Kringvarp Føroya

Súrligar nætur

News FO ↓ 30 episoder

Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur. Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis

Husk at besøge podcastens hjemmeside og støtte skaberen: kvf.fo

Forfatter

Kringvarp Føroya

Kategori

News

Podcastens hjemmeside

kvf.fo

Seneste episode

8. aug. 2024

Hvor kan du lytte?

Podcasts i appen Replaio Radio Kommer snart

Podcasts kommer snart til appen. Installer nu, og vær den første til at se en helt ny tilgang til podcasts

Hent den på Google Play Installer gratis Android næsten 10 mio. downloads · 4,8 i bedømmelse iOS snart

Episoder

Súrligar nætur: Hvør er reyvarholið? 06.03.2024

Á Tik Tok kjakast fólk í løtuni um, hvør er reyvarholið í ymiskum støðum. Tráðurin eitur "Am I The Asshole", og hetta hava tey trý tikið til sín. Tey gera eina roynd við at finna reyvarhol í hesum partinum. Bárður, David og Rannvør tosa eisini um ein blóðtøpp, sum møguliga er komin av P-pillum. Nakað sum er serstakt við hesum er, at hesin blóðtøppurin hevur eitt ævintýrakent navn.  Fyri at vera ei...

Súrligar nætur: Fordómar og "morgunralskar" 11.02.2024

Tey trý, Bárður, David og Rannvør, sita í, sum tey nevna tað, loysingarstaðnum í Danmark, sum er Drivhuset, ið liggur í Oyrasundsskúlaheiminum. Prátið fevnir víða, tí tey práta um fordómar, sum tey og aðrir føroyingar hava upplivað í Danmark, tey víðka um føroyska málið, har trý nýggj orð verða uppfunnin, sum tildømis "morgunralskar". Síðani avdúka tey,  hvør av teimum tapti avbjóðingina og tískil...

Súrligar nætur: Ótrúskapur, monarki og einsemi 28.01.2024

Eiga vit at siga Fríðrikur ella Frederik, tá ið vit tosa um okkara nýggja kong? Tað er eitt av evnunum í hesum parti. Aftaná nakrar vikur eru vit øll í sama landi aftur, tískil skála vit og smoyggja ermarnar upp, tí nú skulu nøkur evnir vendast. Parturin í dag snýr seg um monarki, ótrúskap, einsemi og so verður tann fyrsta avbjóðingin, í millum tey trý, skotin í gongd.

Súrligar nætur: Janus Wiberg veit hvat er 'in' 18.12.2023

Tey trý tosa um fyrimunirnar við at búgva í Danmark og sleppa undan at bíleggja vørur til Føroya. Rannvør gremur seg um, at hon framvegis leitar eftir føstum bústaði í Keypmannahavn; hon verður skjótt heimleys. G! Festivalurin kunngjørdi herfyri eitt av høvuðsnøvnunum. Meðan Rannvør og David eru bergtikin, stendur Bárður spyrjandi. Hann kennir ikki bólkin. FM1 prátaði herfyri við sangaran Janus Wi...

Súrligar Nætur: #Textmewhenyougethome 04.12.2023

Evnini hesaferð eru #textmewhenyougethome, brostekn, politikarir, sum sleppa við í jólaveitslu, og hvat tey halda er dragandi og ikki. Sendingina gera Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Eyðunsdóttir.

Lyt til podcasten Súrligar nætur i Replaio

Radio og podcasts i én app - gratis og uden tilmelding. Installer i dag, og gå ikke glip af lanceringen

Hent den på Google Play

Replaio er ikke podcastudgiver; programmernes navne, coverbilleder og lyd tilhører deres ophavsmænd og distribueres via offentlige RSS-feeds.