Granna Geil
Aldan
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio
Não deixe de visitar o site do podcast e apoiar quem o produz: pod.co
Onde ouvir?
Podcasts no app Replaio Radio Em breveOs podcasts estão chegando ao app. Instale agora e seja o primeiro a descobrir um jeito totalmente novo de curtir podcasts
Episódios
Leikur á Eftirskúlanum Brúgvin Mixdown 1 07.11.2025 36:35
Næmingar, saman við næmingum á Skovbo efterskole eru farin í gongd, saman við dugnaligu leikstjórunum, Cornelia og Oliver. Framførslan verður leygarkvøldið 8.nov kl.19, á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík. Tú kanst ogna tær atgongumerki á kr.100 við at fara inn á: https://atgongumerki.fo/3534813/brugvin-leiksyning-2025
Prát við Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio 05.11.2025 6:26
Vit vóru til móttøku hjá Kodio í nýggju hølum teirra í Saltangará, mikudagin 5. nov. 2025
Ítróttarútisetin, Sára Maria Lindudóttir Kjærbæk, rógving 05.11.2025 20:58
Hoyr Sáru Mariu fortelja um hvussu tað var, at ganga millum heimsstjørnur til eitt OL og hvussu tað hevur verið at kappast í føroyskum kappróðrarbáti, innandura rógving og í áttara við stýrimanni. Hoyr eisini hvussu Sverri Nielsen var ein inspiratión.
Hondbóltssendingin 301025 31.10.2025 30:40
Andrei Vladut Antal eigur myndina.
Miðeysturrapport 29.10.25 29.10.2025 9:14
Jotam Confino er miðlamaður búsitandi í Ísrael. Hvønn mikudag sendir hann eina dagføring úr Miðeystri.
Prát við Malan Johannesen um starvið sum Íløgurøktari í Landsbanka Føroya 28.10.2025 15:11
Landsbankin søkir eftir íløgurøktara. Vit vóru fram við í "Albert Hall" og prátaðu við stjóran Malan Johannesen um hvat starvið inniber o.a. hesum viðvíkjandi.
Politiskt orðaskifti - Fosturtøkulógin (27.10.25) 28.10.2025 51:50
Politiskt orðaskifti um fosturtøkulógina. Í útvarpsstovuni vóru Hanna Jensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Hans Jacob Thomsen og Bárður á Lakjuni. Vertur var Andrew Djurhuus og teknikari var Símun J. Hansen.
M.C. Restorff Heiðurskonsert 26.10.25 27.10.2025 21:26
Vit vóru til heiðurskonsertina fyri M.C. Restorff í Lívdini t. 26.10.25 og fingu orðið á høvuðspersónin umframt Terja Rasmussen, sum framførdi eitt lag á konsertini, og Jákup Bech Jensen, sum var við til at skipa og leiða konsertina. Stuðulsfelagið "PraiseHim" skipaði fyri konsertini.
Ítróttarútisetin, Marita Mortensen, hondbóltsleikari 23.10.2025 13:10
Eg eri væl nøgd við mítt avrik í kappingarárinum. Hoyr Maritu Mortensen tosa um hvussu tað gongur henni í danska felagnum Høj. Eisini um hvat hon heldur um at verja og at spæla móti føroyskum leikarum í donskum hondbólti.
Leygardagur á Heystfagnaðinum 2025, prát við ferðafólk 18.10.2025 2:30
Vit vóru á Eiði til Heystfagnaðin, og fingu her eitt prát við ferðamenninar Jonas, Matthias og Gunnar
Podcasts parecidos
O Replaio não é o publicador dos podcasts; os nomes dos programas, as capas e o áudio pertencem aos seus autores e são distribuídos por feeds RSS públicos