Kringvarp Føroya

Orðaval

News FO ↓ 38 Folgen

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.

Besuch unbedingt die Website des Podcasts und unterstütze die Macher: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Kategorie

News

Podcast-Website

kvf.fo

Neueste Folge

30. Sep 2026

Wo hören?

Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbar

Podcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts

Bei Google Play herunterladen Kostenlos installieren Android fast 10 Mio. Downloads · Bewertung 4,8 iOS bald

Folgen

Orðaval #13: Málfrøðilig føll og móðurmálsundirvísing 24.02.2025

Í Orðavali hesaferð er millum annað mállæra á skránnni. Vit hitta Bjarna Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Hann greiðir eitt nú frá um málfrøðilig føll, og hvussu Føroyar og Ísland hava varðveitt síni føll, meðan hini norðurlondini hava mist summi av sínum. Eisini tosa vit um móðurmálsundirvísing í Aalborg. Vilhelm Magnussen undirvísir føroyskum børnum í Aalborg tvær ferðir um vikuna.

Orðaval #12: Málsøga, Áarstovu-brøðurnir og um at týða 17.02.2025

Gestir í sendingini hesaferð eru Dagfinn Olsen, lærari, og Marna Jacobsen, týðari. Dagfinn greiðir frá um tað málsøguliga, og um Áarstovu-brøðurnar, ið báðir vóru stór skøld. Eisini svarar hann spurningum frá lurtarum. Marna Jacobsen hevur týtt nógvar bøkur, serliga úr norðurlendskum, men eisini úr enskum. Hon greiðir frá, hvussu hon arbeiðir sum týðari, og um munin á at týða úr norðurlendskum og...

Orðaval #11: Føroyskt í fótbólti og at flyta málsliga til Føroya 10.02.2025

Í Fótbóltssambandi Føroya leggja tey seg eftir at hava góð føroysk orð fyri alt tað, ið stendur í fótbóltslógini. Lassen Isaksen er dómaraleiðari í FSF og greiðir frá, hvussu hetta verður gjørt. Eitt er at flyta landafrøðiliga til Føroya, men hvussu er at flyta málsliga? Tað tosa vit Liége Dimon, ið er úr Brasil, um. Lagt til rættis: Øssur Egholm.

Orðaval #10: Talumál og Norðlýsið 28.01.2025

Í hesari sendingini er Lena Reinert gestur. Hon svarar spurningum frá lutarum, og vit viðgera eisini talumál sum heild. Umframt Lenu Reinert, so er Jóhann Lútzen, blaðstóri á Norðlýsinum, eisini gestur. Jóhann greiðir frá um Norðlýsið, sum ikki longur bert er eitt blað, men eisini ein heimasíða og ein útvarpsrás. Vit skifta millum annað orð um munin á at skriva og orða seg í einum blaði og á einum...

Orðaval #9: Indoeuropeiska málfamiljan 21.01.2025

Indoeuropeiska málfamiljan er evnið í sendingini, har Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Øll europeisk mál hoyra til indoeuropeisku málfamiljuna við undantaki av baskiskum, ið er eitt sjálvstøðugt mál, og so finskum, sámiskum, estiskum og ungarskum, ið hoyra til finsk-ugrisku málfamiljuna.  Tey iransku málini, serliga persiskt, og mál, ið eru skild við persiskt, eitt nú n...

Orðaval #8: Jól og veður 13.01.2025

Í sendingin hesaferð verður tosað við Dagfinn Olsen, lærara, um orð, sum viðhvørt vera ivasamt framborin. Nomið verður við onkran sang, og so verður eisini orð skift um fótbóltsmál í miðlunum. Prátað verður eisini við Hanus Kjølbro, veðurmann á Veðurstovu Føroya, um málburð, tá tey kunna um veðrið.    

Orðaval #7: Lítla jólaaftan vs. Tollaksmessa 23.12.2024

Lena Reinert, ið er limur í málráðnum og undirvísur á Føroyamálsdeildini, greiðir millum annað frá um orðini lítla jólaaftan og Tollaksmessa, og um munur er á teimum. Eisini verða spurningar svaraðir. Tosað verður tosað við Bergtór Hjelm Bjarkhamar, prest, um málið innan kirkjugátt.  

Orðaval #6: Málsøga og orð um sjónina 16.12.2024

Í sendingini hesaferð greiðir Bjarni Steintún, ið arbeiðir á føroyamálsdeildini, frá um málsøguna, ið føroyskt hoyrir til. Eisini verður tosað um orð, sum hava við eygu og sjón at gera, eitt nú brillur og linsur. Eisini verður tosað við Sonna Smith fyrrverandi útvarpsmann m.a. um hvussu málið broyttist tey 20 árini, ið hann starvaðist í útvarpinum.

Orðaval #5: Føroyskt seinastu 150-200 árini 09.12.2024

Føroyska málið hevur verið fyri stórari broyting og menning seinastu 100 árini. Men hvat var tað fyri eitt mál, ið føroyingar tosaðu áðrenn hendan menning byrjaði, altso fyri 150 - 200 árum síðani? Tosaðu føroyingar yvirhøvur føroyskt? Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini. 

Orðaval #4: Dialektir og úttala 25.11.2024

Øll vita vit, at tað finnast ymiskar dialektir í Føroyum, ella ymisk málføri. Í sendingini verður tosað við Sandru Saxov Lamhauge, sum er í holt við eina ph.d. um føroysk málføri á Fróðskaparsetri Føroya. 

Orðaval #3: Bendingar og sangtekstir 18.11.2024

Kári P., tónlistamaður, brúka føroyskt sum sítt arbeiðsamboð, tá hann skrivar tekstir. Kári P. greiðir millum annað frá um sangtekstirnar á útgávunum "Vælferðarvísir" og "Hinumegin Ringvegin". Lena Reinert, ið er limur í Málráðnum og starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, tosar um bendingar, og hvussu føroyingar duga at benda. 

Orðaval #2: Upprunin til føroyskt 11.11.2024

Upprunin til føroyska málið og serliga orðið "halga" vóru evnini hesa ferð. Bjarni Steintún og Helgi Abrahamsen vóru gestir.

Orðaval #1: Ensk ávirkan á føroyskt 04.11.2024

Í sendingini hesa ferð verður tosað um enska ávirkan á føroyskt, um dialektir og um týðing og teksting í sjónvarpi. Marið E. Persson og Dagfinn Olsen vóru við í sendingini.

Höre den Podcast Orðaval in Replaio

Radio und Podcasts in einer App - kostenlos und ohne Anmeldung. Installiere sie noch heute und verpasse den Start nicht

Bei Google Play herunterladen

Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet