SJEY - Kristiligt kringvarp
Við vegin
Sending við Dánjal á Dul Jacobsen
Não deixe de visitar o site do podcast e apoiar quem o produz: sjey.fo
Onde ouvir?
Podcasts no app Replaio Radio Em breveOs podcasts estão chegando ao app. Instale agora e seja o primeiro a descobrir um jeito totalmente novo de curtir podcasts
Episódios
Við vegin - 23. august 2024 - gestur Vinjard Magnussen 23.08.2024 1:47:27
Í sendingini hesaferð er Vinjard Magnussen gestur. Hann sigur okkum fyrst frá, hvør hann er og síðani frá síni passión, sum er samkoman ellan "kirkjan", ið hann heldur, at vit føroyingar eiga at venja okkum til at brúka sum felagsheiti.
Við vegin - 16. august 2024 - gestur Jógvan Zachariassen 16.08.2024 1:51:18
Í sendingini hesaferð er Jógvan Zachariassen gestur. Jógvan byrjar við at siga frá jarðarferðini hjá Tom Roberts, hann velur nakrar sangir, ið hann eisini greiðir frá og býtir hjartaliga út av sínum lívsroyndum.
Við vegin - 9. august 2024 - gestur Heðin Lamhauge 09.08.2024 1:30:41
Í sendingini hesaferð er Heðin Lamhauge gestur. Heðin tosar um Guds náði í Kristusi og lívið í honum.
Við vegin - 26. juli 2024 - gestur Ann Gvøðny Dánialsdóttir 26.07.2024 2:24:41
Í sendingini hesaferð er Ann Gvøðny Dánialsdóttir gestur. Hon hevur seinastu árini týtt fleiri lovsangir úr enskum til Føroyskt. Í sendingini sigur hon frá tilgongdini til týðingarnar.
Við vegin - 19. juli 2024 - gestur Poul Jóhan Djurhuus 19.07.2024 1:30:02
Í sendingini hesaferð er Poul Jóhan Djurhuus gestur. Efir at Poul Jóhan hevur lisið minningarorð um Tom Roberts, verður tosað um mongu vitjaninar hjá Tom. Eisini verður tosað um, tá Poul Jóhan tolkaði rumenan Richard Wurmbrand, sum vitjaði í Føroyum í 1979.
Við vegin - 15. juli 2024 - vertur Jenis av Rana, gestir Kim Hartzner og fleiri 15.07.2024 1:30:15
Í sendingini hesaferð er Jenis av Rana vertur. Gestur er Kim Hartzner frá felagsskapinum www.mission10forty.org Kim sigur frá neyðini í Armenia og hjálpararbeiðnum, sum felagsskapurin ger har. Við sær hevur Kim pápa sín Rene Hartzner, sonin Peter Vincent og harafturat Niels Birkemose, nevndarformannin í mission10fortty. Fá meira at vita við at klikka á leinkjuna omanfyri ella á Facebooksíðuni Miss...
Við vegin - 5. juli 2024 - gestur Bergur Debes Joensen 05.07.2024 1:21:50
Í sendingini hesaferð er Bergur Debes Joensen gestur. Í samband við, at Bergur hevur verið prestur í Vesturkirkjuni í góð 25 ár, sigur hann frá tilgongdini at gerast og vera prestur.
Við vegin - 21. juni 2024 - gestur Heðin Lamhauge 21.06.2024 1:47:21
Í sendingini hesaferð er Heðin Lamhauge gestur. Hann tosar út frá Efesusbrævinum um okkum í Kristusi og um Kristus í okkum.
Við vegin - 19. juni 2024 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 19.06.2024 1:54:06
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Jóh. 7 og 8 um Jesus í mótsetningi til ráðharrar jødanna, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er tikið upp í IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 14. juni 2024 - gestur Tom Jacobsen 14.06.2024 1:24:03
Í sendingini hesaferð er Tom Jacobsen gestur. Hann tosar millum annað um Salomon, og um hvussu ættartalvan hjá Jesusi í Matteusi vísir Guds náði.
Við vegin - 12. juni 2024 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 12.06.2024 2:02:48
Í fyrra partinum tosar Dánial um uppreisnina, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er tikið upp í IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 5. juni 2024 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 05.06.2024 1:57:10
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Matteus 16 "Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?". Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 31. mai 2024 - Gestir Pernille Liland og Elisabeth Petersen 31.05.2024 1:43:08
Í sendingini hesaferð eru Pernille Liland og Elisabeth Petersen gestir. Tær báðar hava luttikið á einum skeiði í Havn um tað profetisku tænastuna og tosa í sendingina um tað profetisku dimensjónina.
Við vegin - 29. mai 2024 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 29.05.2024 2:08:34
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Johs.ev. um, hvussu jødarnir reageraðu uppá, at Jesus segði seg vera Son Guds - Gud. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 24. mai 2024 - við Jenis av Rana og Siri Didriksen 24.05.2024 2:08:24
Í sendingini hesaferð eru Jenis av Rana og Siri Didriksen vertir og til bar at senda bønarevni inn til sendingina.
Podcasts parecidos
O Replaio não é o publicador dos podcasts; os nomes dos programas, as capas e o áudio pertencem aos seus autores e são distribuídos por feeds RSS públicos