Kringvarp Føroya

Vágskálin

News FO ↓ 59 Folgen

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Besuch unbedingt die Website des Podcasts und unterstütze die Macher: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Kategorie

News

Podcast-Website

kvf.fo

Neueste Folge

11. Nov 2026

Wo hören?

Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbar

Podcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts

Bei Google Play herunterladen Kostenlos installieren Android fast 10 Mio. Downloads · Bewertung 4,7+ iOS bald

Folgen

Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika 11.11.2026

Í nýggasta stuttsøgusavninum hjá Arnbirni Dalsgarð eru 15 stuttsøgur, harav helmingurin ikki hevur staðið á prenti fyrr. Sprotin hevur givið søgurnar út, og forlagið sigur um innihaldið, at onki er, sum tað tykist at vera, og tí verða vit sum lesarar ofta ovfarin. "Hetta er eitt fjølbroytt søgusavn, og ofta missa vit fótafestið so líðandi," sigur Sámal Soll, sum er annar ummælarin í sendingini. Ha...

Vágskálin: Føroyskt bókarok í enskum skugga 04.11.2026

Við í kjakinum á Vágskál nr. 100 eru Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Sanna Klein, bókmentafrøðingur, og Hans Jacob Kollslíð, ummælari og yrkjari. Malan Marnersdóttir og Sanna Klein halda, at føroyskar bókmentir eru í menning, tí sera nógv kemur út í Føroyum. Hans Jacob Kollslíð heldur, at ein ávís kreppa valdar mentanarliga, tí enskt trýstir føroyskt so nógv. Í 100 Vágskálum eru síðan...

Vágskálin: Neyðug persónlig søga um demens 28.10.2026

Við virðing fyri og kærleika til pápan hevur Hanna D. Andreassen skrivað bókina "Babba og gloymskan", so onnur kunnu síggja, hvussu demenssjúka rakar tann sjúka og avvarðandi. Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, og Sigrun Mohr, sum tók stig til at stovna felagið og var forkvinna í níggju ár, ummæla bókina. Tær halda, at talan er um eina neyðuga og beinrakna bók um demens. Sigrun Mohr...

Vágskálin: Hugvekjandi skaldsøga um aldurdóm 21.10.2026

"Fru s" eitur nýggjasta skaldsøgan á donskum eftir Inger Smærup Sørensen, sum vit kenna úr føroyska listaumhvørvinum. Skaldsøgan snýr seg um eina eldri kvinnu, sum býr einsamøll í íbúð nr. 612 í einum íbúðarbygningi í Danmark. Úr síni íbúð sær hon fólkini í hinum íbúðarbygningunum koma og fara og livir seg á tann hátt inn í teirra tilveru. Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum ummæla "Fru s" og halda...

Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna 14.10.2026

Herdis Skorastein er fødd í Leirvík 7. august í 1945. Í dag er hon minnisveik og býr á røktarheimi í Danmark. Í 2008 gav honum systurdóttir síni eitt handrit, sum sigur søguna um, hvussu Herdis á yngri árum fekk ilt í knæið og at enda misti beinið við skurðviðgerð. Herdis Skorastein stríddist næstu árini við avleiðingarnar av at missa beinið og royndi m.a. at fóta sær aftur við protesu og drúgvum...

Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta 07.10.2026

 ”Hornamaðurin, havnarmaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir”, skrivar Tróndur Djurhuus á baksíðuni um bókina "Mínar søgur" eftir Heðin Samuelsen. Talan er eisini um eina stuttliga og væl skrivaða bók, heldur Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, sum las hana út í eitt.  Tað sama sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sum ikki keddi seg eina løtu, meðan hann las.  Heðin Samuelsen sigu...

Vágskálin: Alt í náttúruni vil sleppa at liva 30.09.2026

Alt í náttúruni hevur eina stremban og eina kós, og fremsta endamálið er at yvirliva. Hetta er høvuðsboðskapurin í bókini "Trækrúnulívæðrin" eftir Magnus Gaard, lívfrøðing og rektara á Miðnámi í Vestmanna.  Talan er um eina lívfrøðiliga, heimspekiliga og persónliga bók, sum er lærd og atkomilig hjá øllum lesarum, sigur Kim Simonsen, rithøvundur.  William Simonsen, lívfrøðingur, kallar bókina ranns...

Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil 23.09.2026

Í mars 2026 ummæltu Hans Jacob Kollslíð og Eilen Anthoniussen savnið "Sláttrir" hjá Tóroddi Poulsen.  Tey eru nú komin aftur í útvarpsstovuna at ummæla "Enn er náðin náðileys" eftir sama høvund.  Tóroddur leitar aftur til barndómin og røturnar í nýggja savninum, og myrkur og tøgn fylla nógv, sigur Eilen Anthoniussen.  Hans Jacob Kollslíð heldur, at Tóroddur minnir um surrealistarnar, tí hann korts...

Vágskálin: Útlagin íslendingur í Keypmannahavn 16.09.2026

Bókin kom út á føroyskum í 2026. Martin Næs og Þóra Þóroddsdóttir týddu, og Sprotin gav út. Spurningurin er, um talan er um skaldsøgu, ella um talan er um persónligar endurminningar. Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina endurminnandi skaldsøgu. Einar Már minnist aftur á tíðina, tá hann droymdi um at gerast skald. Hann var í bestu ungdómsárum í sjeytiárunum, og í 1979 flutti hann ti...

Vágskálin: Føroyskt politi og ensk ávirkan 25.03.2026

Føroya Politistafelag hevur givið út bók um politiið í Føroyum í 21. øld, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivað. Nógvar umskipanir hava verið í politinum hesa øldina, og brotsverkini eru vorðin fløktari, serliga í talgilda heiminum. Tørvur er á fleiri politistum, halda bæði Kári Thorsteinsson og Eyðun Dalsgarð, formaður í Føroya Politistafelag. Eisini heldur høvundurin, at fleiri føroyingar eiga at...

Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina 18.03.2026

Óli Jacobsen hevur í mong ár skrivað søguligt tilfar í FF-blaðnum og Sosialinum, og fleiri bøkur hevur hann eisini givið út, m.a. um Kristian Djurhuus, løgmann. Mest hevur Óli tó skrivað um tey, sum liggja jarðað í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi í Havn. Óli sigur í "Hendur ið sleptu", at kirkjugarðurin má sigast at vera eitt tað søguligasta plássið í Føroyum, ið hvussu er tá ið tað snýr seg um...

Vágskálin: Tá yrkjarin stríðist fyri lívinum 11.03.2026

Savnið "Sláttrir" er býtt upp í tveir partar, og seinni partur er heilt serligur, tí talan er um eina frásøgn, har yrkjarin svímar og verður lagdur inn á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fær hann ein kvikil settan í bringuna, og meðan hetta hendir, sansar sjúklingurin alt rundan um seg við undran og spei - og minnast aftur í tíðina. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at fyrri partur av sav...

Vágskálin: Dygdarverk um list og Geytin 04.03.2026

Kinna Poulsen gav í 2025 út bókina "Í eygnahædd" á Sprotanum, sum snýr seg um list í Føroyum í 21. øld. Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, ummælir bókina og sigur, at talan er um meira enn eina listabók, tí hon skrivar um so mangt í okkara tíð. "Bókin er løtt at lesa. Kinna lýsir tíðina og listina fakliga, humoristiskt og poetiskt, og hennara skriviháttur er rættiliga fríur og ikki so akademisku...

Vágskálin: Bæði drúgv og stuttlig náttúrusøga 25.02.2026

Jóna Joensen er úr Syðrugøtu og býr á einum garði í Sveis. Garðurin er ein sjálvbjargin oasa við fruktum, urtum, grønmeti og víni. Evnið í "Frí" minnir nógv um tað, sum Jóna sjálv fæst við í Sveis. Alt verður skapt frá grundini, og livað verður í samljóði við náttúruna. Søgan snýr seg um dreingirnar Blásius og Sirius, sum í sambandi við evnisviku í skúlanum fara at vitja mammubeiggjan, Kønus. Kønu...

Vágskálin: Misjavnt savn um at standa uttanfyri 18.02.2026

Christian Fróði Djurhuus er føddur í 1975, og hann hevur skrivað nógv millum ár og dag. Fyrsta savnið hjá honum kom út longu í 2005, annað savnið í 2008, og so var ein steðgur til 2015, tá triðja savnið kom út á Sprotanum. Tvey søvn komu út aftrat á Sprotanum í 2017, men síðan eru 11 yrkinga- og tekstasøvn hjá Christiani Fróða Djurhuus komin út á forlagnum JADA. "Fjøtraður Orion" kom út í 2024, og...

Vágskálin: Trupla byrjanin hjá Javnaðarflokkinum 11.02.2026

Fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað í september og oktober í Havn og á Tvøroyri í 1925. Ringfelagið hjá flokkinum varð stovnað í 1927, og tá gjørdist Javnaðarflokkurin ein landsumfevnandi flokkur. Fyrsti formaðurin var Jóan Petur Davidsen, men frontmaðurin frá byrjan var Maurentius Viðstein. Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1926, og í 1928 vórðu hann og Petur Mohr Dam á fyrs...

Vágskálin: Heldur tunn og seinfør krimiskaldsøga 04.02.2026

"Kavafonnin grætur" byrjar við, at ein deyður kinesari í reyðari termodrakt verður funnin í Kambsgjógv. Stutt eftir verður ein annar kineseri funnin deyður uppi á Slættaratindi, og hann er nakin. William Hammer skal finna útav, hvat er hent, og at hjálpa sær hevur hann Hannis Martinsson, sum nú er samskiftismaður hjá løgregluni. Søgugongdin førir teir báðar til Runavíkar, har ein risastórur russis...

Vágskálin: Skaldsligt stórverk um okkara tíð 28.01.2026

Bókin hjá Trygva Danielsen er 900 síður, men hevur ongi síðutøl. Hon er skrivað sum ein Messenger-tráður. Høvuðspersónurin er ein maður í 30'unum, sum býr í eini kjallaraíbúð á Argjum og skrivar til gamla vin sín. Greitt gerst skjótt, at maðurin livir í einum alternativum veruleika á netinum og er rættiliga einsamallur. Bergur Djurhuus Hansen og Rakul í Gerðinum ummæla, og Bergur heldur, at talan...

Vágskálin: 1500 síður um 100 ára arbeiðarasøgu 21.01.2026

Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað verkið um Føroya Arbeiðarafelag, og sera nógv hevur verið at fara um, sigur hann. Hann greiðir frá, hvussu tilgongdin var at savna tilfarið og skriva tað saman, og vit frætta eisini, hvussu Føroya Arbeiðarafelag kom í lag. Avgerandi árið var 1925. Í september tað árið kom Thorvald Stauning til Føroya og mælti arbeiðsfólki til at skipa seg betur, eisin...

Vágskálin: Aldrandi skøld líta aftur um bak 14.01.2026

Savnið hjá Jóanesi Nielsen kom út í november í 2025, og tað hevur mong av eyðkennunum, sum søvn hjá Jóanesi hava. "Hann dugir øgiliga væl at skriva rámandi brotprosa á føroyskum, og evnini, hann viðger, eru sera viðkomandi," sigur Hans Jacob Kollslíð, sum ummælir hesaferð. Nógv í "Ullarljóð" snýr seg um systkini, pápan og mammuna, men spurningurin er, hvussu nógv er satt, tí alt passar ikki, sæst...

Vágskálin: Gerandisrealisma og skilnaðarsøga 06.01.2026

Í ársins fyrstu Vágskál er onnur skaldsøgan hjá Jón Thorsteinsson til viðgerðar. Hetta er søga, har tann nærum 30 ára gamli Ingvar er høvuðspersónur. Hann gongur saman við Jastrið. Foreldrini hjá Ingvari og systrini, Marjuni, skiltust fyri 20 árum síðan. Hetta merkir framvegis tey bæði. Foreldrini eita Luis og Vivia. Sambandið millum Ingvar og Luis er ikki serliga gott, men teir royna at finna út...

Vágskálin: Sjálvævisøga og bygdarsøga í einum 17.12.2025

Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg Gerhard Lognberg er skopuningur og fór fyrstu ferð upp í kommunalpolitikk í 1984. Í 1993 gjørdist hann borgarstjóri, og júst um sama mundið gjørdi Føroya Fiskavirking av at lata flakavirkið í Skopun aftur. Ein dagin komu fólk úr Havn at taka maskinurnar av virkinum, men tá søgdu skopuningar kortanei og forðaðu fyri t...

Vágskálin: Samtíðin fyllir væl meira enn maðurin 10.12.2025

Suðuroyar-Dánjal, Daniel Joensen Suderøe, var porkeninngur, sum búsettist í Sandavági í 1823. Har hevði hann skiparaskúla á eldri árum. Hann varð føddur á garðinum Uttan Heyga í Porkeri í 1887 og var sostatt 17 ára gamal, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdu "Royndina Fríðu" í 1804. Í 1805 fór Dánjal at arbeiða fyri Kongliga Einahandilin í tvey ár, og eftir tað fór hann út í verðina at sigla í seks ár....

Vágskálin: Um at skilja og hóma nýmótans yrkingar 03.12.2025

Til ummælis í sendingini eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen.  Hans Jacob Kollslíð ummælir søvnini, og honum dámar tey væl. Í sendingini viðgera vit yrkingalist sum heild og spyrja, um nýmótans yrkingar eru nóg lættar at skilja. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur nevnt, at ansast má eftir ikki at skerja yrkingalistina við fólksligum krøvu...

Vágskálin: Alt lagt á blik í ógvusligari søgu 26.11.2025

Hevnd" er fyrsta skaldsøgan hjá Peturi Mohr Reinert, og Malan Marnersdóttir og Sanna Klein ummæla hana. Tær halda, at talan er um ógvusliga søgu, har alt verður sagt, ofta á ógvusligan hátt, og at lítið er eftir at ímynda sær hjá lesaranum. Søgan byrjar á frystitrolaranum, "Móðurfarinum", har bartrogið Rólant stútt og støðugt ger Jákupi ónáðir. Rólant kann liva og láta, sum hann vil, tí hann hevur...

Höre den Podcast Vágskálin in Replaio

Radio und Podcasts in einer App - kostenlos und ohne Anmeldung. Installiere sie noch heute und verpasse den Start nicht

Bei Google Play herunterladen

Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet