Trok.fo
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Trok.fo prátar um hondbólt í Føroyum og úti í hemi - við føroyskum sjónarhorni
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: trok.podbean.com
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Allur dysturin 24.02.2022 1:20:19
Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá øllum Burn-dystinum í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tøkningur: Heri Simonsen.
Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Samrøður 24.02.2022 14:43
Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum, og taka stutt samanum. Hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Bjarna í Selvindi hjá StÍF og Jens Paula Mohr hjá Team Klaksvík.
Trokpoddur 13 - Steypavikuskiftið og evropatos 22.02.2022 1:17:19
Sjúrður orkar ikki meira ukrainskan hondbólt, Helgi hevur stórar søgur um føroyingar úr Norra og Svøríki og vit nevna nakrar føroyingar, sum skuldu farið til Íslands. Og so venda vit heimsins mest sannførandi og óáhugaverdu steypafinalu og so enn einum føroyskum eittmáls-ósigri fyri ukrainum (suff)
H71-Galychanka 26-27 (13-10) - Samrøður 20.02.2022 14:48
H71-Galychanka 26-27 (13-10), Europa Cup fjórðingsfinala. Hoyr 1) dystarendan 2) samanumtøku hjá Andriasi Eriksen, viðmerkjara 3) Samrøður Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mariu H. Weyhe, Inga Olsen, venjara og Annu Dam, forkvinnu í H71.
H71-Galychanka 26-27 (13-10) - ØLL FRÁSØGNIN 20.02.2022 1:36:01
H71-Galychanka 26-27 (13-10) Europa Cup fjórðingsfinala. Hoyr alla frásøgnina við Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara. Tøkningur: Heri Simonsen.
Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala: SAMRØÐUR 19.02.2022 29:16
Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala. Hoyr dystarendan, samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøður Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Ára Dam, Pætur Thomsen, Paula Jacobsen og Peter Krogh hjá H71. Hoyr steypahandanina til H71, og hoyr samrøðu við Finnur Hansson hjá Neistanum
Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala - Øll frásøgnin 19.02.2022 1:49:00
Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala. Hoyr upptaktina og alla frásøgnina á FM1 hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Teiti Joensen, viðmerkjara. Tøkningur: Heri Simonsen
Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-12). Samrøður: Bára K. Hansen og Kári Horn 13.02.2022 15:51
Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-12), 2. hálvfinalan Faxe Kondi. Hoyr dystarendan og samrøðurnar frásøgumaðurin, Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Báru K. Hansen og við Kára Horn, venjara hjá Stjørnuni.
Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-12), 2. hálvfinalan Faxe Kondi, øll frásøgnin 13.02.2022 1:20:48
Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-12), 2. hálvfinalan Faxe Kondi, øll frásøgnin. Tróndur Arge segði frá dystinum á FM1. Heri Simonsen var tøkningur. Kyndil vann samanlagt 49-48.
KÍF-Neistin 26-27 (13-11) 2. hálvfinalan - ALLUR dysturin 12.02.2022 1:21:36
KÍF-Neistin 26-27 (13-11) 2. hálvfinalan - ALLUR dysturin. Frásøgumaður: Sjúrður H. Hoydal. Tøkningur: Heri Simonsen. Neistin vann samlaðu uppgerðina 52-52 uppá fleiri mál á útivølli.
Ási Dam og Tróndur J. Kragesteen um Faxe Kondi hálvfinaludramaið 12.02.2022 11:21
Hoyr frá FM1 og trok.fo: Sjúrður H. Hoydal sigur frá dramatiska dystarendanum KÍF-Neistin 26-27 (13-11) - samanlagt 52-52, Neistin víðari við fleiri útivallarmálum, og hoyr samrøðurnar hann hevði við Ása Dam hjá KÍF og Trónd J. Kragesteen hjá Neistanum, ið segði seg aldrin hava upplivað nakað slíkt áður í einari steypahálvfinalu.
H71-Neistin, 23-24 (10-12) 2. hálvfinala Faxe Kondi kvinnur, allur dysturin 09.02.2022 55:03
H71-Neistin, 23-24 (10-12) 2. hálvfinala Faxe Kondi kvinnur, allur dysturin. Frásøgumaður: Sjúrður H. Hoydal. Tøkningur: Heri Simonsen.
H71-Neistin, 23-24 (10-12) 2. hálvfinala Faxe Kondi kvinnur: Samrøður 09.02.2022 7:32
H71-Neistin, 23-24 (10-12) 2. hálvfinala Faxe Kondi kvinnur. Samrøður við Mariu H. Weyhe, H71 og Mariu P. Nólsoy, Neistin. Fremst hoyra vit dystarendan og eina stutta samanumtøka. Sjúrður H. Hoydal segði frá og gjørdi samrøðurnar.
Trokpoddur 12: (Tvær) Fantastiskar Faxe Kondi-hálvfinalur, feitar føroyskar flytingar (út, heim og longri úti) og favorittar 08.02.2022 1:15:43
Hetta var ein góður Poddur! Helgi og Sjúrður høvdu eisini valt at gera eina stóra broyting til tólvta trokpoddin: Hesaferð høvdu Hildarsynirnir hugt eftir dystunum, sum teir skuldu umrøða og høvdu fleiri eygleiðingar enn gitingar fyri einaferðs skyld! Vit taka ígjøgnum allar fýra hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini, gera okkum ópopulerar í Hoyvík (Og Klaksvík, Havn og alla aðrastaðni) v...
Kyndil-Stjørnan 23-22 (10-10) 1. Hálvfinalan Faxe Kondi, samrøður 06.02.2022 14:40
Kyndil-Stjørnan 23-22 (10-10) 1. Hálvfinalan Faxe Kondi. Hoyr dystarendan. Sjúrður H. Hoydal segði frá og Jórun Ludvig var viðmerkjari. Hoyr samrøður við Tóru Eliassen hjá Stjørnuni og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli.
Kyndil-Stjørnan 23-22 (10-10) 1. Hálvfinalan Faxe Kondi, allur dysturin 06.02.2022 1:23:01
Kyndil-Stjørnan 23-22 (10-10) 1. Hálvfinalan Faxe Kondi, allur dysturin. Sjúrður H. Hoydal var frásøgumaður hjá FM1. Jórun Ludvig var viðmerkjari. Tøkningur: Heri Simonsen.
VÍF-H71 24-33 (12-16) 1. Hálvfinala Faxe Kondi - ALLUR dysturin 06.02.2022 1:11:01
VÍF-H71 24-33 (12-16) 1. Hálvfinala Faxe Kondi - ALLUR dysturin. Frásøgumaður hjá FM1: Tróndur Arge. Tøkningur: Heri Simonsen.
VÍF-H71 24-33 (12-16) 1. Hálvfinala Faxe Kondi - Samrøður 06.02.2022 9:08
VÍF-H71 24-33 (12-16) 1. Hálvfinala Faxe Kondi. Hoyr samrøður við Hanus Christophersen hjá VÍF og Paula Mittún hjá H71. Tróndur segði frá dystinum og gjørdi samrøðurnar.
Neistin-KÍF 25-26 (11-17) 1.Hálvfinala Faxe Kondi menn, ALLUR dysturin. 06.02.2022 1:23:55
Neistin-KÍF 25-26 (11-17) 1.Hálvfinala Faxe Kondi menn, ALLUR dysturin. Frásøgumaður: Sjúrður H. Hoydal, viðmerkjari: Claus Rasmussen, tøkningur: Heri Simonsen.
Neistin-KÍF 25-26 (11-17)1. Hálvfinala Faxe Kondi menn, endin og samrøður. 06.02.2022 13:43
Neistin-KÍF 25-26 (11-17)1. Hálvfinala: Faxe Kondi menn, endin og samrøður. Hoyr samrøður við Tony Weyhe, KÍF, Felix Kjartansson og Finnur Hansson, Neistin. Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin. Sjúrður H. Hoydal segði frá dystinum og gjørdi samrøðurnar.
Neistin-H71 23-31(10-16) Faxe Kondi kvinnur, ALLUR dysturin 06.02.2022 1:16:13
Neistin-H71 23-31(10-16) Faxe Kondi kvinnur. Hoyr Trónd Arge frásøgumann siga frá øllum dystinum. Claus Rasmussen var viðmerkjari. Tøkningur: Heri Simonsen.
Neistin-H71 23-31(10-16) Faxe Kondi kvinnur, endin og samrøður 06.02.2022 11:41
Neistin-H71 23-31(10-16) Faxe Kondi kvinnur, fyrra hálvfinalan. Hoyr dystarendan, samrøðu við Brynju Høj hjá Neistanum og Janu Mittún hjá H71. Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin. Tróndur Arge segði frá og gjørdi samrøðurnar.
VÍF-Kyndil 30-23 (15-9) - Faxe Kondi menn 02.02.2022 1:17:24
VÍF-Kyndil 30-23 (15-9) - Faxe Kondi menn. Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá øllum dystinum. Ingi Olsen var viðmerkjari í seinna hálvleiki. Vertur og tøkningur: Heri Simonsen.
Bárður J. Johannessen og Filip Jojic um VÍF-Kyndil 30-23 (15-9) 02.02.2022 7:03
Bárður J. Johannessen og Filip Jojic um VÍF-Kyndil 30-23 (15-9), ið vann VÍF í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini. Fremst á ljóðfíluni hoyra vit Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Inga Olsen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin.
Trokpoddur 11: Korona spillir steypagleðina, EM var fínt kortini (Um tú ikki ert frá Ungarn ella Trok.fo) og professionellur føroyskur hondbóltur 01.02.2022 48:08
EM er av og Faxe Kondi-kappingin er á veg inn í avgerandi løturnar. Føroyska steypakappingin er tíverri uppaftur verri rakt av korona enn EM var, og Trokpoddurin harmast, men gleðir seg kortini til hálvfinalurnar. Favorittarnir eru SERA greiðir Og so taka vit ígjøgnum EM, hvussu tað stóð í mát við okkara vónir og væntanir. Okkara mancrush á Jim G er ikki vorðið minni, meðan eitt samt panel hevði...
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.