση Android σχεδόν 10 εκατ. λήψεις · βαθμολογία 4,8 iOS σύντομα

Επεισόδια

Etos: "Sjúkrarøktarfrøðisøgan er alneyðug at skjalprógva" 05.06.2025

Føroyska sjúkrarøktarsøgan Á altjóða sjúkrarøktarfrøðidegnum, 12. mai, sum er føðingardagurin hjá navnframu Florence Nightingale,heiðraðu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetur Føroya Elisabeth Hall, professara emerita, fyri hennara íkast til gransking og menning av sjúkrarøkt í Føroyum. Elisabeth hevur verið knýtt at DHS og hevur v...

Etos: "Menniskju eru ikki tól" 24.10.2024

Kari Martinsen er sjúkrarøktarfrøðingur, men eisini er hon doktari í heimsspeki og søgu. Og hon er professari emerita. Hon hevur skrivað ellivu bøkur. Hennara aðalmál er tann sansaliga sjúkrarøktin. Hetta at alt ikki bara skal vera effektivt og ganga skjótt fyri seg, men at heilsustarvsfólk nýta sínar sansir, so tey merkja og kenna tann sjúka, so álit og trygg umsorgan kemur millum sjúkling og røk...

Etos: Tá menniskju verða rá 03.10.2024

Dorthe Birkmose er sálarfrøðingur og hevur skrivað ritgerð í fyribrigdinum, "tá menniskju ikki hava sjálvstilvitan". Hon arbeiddi nøkur ár sum neuropsykologur á brekøkinum, men fór so undir sjálvstøðuga vinnu í 2004. Hennara yrkið hevur verið at supervisera, og hon er komin runt Danmark til nógv støð og stovnar, har hon varnaðist, hvussu strongd og sálarlig ovbyrjan avlagar menniskju. Hon sá ógvus...

Etos: Hermeneutikkur 19.11.2023

Orðið hermeneutikkur er grikst orð og merkir at tulka ella umseta. Vit menniskju tulka og analysera, javnt og savnt, alt og øll og alt rundanum okkum, men við hermeneutikki kunnu vit analysera okkara tulkingar. Okkara tulkingar hava vit úr okkara samtíð, tí vit hava felags fatanarkarm. Fra tíð til aðra spyrja fólk ymiskar spurningar til ein tekst og soleiðis er ein tekstur livandi og kann geva ymi...

Etos: "Eg havi eitt starv, sum bæði er strævið og fantastiskt" 26.10.2022

Andrea Gilstón Danielsen, starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Suðuroyar sjúkrahúsi. Í hesum poddinum, greiðir Andrea frá, hvussu tað er at starvast í einum sjúkrahúsi við øllum teimum avbjóðingum, sum har eru. 

Etos: "Í eldraøkinum fært tú brúkt allar tínar førleikar" 19.10.2022

Mona-Maria úr Fugloy er 52 ár. Í 1998 varð hon sjúkrarøktarfrøðingur í Odense. Komin heim til Føroya, so fór hon eftir seks árum aftur til Danmarkar og hevur hon arbeitt í sjúkrahúsverkinum, heimatænastuni, eldrarøktini og røktarheimum. Í 2007 dagførdi hon sína útbúgving til nýggja bachelorútbúgving og tók ein kandidat í sjúkrarøktarfrøði, har fokus var á leiðslu og menning. Fyri einum ári síðani...

Etos: "Fokus er sjúkrarøktarfrøðingurin" 12.10.2022

Poula Reinert- Petersen, er í dag leiðari. Hon hevur staðið, har sjúkrarøktarfrøðingarnir nú standa, so hon kann við sínum royndum brynja síni starvsfólk til at geva bestu røkt. Poula er eisini tilvitað um umsorganarmøði versus skipanarmøði. Poula hevur starvast sum heimasjúkrasystir til familjan flutti til Danmarkar. Har tók hon eina kandidatútbúgving, cand.scient.san.  Síðani starvaðist hon í læ...

Etos : "Eg eri bindiliðið millum borgaran og skipanina" 06.10.2022

Herborg Petursdóttir er sjúkrarøktarfrøðingur. Í dag er hon visitator hjá Tórshavnar kommunu og situr í upptøkunevndini, sum tilskilar búpláss til borgarar í kommununi. Vanliga gáa vit ikki um leiklutin hjá sjúkraøktarfrøðinginum, sum ofta og títt má taka atlit bæði til borgaran og tey avvarðandi. Hvussu siglir hann millum skerini ? Hvørji amboð hevur hann, tá etiskar tvístøður taka seg upp?  Hvus...

Etos: Rættvíst kríggj 15.05.2022

Jus ad bellum, jus in bello, jus post bellum. Etikkur og rættvíst kríggj. Er tað ikki ein andsøgn ? Kann nakar etikkur vera tengdur at kríggi ? Ymsar konventiónir eru, sum siga um mann kann rættvísgera at mann fer í kríggj og hetta gongur heilt aftur til rómverjarnar og tí er hetta á latínskum máli.  

Etos: Hvat er náttúruetikkur ? 08.05.2022

Er menniskjan eitt mál í sjálvum sær ella er menniskjað eitt mál til nakað annað ? Menniskjan kann reflektera, tað kunnu djórini ikki, hava tey so annað og lægri virði ? Ella hevur alt livandi somu tign, tí vit øll eru endalig ? Hava vit okkara tign, tí vit eru skapt í Guðs mynd, ella tí vit eru fornuftsverur ?

Etos: Tyrannar og oligarkar. 01.05.2022

Hugtøkini oligarkar, tyrannar og plutokrati stava úr gamla Grikkalandi, men hava aktualitet í dag. Vit sum liva í demokratiskum landi, gáa sum so ikki um tað, og tað er vandamikið. Men hvat søgdu Platon og Aristoteles um hetta, tá teir vóru uppi á døgum ? Lærari í heimsspeki, Jógvan D. Hansen, sigur frá.

Etos: Hvussu handfara vit okkara fortíð ? 23.05.2021

Hvussu handfara vit okkara fortíð ? Og hvør skal avgera, hvat vit skulu minnast og hvussu vit minnast søguna ? Er tað rætt at gera upp við fortíðina, at reinsa og koyra alt burtur, sum hevur verið ? Enda vit tá sum søguleys, sum tongil í brimi ? Verjuleys ? Skulu vit ikki hava sokallaði "denkmal", støð og hendingar og standmyndir, har vit steðga á og hugsa ?

Etos: Hvussu raðfesta vit í koronutíðum? 02.05.2021

Koronutíðin hevur verið og er enn serstøk. Fáur man hava hugmyndað sær árið, sum fór. Ymiskt er komið undan kavi, sum vit ikki hava varnast áður. Men kunnu vit sum samfelag og tjóð fyrireika okkum til komandi farssóttir? Tí farssóttir koma og fara. Winston Churchill segði, at man skuldi ikki lata eina kreppu fara fyri skeytið. So hvat er til ráða at taka? Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki, er...

Etos: Hví skulu vit hava etikk? 12.07.2020

Hava vit etikk, tí vit vilja verja okkum móti hvørjum øðrum, so vit ikki gera okkum inn á hvønn annan? Eru tað avtalur um atferð, so til ber at liva? Ger etikkur okkum til menniskju og hevjar okkum uppum djórini?

Etos:Skal eg avgera, nær eg vil mynstra av? 21.06.2020

Hvat er virðiligur deyði ? Hvat er aktiv og passiv deyðshjálp? Skal eg sjálv gera av, nær eg vil fara? Er tað ein mannarættur í siviliseraðum samfelagi, ella skulu vit altíð velja lívið, tí vit hava øll eitt egið virði? Kann eg krevja, at onnur skulu hjálpa mær at at fara úr lívinum ? Deyðin er natúrligur partur av lívinum og tí skal lívið ganga sína gongd, til tað endar, ella er tað meiri mansømi...

Etos: Áðrenn og aftan á koronu 14.06.2020

Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu! Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað? Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina? Eru vit ikki enn mi...

Etos: Transhumana menniskjað. 07.06.2020

Fara vit í einari posthumanari tíð, at kunna broyta grunntreytirnar fyri, hvat eitt menniskja er ? Er maður meiri enn mold ? Er dreymurin um ævigt lív nú til í einum gentekniskum varianti ? Um tað er gott at liva í 80 ár, er so ikki betri at liva í 160 ár ? Spæla vit Guð, tá vit broyta okkara byggisteinar ?

Etos: Umhvørvisetikkur. 31.05.2020

Hvørja ávirkan hava vit á livandi verur, djór, landsløg og náttúruna sum heild ? Hevur alt livandi eitt egið virði ? Virðismeta vit altíð frá einum antroposentriskum sjónarmiði ? Og er tað ikki órørda náttúran vit leita eftir ?

Etos: Nándaretikkur 24.05.2020

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos. Hann sigur frá guðfrøðinginum og filosoffinum K.E.Løgstrup. Løgstrup tosaði um etiska kravið. Hvat liggur í støðuni og hvørji krøv kunnu hugsast at vera til staðar ? Sært tú eitt menniskja, sum er í neyð, kemur tú so tí til hjápar ? Tey etisku virðini eru innbygd í tilveruna, tey eru feld inn í støðuna, helt Løgstrup.

Etos: Dygdaretikkur 17.05.2020

Hvørja dygd hevur tann, sum fremur eina gerð? Platon tosaði um fýra dygdir, sum staturin skuldi hava, nevniliga rættvísi, vísdóm, dirvi og tamarhald. Vit og skil skal stýra okkum og ikki kenslurnar. Etikkur og politikkur er neyvt knýtt saman og menniskjan skal blóma.

Etos: Um konsekvensialismu 10.05.2020

Betri at vera ein ónøgdur Sokrates enn ein nøgdur býttlingur ? Tráanin eftir njóting og tráanin at koma sær undan líðing, hvussu skipa vit lívið og samfelagið eftir hesi fortreyt. Hvørjar avleiðingar fáa tínar gerðir? Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá konsekvensialismu.

Etos: "Vit hava øll eitt egið virði" 03.05.2020

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá Immanuel Kant og kategoriska imperativinum. Kant segði "spyr teg sjálvan, um gerðin, tú ger, kann verða ein alment galdandi lóg." Eru vit okkara egnu lóggevarar? Og er ikki neyðugt at hugsa um avleiðingarnar av okkara gerðum?

Etos: Hvat er etikkur og hvat er moralur? 26.04.2020

Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, er gestur í Etos. Vit spyrja: Hvat er rætt og hvat er rangt? Vit brúka orðini etikkur og moralur hvørt um annað, men kunnu og skulu vit grundgeva við kenslunum ella við viti og skili? Hava vit etikk og moral í einum heimi, har ongi menniskju eru, ella er etikkur og moral bara tengdur at menniskjum?

Etos: Hvat er etikkur? 19.04.2020

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos. Hvussu skal eg, mannabarn liva? Hvat er tað góða lívið? Hvat er rætt og hvat er rangt? Hvussu beri eg meg at móti øðrum menniskjum, tí vit skulu øll vera her og øll hava vit eins virði, tí vit eru øll mennisku og tí serstøk. Vit tosa um etikk bæði í samfelagnum, í politikki, millum menniskju, í heilsuverki, tá tað snýr seg um djórini og umhvør...

Άκου το podcast Etos στο Replaio

Ραδιόφωνο και podcast σε μία εφαρμογή - δωρεάν, χωρίς εγγραφή. Εγκατάστησέ την σήμερα και μη χάσεις την πρεμιέρα

Κατέβασέ το από το Google Play

Το Replaio δεν είναι εκδότης podcast - τα ονόματα των εκπομπών, τα εξώφυλλα και ο ήχος ανήκουν στους δημιουργούς τους και διανέμονται μέσω δημόσιων ροών RSS