SJEY - Kristiligt kringvarp
Við vegin
Sending við Dánjal á Dul Jacobsen
Não deixe de visitar o site do podcast e apoiar quem o produz: sjey.fo
Onde ouvir?
Podcasts no app Replaio Radio Em breveOs podcasts estão chegando ao app. Instale agora e seja o primeiro a descobrir um jeito totalmente novo de curtir podcasts
Episódios
Við vegin - 9. juni 2023 - prát við Rógva Hansen, sála 09.06.2023 1:21:58
Í januar 2009 hevði Dánial á Dul Jacobsen eitt sera áhugavert prát við Rógva Hansen, har hann sigur frá mangan knortlutu lívsleið síni, men eisini um, hvussu Faðirin í Himli tók ímóti burturvilsta soni sínum. Rógvi andaðist í juni 2012.
Við vegin - 7. juni 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 07.06.2023 2:10:23
Í fyrra partinum tosar Dánial frá Johs.ev. um, hvussu jødarnir reageraðu uppá, at Jesus segði seg vera Son Guds - Gud. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 2. juni 2023 - gestur Eyðun Jacobsen (3) 02.06.2023 1:54:46
Hoyr Eyðun Jacobsen, í hesi triðju sendingini, siga frá, tí sum Harrin ger í Norra, og tá Harrin í einum nú grøddi hann og gav honum fullan førleika aftur. Eyðun sigur eisini frá ferðunum til Amerika í samband við tónleikaútgávur.
Við vegin - 31. mai 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 31.05.2023 2:06:23
Í fyrra partinum tosar Dánial frá m.a. Róm 8 um, at "Andin vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds". Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 26. mai 2023 - gestur Heðin Lamhauge 26.05.2023 1:41:21
Í sendingini hesuferð er Heðin Lamhauge gestur. Tosað verður, við íblástri frá hvítusunnini, sum stendur fyri durum, um undurfulla verk Heilaga Andans.
Við vegin - 24. mai 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 24.05.2023 2:09:16
Í fyrra partinum tosar Dánial um týdningin av HVÍTUSUNNU. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 17. mai 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 17.05.2023 2:05:15
Í fyrra partinum tosar Dánial um, at signing Ábrahams er Heilagi Andin í og hjá okkum. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 12. mai 2023 - gestur Eyðun Jacobsen (2) 12.05.2023 1:39:53
Eyðun Jacobsen var aftur gestur í sendingini. Hoyr Eyðun greiða frá, tá Poul Færø undir arbeiði bjargaði honum lívið, um Elim kvintettina og um, tá Harrin leiddi hann inn í tænastuna í Danmark.
Við vegin - 10. mai 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 10.05.2023 2:03:59
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá 1. Kor. 1 og Róm 8 um Rættvísi - Heilaggering - Endurloysing. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 3. mai 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 03.05.2023 1:58:54
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá m.a. Ápostlasøguni og Lukas um ríki Guds. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 28. apríl 2023 - gestur Eyðun Jacobsen (1) 28.04.2023 1:35:59
Hesuferð var Eyðun Jacobsen gestur í sendingini. Eyðun greiðir sera væl og skemtingarsamt frá barndóminum í Klaksvík, um hvussu hansara tónleikaleið varð løgd longu í barna- og ungdómsárum í Klaksvík, og hvussu henda leið hevur leitt hann inn í andaliga tænastuna.
Við vegin - 26. apríl 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 26.04.2023 1:55:22
Í fyrra partinum tosar Dánial enn einaferð út frá Ápostlasøguni 10 og 13 um syndanna fyrigeving. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 21. apríl 2023 - gestir Lars Bo Olsen og Stig Hagen 21.04.2023 1:21:40
Gestirnir hesa ferð eru báðir knýttir at "Acts Academy" í Kolding. Lars Bo sum leiðari av háskúlanum og Stig sum undirvísari. Prátið skal snúgva seg um háskúlan, men teir byrja báðir við at siga frá sínum vitnisburði. Sera áhugavert!
Við vegin - 19. apríl 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 19.04.2023 1:54:13
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Lukas 24 um, tá Jesus opinberar seg eftir uppreisnina. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 5. apríl 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 05.04.2023 2:02:46
Í fyrra partinum tosar Dánial um tær 3 høgtíðirnar, sum eru í páskunum. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 31. mars 2023 - gestur Dánjal J. Petersen 31.03.2023 1:37:27
Hoyr í hesi sendingini "Við vegin" Dánjal J. Petersen siga frá, hvussu hann upplivir Babba'sa Faðirhjarta
Við vegin - 29. mars 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 29.03.2023 2:03:32
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Lukas 22: "Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalambið við tykkum". Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 24. mars 2023 - gestur Heðin Lamhauge 24.03.2023 1:40:30
Hoyr í hesi sendingini "Við vegin" Heðin Lamhauge tosa um at vera samanvaksin við Jesus Kristus í hansara deyða og uppreisn.
Við vegin - 17. mars 2023 - gestur Sámal Hanni Lognberg 17.03.2023 1:46:35
Í sendingini "Við vegin" hesuferð er Sámal Hanni Lognberg gestur. Umframt hansara vælsignaðu náðitalu, hoyra vit hann eisini syngja nakrar sangir live.
Við vegin - 08. mars 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 08.03.2023 2:02:37
Í fyrra partinum heldur Dánial fram at tosa út frá Hebrearabrævinum. Hesuferð út frá 9. og 10. kapitli, um at "vit við vilja Guds eru halgað við likami Jesu Krists eina ferð fyri allar!". Í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 3. mars 2023 - gestur Stephen Mathew 03.03.2023 1:22:11
Í sendingini "Við vegin" hesuferð er Stephen Mathew úr Onglandi gestur. Stephen hevur størra partin av lívi sínum verið samkomubyggjari m.a. við "Life Church" í Bradford.
Við vegin - 01. mars 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 01.03.2023 2:10:04
Í fyrra partinum heldur Dánial fram at tosa út frá Hebrearabrævinum. Hesuferð út frá 5. kapitli og frameftir, um Jesus sum høvuðsprest okkara, og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Við vegin - 24. februar 2023 - gestur Rógvi Joensen 24.02.2023 1:35:00
Hoyr Rógva Joensen tosa so vælsignað væl um Guds náði "náði yvir náði"
Við vegin - 22. februar 2023 - Dánial á Dul og HJARTAMÁL saman við Poul Færø 22.02.2023 2:01:03
Í fyrra partinum heldur Dánial fram at tosa út frá Hebrearabrævinum. Hesuferð út frá triðja - fjórða kapittul, um Jesus sum SON í húsinum í mun til Móses, ið bert var tænari, og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Podcasts parecidos
O Replaio não é o publicador dos podcasts; os nomes dos programas, as capas e o áudio pertencem aos seus autores e são distribuídos por feeds RSS públicos