Trubodin

Trúboðin Poddkast

Religion EN ↓ 145 episodes

Vit umrøða evnir innan kristindóm og trúarlív.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: trubodin.podbean.com

Author

Trubodin

Category

Religion

Podcast website

trubodin.podbean.com

Latest episode

Aug 25, 2024

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android almost 10M downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Hans-Ole Bækgaard: Hvat fer at henda? - Arbeiði Heilaga Andans í okkum og í allari kirkjuni 13.07.2022

Á hvítusunnu 2022 hevði Meinigheitshúsið í Havn vitjan av Cand. Teol. Hans-Ole Bækgaard, ið er formaður fyri Indre Mission í Danmark. Gjøgnum fýra møtir setti Hans-Ole Bækgaard sjóneykuna á Heilaga Andan, og gerning hansara í okkum sum einstaklingar og sum kirkja. Í sínum fýra fyrilestrum lutar Hans-Ole Bækgaard út av síni stóru vitan í læru Bíbliunnar, og høvið verður givið at hugsa gjølla um evn...

Samrøða við Asbjørni Jacobsen 08.07.2022
Heilagi Andin. Tala við Jógvani Højgaard 06.07.2022

Jógvan Højgaard, trúboðari, talar Missiónshúsið Karmel á Eiði 12. juni 2022  

Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (1. partur) 01.07.2022

Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær. Í hesum fyrsta parti leggja vit út við at hoyra um óvitaárini og uppvøksturin við Gjógv. Vi sleppa innum skúladyr og hoyra um skúlalív hansara, har sálmar vórðu...

Gluggin við Ingolfi Johannesen (4/4) 13.05.2022
Gluggin Gluggin við Ingolfi Johannesen (3/4) 06.05.2022

Í hesum triðja parti greiður Ingolf Johannesen um ein vanlukkuligan tilburð, ið hendi undir fiskiskapi við Bornholm. Har fingu Ingolf og restin av manningini eina seinkaða heilsan frá 2. heimsbardaga. Og hetta fekk avleiðingar fyri teir allar.

Gluggin við Ingolfi Johannesen (2/4) 29.04.2022

Ingolf Johannesen heldur á fram at greiða frá um menniskju, hann hitti og upplivingar, hann hevur havt í lívi sínum. Vit fara saman við Ingolfi gjøgnum lív hansara, bæði á og um havið. 

Gluggin við Ingolfi Johannesen (1/4) 22.04.2022

Í dag seta vit á eitt nýtt umfar í poddkast-røðini, Gluggin. Hesuferð hevur Símun Persson Jacobsen fingið vitjan av Ingolfi Johannesen úr Sandavági. Í hesum fyrsta partinum opnar Ingolf Johannesen upp fyri teim royndum, hann hevur gjørt sær í sínum trúarlívi saman við persónum og hendingum, ið vóru við at mynda barn-og ungdóm hansara.

Við hjarta, munni, hendi – eyðkenni viðvekingarrørslum 20.04.2022

Fyrilestur “Við hjarta, munni, hendi – eyðkenni v/vekingarrørslum”  við Jákup Reinert Hansen. Heimamissiónin hevur arvað fleiri eyðkenni frá teimum gomlu vekingarrørslunum. Fyrilesturin greiðir frá pietismuni í 17. og 18. øld og setir spurningin, um hesi eyðkenni framvegis síggjast aftur í Heimamissiónini í dag – og um tey yvirhøvur hava týdning longur.  Jákup Erlingsson Petersen og Heri Kjærbo vi...

Gluggin við Jógvani Fríðriksson (4/4) 08.04.2022

Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík. Gestur í teim fyrstu 4 sendingunum verður biskupur, Jógvan Fríðriksson.

Gluggin við Jógvani Friðriksson (3/4) 01.04.2022

Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík. Gestur í teim fyrstu 4 sendingunum verður biskupur, Jógvan Fríðriksson.

Ungdómsstevnuni 1979: Ljós og Salt 30.03.2022

Undómsstevna Kirkjuliga Missiónsfelagið 1979 Runo Karlsen talar (norskt mál)

Gluggin við Jógvani Friðriksson (2/4) 27.03.2022

Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík. Gestur í teim fyrstu 4 sendingunum verður biskupur, Jógvan Fríðriksson.  

Gluggin við Jógvani Friðriksson (1/4) 18.03.2022
Men Gud greb ind 8. partur: Nicoline Simonsen 15.03.2022

Í poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í dag skulu vit hoyra ein vitnisburð som Nicoline Simonsen hevur skrivað.

So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi 10.03.2022

Sangur: Borgfríð Fonsdal Johannesen Orð og lag: Øssur Berghamar So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi, sum tú hevur leitt meg inn á. So mangan eg kenni, at lítil er megi, og illa eg leiðina sá. Men frelsari kæri, hvar enn ið eg fari, frá tær tó eg flýggja kann ei, og orð títt so mangan mær gjørdist tann varði, sum lýsti mær aftur á leið. Tað hendir so mangt, ið eg illa kann skilja, og ivin meg...

”Men Gud greb ind” 7. partur – Petronelle Reinert 06.02.2022

Í poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í dag skulu vit hoyra ein vitnisburð som Petronelle Reinert, lærarinna, hevur skrivað.

Men Gud greb ind: 6. partur - Høgni Poulsen, prestur 27.01.2022

Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis. Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey uppru...

Hjá Jesusi finni eg friðin 09.01.2022

Hanus á Gørðum, prestur Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.   Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini.  Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió f...

Stórmøtini á netinum: Hjá Jesusi finni eg friðin 09.01.2022

Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda triðja og seinasta møtið undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Vit hava biðið Hanus á Gørðum koma og tala um friðin, sum Jesus gevur okkum. Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og...

Hvar finni eg frið? – í mini órógv 09.01.2022

Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, o...

Kann ótti vera góður? 08.01.2022

Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda annað av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Í kvøld er tað Mariann Djurhuus Poulsen sum talar, og vit seta spurningin: Kann ótti vera góður? Í Bíbliuni verður tosað um tvey sløg av ótta. Annar óttin er skaðiligur og hann eigur ikki at fáa fótafesti í okkara lívi.  Hin óttin er góður og gagnar okkum, og hendan ...

Gamalt gull: Missiónstímin, Ungdómsstevnuni 1979, 07.01.2022

Missiónstímin, Ungdómsstevnuni, Emmaus, Klaksvík 1979, Esmar A Jacobsen talar.

Stórmøtini á netinum: Hvar finni eg frið? – í mini órógv 07.01.2022

Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, o...

Men Gud greb ind. 5. partur Josias Matras 30.12.2021

Listen to the Trúboðin Poddkast podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.