Lívsins Orð
Lívsins Orð
Talur úr Lívsins Orð
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Gudsótti | Símin P. Jacobsen 14.10.2024 53:11
Símin P. Jacobsen talar um gudsótta. Sambært 1. Tim. 6.6 so er gudsóttin mikil vinningur, tá ið hann er saman við nøgdsemi. Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; (1.Tim. 6.6) Sjálvt um vit í okkara parti av heiminum eru væl fyri, so sýnist tað sum um menniskjan generelt er ónøgd. Ónøgdsemi førir ofta tómleika við sær. Av tí at vit stremba eftir øllum, byrja vit ofta at ofra tað góð...
Eitt lív í sigri | Poli Jacobsen 14.10.2024 46:15
Hoyr Pola Jacobsen tala um at liva eitt sigrandi kristinlív. Trongd og trupulleikar eru ein partur av lívinum hjá flest øllum okkara, og hesi ávirka okkum bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Spurningurin er ikki, um vit møta trongdum og trupulleikum, men HVUSSU vit møta teimum, og HVAT vit gera við hesi. Jesus sigur í Jóh. 16.33: Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í...
Tilbiðjan | Gemma A. Johannesen 14.10.2024 42:21
Gemma A. Johannesen talar um at vit eru skapt til at tilbiðja Harran, ikki við okkara mentan, men í anda og sannleika (Jóh. 4.24). Umstøður og heimurin rundan um okkum roynir at taka okkara uppmerksemi soleiðis, at vit ikki skulu tilbiðja Harran. Men okkara tilbiðja tilhoyrir Honum.
Jesus er nær | Símin P. Jacobsen 14.10.2024 29:22
Símin P. Jacobsen talar um, at Jesus er nær og hevur umsorgan fyri okkum. Mark. 4.35-41 er ein frásøgn um stormin á vatninum, tá ið lærusveinarnir fara yvirum vatnið og Jesus er við í bátinum. Spurningurin, sum lærusveinarnir seta Jesusi, tá ið alt sær vónleyst út, er: “”Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?”” Tá ið vit møta trupulleikum í okkara lívi, hvar er Jesus tá? Hann er nær og...
Guds signingar | Poli Jacobsen 14.10.2024 37:39
Poli Jacobsen talar um Guds signingar, og hvussu vit kunnu fáa lut í teimum. Í Gal. 3.5-9 sigur Paulus, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams og verða signað saman við hinum trúgvandi Ábrahami. Ísrael eru børn Ábrahams eftir holdinum. Tey eru fødd til tað. Men vit kunnu eisini gerast børn Ábrahams, og tað kann bert gerast vit TRÚGV. Eru vit børn Ábrahams, eru vit eisini arvingar til SIGNIN...
Tænasta Jesusar | Poli Jacobsen 14.10.2024 43:11
Poli Jacobsen talar um Jesu tænastu meðan Hann gekk á jørðini. Tað hevur stóran týdning at granska og grunda yvir tað, sum Jesus gjørdi, meðan Hann gekk herniðri, tí Hansara verk er eitt prógv um ella ber dámin av Hansara persóni. Jesu verk og tænasta var ein opinbering av Guds vilja og náttúru. Lyndi og eyðkenni hjá einum menniskja sæst í atburðinum og gerðunum hjá tí menniskjanum. Soleiðis er...
Hvar finnur tú hvílu? | Tanja N. Olsen 14.10.2024 5:41
Tanja N. Olsen talar um, hvar og hvussu vit finna andaliga hvílu og frið. Jóh. 14.27 sigur: “”Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!”” Ofta er tað bara ein passivur lesnaður ella ein passiv bíðan eftir Gudi og tí friði, sum Hann hevur at geva. Men vit mugu aktivt seta í gongd, so fullførir Gud ta...
Gud sum sær | Kári E. Jacobsen 14.10.2024 31:27
Kári E. Jacobsen talar um Gud, sum sær. Í 1. Mós. 16.1-16 lesa vit um kvinnuna Hagar, sum gav Gudi navnið “”Tú ert Gud, sum sær””. Hon var egyptiskt, og hennara søga er ein søga um at verða sæddur. Hon varð ikki sædd av menniskjum, men varð sædd av Gudi. Hon var trælur, og hevði harvið eingi rættindi ella familju og flýddi undan Sárai út í oyðimørkina, móti Egyptalandi. Meðan hon var stødd í oyðim...
At finna vón: Ein vitnisburður um grøðing og endurnýggjan | Heidi M. Johansen 14.10.2024 19:58
Hoyr ein upplyftandi og persónligan vitnisburð um at fara ígjøgnum avbjóðingar og at koma út aftur, sum upp úr øsku, við einum grøddum ókúgandi anda. Í hesi stuttu upptøkuni málar Heidi eina djúptonkta mynd av vón, sálarbót og at byrja av nýggjum, við søgum og hugleiðingum úr hennara lívi.
At hálsfevna broyting: Trúgv og endurføðing | Simon Nordendal 14.10.2024 6:36
Hoyr Simon greiða frá um hvussu hann segði ja til Jesus, um gleðina í at vera endurføddur í trúnni og kallið til at vera ein sannur lærusveinur Jesusar. Læt hendan vitnisburðin eisini leiða teg til eina djúpari fatan av lívinum við Jesusi og tí treytaleysa kærleianum , sum tekur ímóti okkum, tá við opna okkara hjarta fyri tí lívsumbroytandi náðini hjá Gudi.
Guds nærvera | Símin P. Jacobsen 14.10.2024 29:29
Í eini tíð, har fleiri og fleiri føla seg strongd, eisini í samkomuleiðslum, vísir Símin ígjøgnum fleiri bíbliuvers, okkum tann tíðarleysa sannleikan um ávirkanina av at hava, og ikki at hava, eitt tætt samband við Gud.
At finna troyst í Jesusar ørmum | Símin P. Jacobsen 14.10.2024 32:41
Hoyr Símin deila viðkomandi søgur og skynsamar hugleiðingar um at kenna seg vilstan og at finna meining í Jesusi; um at verað góðtikin av Gudi, um Vón og um tað umbroytandi kraftina í kærleika.
Gleðin í at tæna einum livandi Gudi | Mariann H. Jacobsen 14.10.2024 8:19
Við persónligum upplivingum og bíbliuversum sum stokkar, bindir Mariann H. Jacobsen eina søgu um umbroytandi kraft, trúgv og Guds góðu ætlanir fyri okkara lív. Lurta eftir sterka vitnisburðinum sum heitir á okkum øll at ganga eftir kósini, sum Gud hevur sett.
Frælsið í Jesusu | Poli Jacobsen 14.10.2024 37:46
Møti 23.07.2023 | Poli Jacobsen Poli Jacobsen talar um okkara frælsið í Jesusi. Ein av størstu trupulleikum trúgvandi hava er, at tey vita ikki, hvat teimum er givið av Gudi. Hesin vankunnleikin ger, at vit ikki liva í tí, sum Gud hevur gjørt fyri okkum. Tá ið Paulus skrivar brævið til tey trúgvandi í Galatia, minnir hann tey á, at tey livdu sum trælir, sjálvt um tey vóru fræls. Hoyr um, at 1. T...
Lýdni | Poli Jacobsen 14.10.2024 36:58
Møti 06.08.2023 | Poli Jacobsen Poli Jacobsen talar um lýdni móti Gudi. Paulus sigur við tey trúgvandi í Róm, at øll hava hoyrt um LÝDNI teirra (Róm. 16.19). Hesi vóru ikki bert trúgvandi av navni, men í atburði og lívi. Menniskju ikki bara kundu HOYRA, at tey vóru trúgvandi, men tey kundu eisini SÍGGJA, at tey vóru trúgvandi. Í 1. Sám. 15.8-9 stendur soleiðis: “” Agag, kongin í Amalek, tók hann...
Frælsi frá trældómi | Tanja N. Jacobsen 14.10.2024 9:18
Hoyr Tanju N. Jacobsen vitna um okkara frælsi í Jesusi. Tað kann vera ymiskt her í lívinum, sum heldur okkum aftur ella í trældómi. Tað at liva í trældómi merkir, at okkurt annað ella onkur annar stýrir okkum ella avger hvat vit gera og ikki. Men boðskapurin í Skriftini er greiður: vit kunnu liva í frælsi, tí Jesus hevur fríað okkum. Gal. 5. 1 sigur: Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. S...
Harrin er mín hjálp | Heidi M. Johansen 14.10.2024 26:07
Heidi M. Johansen vitnar um hvussu Gud, við Sínum orði, hevur hjálpti henni ígjøgnum trupulleikar. Guds orð kann seta menniskju í frælsi frá øllum, eisini sjúku. Orðið er sum heilivágur, men vit mugu taka tað til okkum í trúgv. Gud sigur í 2. Mós. 15.26: men Eg eri HARRIN, lækni tín. Trúgv er full vissa um tað, sum vit vóna og sannføring um tað, sum vit ikki síggja. Trúgvin á Gud kann hjálpa okk...
At síggja ljós í mótgongd | Kári E. Jacobsen 14.10.2024 35:55
Hoyr Kára E Jacobsen deila søgur um at møta avbjóðingum, læra seg sjálvan at kenna og finna meining í gerandisdegnum við hjálp av trúgv og mótstøðuføri, sum kunnu venda avbjóðingum til møguleikar fyri persónligari menning. Lat hesa taluna eggja tær at minnast tína egnu mótgongd og tær tíðirnar, tá ið trúgv hevur verið ein kelda til styrki og innara frið hjá tær.
Salt jarðarinnar | Símin P. Jacobsen 14.10.2024 46:52
Símin P. Jacobsen talar um at vit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins. Vit vita ikki hvat framtíðin hevur at bera og sjálvt um vit planleggja væl, so kann morgindagurin vísa seg, at gerast heilt øðrvísi enn vit roknaðu við. Í Matt. 5.13-14 sigur Jesus, at Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og trað...
Vinir | Símin P. Jacobsen 14.10.2024 42:32
Símun P. Jacobsen talar um týdningin av at vera ein góður vinur og at hava góðar vinir. Í Nýggja Testamenti nevnir Paulus fleiri persónar, sum høvdu verið til stóra hjálp fyri hann, men eisini persónar, sum hann kendi seg svíktan av. Hoyr taluna um persónar, sum Aristarkus, Týkikus, Onesimus, Markus, Epafras og Demas, og síggj eyðkennini fyri ein góðan vin.
Frá oyðimørk til kall | Kári E. Jacobsen 14.10.2024 36:48
Kári E. Jacobsen talar um, at Gud hevur eina ætlan við lívinum hjá einum og hvørjum menniskja. Eins og Ísraels fólk í oyðimørkini, so kennur tú teg kanska at vera í eini oyðimørk andaliga, men Gud ynskir, at føra okkum úr oyðimørkini inn í tað kall, sum Gud hevur til okkum. Við at hyggja at Mósesi, Josva og Kaleb, og Jóhannes doyparanum, vísir Kári E Jacobsen á, at 3 ting hanga saman: Trúgv – vi...
Guds góðska og trúfesti | Beinta N. Solmunde 14.10.2024 11:07
Beinta N. Solmunde vitnar og syngur um Guds góðsku og trúfesti. Hoyr, hvussu vit kunnu møta okkara ótta við at hava eyguni vend á Jesus.
Dópurin í Heilaga Andanum (4) | Poli Jacobsen 13.10.2024 56:58
Poli Jacobsen talar fjórða part um dópin í Heilaga Andanum. Í hesi undirvísingini verður serliga hugt at tungutalu og hvussu tungutala er eitt sereyðkenni fyri ta tíð, vit liva í sum trúgvandi. Eisini verður hugt at hvat tungutala er og hvat endamálið er við henni.
Dópurin í Heilaga Andanum (3) | Poli Jacobsen 13.10.2024 52:25
Poli Jacobsen talar triðja part um dópin í Heilaga Andanum. Tá ið menniskju vórðu doypt í Heilaga Andanum í Ápostlasøguni, vóru útvortis tekin, sum vístu, at Heilaga Andin var komin til jarðar. At Hann var útheltur. Poli gjøgumgongur tær 5 hendingarnar í Ápostlasøguni, har menniskju vórðu doypt í Heilaga Andanum, fyri at síggja hvat hendi, tá ið Heilaga Andin fall á menniskju.
Dópurin í Heilaga Andanum (2) | Poli Jacobsen 13.10.2024 38:46
Poli Jacobsen talar annan part um dópin í Heilaga Andanum. Jesus vildi hava lærusveinarnar at bíða í Jerusalem eftir dópinum í Heilaga Andanum. Men hvat er endamálið við dópinum í Heilaga Andanum? Latast í kraft Fáa kraft Hetta merkir, at Gud ynskir, at vit skulu hava ella fáa Hansara kraft, fyri at vit kunnu verða vitnir fyri Jesus. Tað er kraft Guds, sum ger okkum før fyri júst hesum.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.