Granna Geil
Aldan
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio
Besuch unbedingt die Website des Podcasts und unterstütze die Macher: pod.co
Wo hören?
Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbarPodcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts
Folgen
HM innandura rodur 2025 500m 26.02.2025 47:21
Ólavur J. Hansen var til HM í innandura róðri í høllini Við Tjarnir leygardagin 15.02.25. Áhugaverd prát og góður stemningur var í luftini.
Birgir Kruse um Sigvart Dagsland 26.02.2025 40:54
Upptaktssending til konsertina við Sigvart Dagsland sunnukvøldið 2. mars í Lívdini. Birgir Kruse leiðir okkum ígjøgnum tónleik og søgur rundanum tónleikaran. Vertur er Ásbjørn N. Nattestad.
Nýggja fyritøkan "Portrið" 26.02.2025 12:04
Ørvur Joensen hevur stovnað nýggja fyritøku, "Portrið", sum selur og bjóðar seg fram at seta í dygdar garasjuhurðar, hurðar og vindeygu frá Novoferm og Hvidbjerg Vinduet
Prát við Christian F. Andreasen, FSF-forseta 25.02.2025 48:20
Hoyr hvat núverandi FSF-forsetin Christian F. Andreasen hevur at siga um føroyskan fótbólt. Hoyr hann fortelja hví hann ikki heldur, at sessurin sum FSF-forseti skal vera fulltíðarstarv og um hvønn veg tað gongur við føroyskum fótbólti.
Blái Krossur í Klaksvík, Prát við Edvu Jacobsen, aðalskrivara 21.02.2025 41:45
Blái Krossur í Klaksvík húsast í fyribils leigaðum hølum á Nólsoyar Pálls Gøtu 22 ímeðan hølir teirra vera umvæld. Væntandi lata tey upp í nýumvældum hølum í mei. Rás 2 var framvið á Nólsoyar Pálls Gøtu og prátaði við Edvu Jacobsen aðalskrivara í Bláa Krossi, til eitt prát um Bláa Kross sum heild og handilin annars. Vit hittu eisini fólk í handlinum.
Park by Petra - Nýggj frisørsalong í Klaksvík 20.02.2025 11:20
Herfyri lat upp nýggj frisørsalong í Klaksvík, nevnd Park by Petra. Rás 2 var framvið á Torradøgunum og fekk eitt prát við eigaran.
Look North, Ragnar O. Sundstein 20.02.2025 42:12
Rás 2 vitjaði virkið Look North á Torradøgunum 2025. Ragnar greiddi frá virkinum og hvat tey framleiða, umframt hvørjar framtíðar-ætlanir eru.
EFFO - Nýggj áfyllingarstøð í Saltangará 20.02.2025 29:25
Hósdagin 20. februar 2025 lat EFFO upp nýggja áfyllingarstøð á Fjørðuvegnum í Saltangará. Rás 2 var framvið og prátaði við Gunnar Nielsen, stjóra, og onnur á staðnum.
Torradagar 19.02.25 19.02.2025 26:20
Ásbjørn N. Nattestad vitjaði í Café Gloria, Berglon og Dávavirkinum.
Torradagar í Klaksvík 18.02.25 19.02.2025 59:24
Ásbjørn N. Nattestad vitjaði ymisk støð í Klaksvík á Torradegnum týsdagin - Spinnaríið, Norðoya Listafelag og Gallarí á Stongunum.
Upptaktssending 17.02.25 17.02.2025 1:56:35
Upptaktssending í sambandi við Torradagarnar, sum vera 17-23 februar 2025. Vit práta við fyriskiparar og luttakarar um ymiskt á skránni.
Nýggja høllin við Tjarnir 13.02.2025 29:51
Ásbjørn Nielsson Nattestad var ein túr framvið høllini Við Tjarnir og tosaði við stjóran Regin W. Dalsgarð um høllina, sum er um at vera liðug.
Hondbóltsupptakt 070225 07.02.2025 36:08
Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Hugt verður eftir komandi umfarinum í SMS-deildini hjá kvinnum, Burn-deildini hjá monnum og Faxe Kondi-kappingini bæði hjá kvinnum og monnum.
Eitt lív í hondbóltinum 06.02.25 07.02.2025 34:12
Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Agnar Joensen Hoyr núverandi KÍF-venjaran Agnar Joensen fortelja um, at hann ikki byrjaði at spæla hondbólt fyrr enn hann var 10 ár og hvørjar dreymar hann hevur innan venjarayrkið. Hoyr eisini um nær hann gjørdist strikuspælari og nær hann vann sítt fyrsta heiðursmerkið. Hann minnist eisini sera væl sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá VÍF og hoyr um hví.
Kalifornia, Scott Sheppard 02.02.25 04.02.2025 53:51
Rás 2 á ferð í Kalifornia, saman við Scott Sheppard (Sendingin er á enskum).
Erik Biskopstø Summarfestivalurin 30.01.2025 52:15
Hoyr hvat ein av fyriskiparunum av Summarfestivalinum, Erik Biskopstø hevði at siga um festivalin.
Eitt lív í hondbóltinum. Gestur: Ári Rouch 30.01.2025 42:51
Hoyr hvat samskiparin hjá HSF hevði at siga um dreymar og mál tá miðvísa arbeiðið við landsliðnum byrjaði av álvara í 2015. Hoyr eisini hvat hann hevur at siga um ÍF Føroyar, sum hann var partur av eitt tíðarskeið.
Upptakt til Sigvart Dagsland konsert 24.01.2025 43:39
Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad. Gestur: Jens Kristian á Brúgvaskifti. Ásbjørn og Jens Kristian spældu nakrar sangir við Sigvart Dagsland og tosaðu eitt sindur um norska tónleikaran í samband við, at hann kemur at hava konsert í Lívdini 2. mars 2025 kl. 20.00.
Eitt lív í hondbóltinum. Gestur Tony H. Weyhe 230125 24.01.2025 38:09
Hoyr kollfirðingin Tony Hammer Weyhe fortelja um sítt lív innan hondbóltin. Um hvussu tað er at vera kollfirðingur innan skúlaaldur og hvussu tað hevur verið at vinna fyrstu steypini í bestu deildini hjá KÍF og eisini hjá føroyska landsliðnum í hondbólti.
Ähnliche Podcasts
Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet