Trubodin

Trúboðin Poddkast

Religion EN ↓ 145 episodes

Vit umrøða evnir innan kristindóm og trúarlív.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: trubodin.podbean.com

Author

Trubodin

Category

Religion

Podcast website

trubodin.podbean.com

Latest episode

Aug 25, 2024

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android almost 10M downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Spyr gudfrøðingin: Hvat er mín skylda? (Partur 2) 18.10.2020

2.partur av Spyr gudfrøðingin Evnið: Hvat er mín skylda? Gestir: Tummas Kannuberg og Jónleif Danielsen Vertur: Heðin Arge

Spyr gudfrøðingin: Hvat er mítt kall? (Partur 1) 04.10.2020

Fyrsti partur í nýggju poddvarpsrøðini hjá Trúðboðanum - Spyr gudfrøðingin. Evnið hesaferð er "Hvat er mítt kall?". Gestir eru Torgeir Petersen og Tummas Kannuberg. Vertur er Heðin Arge

Samrøða við ”Daniel” frá OM 26.09.2020

Í hesum poddkastinum hittir tú Daniel. Ja, satt at siga, so eitur hann ikki Daniel, men sum trúboðari í Miðeystrið er tað best, um samleiki hansara verður verandi duldur. Vit hittu Daniel, tá hann einaferð vitjaði í Føroyum, og vit fingu eitt prát við hann um, hvussu tað er at liva sum kristin í Miðeystur og, hvussu tey arbeiða við missión undir teimum korunum, ið eru har niðri. 

Millum longu og ikki enn (part 2) 01.09.2020

Í hesum næsta poddkastinum frá Mads Jørgensen og Helenu Siggurðsdóttir úr Gøtu, kjakast tey um foreldraleiklutin í tíðini “millum longu og ikki enn” 

Nýggj poddkastrøð til foreldur (og onnur góð fólk) 06.07.2020

Mats og Helena úr Gøtu hava játta seg til at gera eina nýggja røð av poddkastum til Trúboðan. Í dagsins parti greiða Mats og Helena frá, hvørji tey eru, og vit fylgja teimum á eini lívsferð, ið bæði hevur leitt tey kring heimin og nærri Gudi. Tey hava búð í Danmark, Svøríki, USA og Føroyum. Uppihaldið í USA og ein tvungin flyting til Føroyar hevði stóra ávirkan á teirra samband við Gud. Næsti part...

Ímillum milliónir - Signari á Reynatrøð 08.05.2020

Sangurin er um, at vit eiga ikki at gloyma øll tey, sum verða forfylgd vegna kristnu trúgv sína. 

Um Gud er til, hví er so nógv líðing í heiminum? 17.04.2020

Um Gud er góður og altvaldandi, hví loyvir hann so líðing og óndskapi í heiminum? Hetta er ein spurningur, sum bæði kristin og skeptikkarar hava sett ígjøgnum alla heimssøguna. Jákup Justinussen tosar við Øssur Kjølbro, gudfrøðing, um hendan stóra spurning. Mynd: Kat J on Unsplash

#11 Áttandihvør kristni í heiminum verður atsøktur fyri sína trúgv 17.02.2020

Open Doors er altjóða felagsskapur, sum ger vart við støðuna hjá kristnum um allan heim, ið líða fyri sína trúgv, og roynir at hjálpa teimum. Arbeiðið byrjaði í 1955, tá hollendingurin Bróðir Andreas fjaldi bíbliur í sínum ljósabláa fólkavogni og koyrdi eysturum jarntjaldið, so tey kristnu í Eysturevropa kundu fáa bíbliur. Nú á døgum fevnir arbeiðið hjá Open Doors um umleið 70 lond. Seinastu trý á...

#10 Hvussu uppliva fólk fráfall? 13.02.2020

Seinasta summar skrivaði Vinjard Magnussen úr Sørvági eina bachelorritgerð í sosialvísindum um eitt so álvarsamt evni sum fráfall. Ritgerðin hevur heitið “Tey burturvilstu”, og í henni kannar Vinjard upplivingar og sosialar avleiðingar fyri fólk, ið falla frá kristnu trúnni. Ritgerðin byggir á samrøður við fólk, sum hava vent kristnu samkomuni bakið. Vit tosa við Vinjard um fráfall og úrslitið av...

#9 Skúlabørn í Liberia eru eisini okkara ábyrgd í Føroyum 29.01.2020

Vit práta við Elisabeth Poulsen, ið er trúboðari í Liberia í Vesturafrika. Hon er send út av danska útimissiónsfelagsskapinum Promissio, og føroysk sendimeinigheit er Meinigheitshúsið á Skála. Elisabeth greiðir nærri frá tilveru síni og arbeiðnum í Liberia. Hennara uppgáva er at styrkja skúlaskipanina og menna lærararnar í teimum 28 skúlunum, sum lutherska kirkjan rekur. Hon greiðir frá gleðini um...

#8 Hvar vilt tú brúka okkum, Gud? 29.01.2020

Vit práta við Jóhannes Finnsson, ið saman við konu síni Kristianu úr USA er trúboðari í Dar es Salaam í Tansania. Tey eiga tvey ára gamla sonin, Dánjal Óla. Jóhannes arbeiðir sum tónleikalærari á HOPAC (Haven of Peace Academy), ið er ein altjóða skúli við næmingum bæði úr Tansania og børnum hjá trúboðarum í landinum. Kristiana hevur útbúgvið seg innan mentanir og mentanarmunir og arbeiðir við fólk...

#7 Vit eru har, sum vit skulu vera 23.12.2019

Nú jólini eru í hondum, er familjan Olofson komin heim at halda jólafrítíð. Tey eru trúboðarar í Mongolia, og í prátinum greiða tey millum annað frá, hví tey endaðu í Mongolia, hvussu tað er at búgva og virka í landinum og hvat tey fáast við. - Ymisk lond vóru upp á tal, men her kenna vit, at vit eru komin uppá pláss. Serliga nú vit kort síðani eru flutt til býin Khovd í Vesturmongolia, siga Julia...

#6 Føroyar stuðla hjálpararbeiði í Kjad 13.11.2019

Í hesum poddkastinum hava vit fingið ein forkunnugan gest í studio úr afrikanska landinum Kjad. Kjad liggur í Mið-Afrika og 60% av landinum er oyðimørk, tí norðari partur av landinum er partur av Sahara oyðimørkini. Kjad er 7. fátækasta land í heiminum. Fólkatalið er áleið 15 mió. og einans 1,9% av fólki hava atgongd til vatn. Harafturat liva 80% undir fátækramarkinum, so landið hevur stórar sosia...

Børkop hevur nógv at bjóða ungum føroyingum 26.08.2019
#5 Prát við Elisabeth Poulsen um Tæn Afrika 09.05.2019

Um dagarnar heldur missiónsfelagsskapurin Tæn Afrika 3 ára stovningardag. Hetta er ein føroyskur felagsskapur, sum er virkin í altjóða missión, men hóast unga aldurin eru tey við í nógvum verkætlanum í Etiopia og Suðurafrika. Vit hava tosað við Elisabeth Poulsen, ið stendur á odda fyri felagsskapinum, um virksemið. Tæn Afrika leggur seg serliga eftir at hjálpa familjum og kvinnum, bæði tí kvinnur...

#4 Prát við Ritu Elmounayer, stjóra á Sat-7 27.04.2019

Vit høvdu vitjan í Studio Nesvík av Ritu Elmounayer, stjóra á kristligu sjónvarpsrásini Sat-7, í samband við at hon hevur vitjað í Føroyum saman við Kurt Johansen, aðalskrivara í Sat-7 Evropa og Asia. Jákup Justinussen prátar við Ritu um arbeiðið hjá Sat-7. Prátið er alt á enskum. 

Vígsla í Nesvík - Andrias Magnussen 26.04.2019
#3 Var tað veruliga neyðugt? 16.04.2019

Páskapoddkast: Triðja poddkastið úr Studio Nesvík snýr seg um páskirnar, serliga skírishalguna. Vit umrøða spurningin, um tað veruliga var neyðugt hjá Jesusi at líða so ræðuliga og doyggja – er so illa statt við okkum menniskjum? 

#2 Føsta hjálpir okkum at sansa kristna boðskapin 03.04.2019

Annað poddkastið hjá Trúboðanum úr Studio Nesvík snýr seg um at fasta og føstutíðina. Gestir eru Jóhan Petur Johannesen í Havn, Dagny Højgaard á Tvøroyri og Ovi Brim á Nesi, Eysturoy. 

#1 Blái Krossur vil eisini taka hond um børnini 18.03.2019

Fyrsta poddkast hjá Trúboðanum er ein samrøða við Dakko Petersen, aðalskrivara hjá Bláa Krossi Føroya, og Alisu Hammer, fyribyrgingarleiðara, um víðfevnda arbeiðið hjá diakonala felagsskapinum, serliga við atliti til børnini.  

Listen to the Trúboðin Poddkast podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.