Kringvarp Føroya

Meg minnist

News FO ↓ 50 episoder

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.

Husk at besøge podcastens hjemmeside og støtte skaberen: kvf.fo

Forfatter

Kringvarp Føroya

Kategori

News

Podcastens hjemmeside

kvf.fo

Seneste episode

11. dec. 2023

Hvor kan du lytte?

Podcasts i appen Replaio Radio Kommer snart

Podcasts kommer snart til appen. Installer nu, og vær den første til at se en helt ny tilgang til podcasts

Hent den på Google Play Installer gratis Android næsten 10 mio. downloads · 4,8 i bedømmelse iOS snart

Episoder

Meg minnist - Edmund Joensen (6:7) 26.03.2023

Við hvalastøðini i við Áir broyttist náttúran í Sundalagnum. Eitt var, at hvalabátarnir komu hagar við fonginum, annað var, at her tók seg eisini upp eitt fjølbroytt fuglalív. Tá seinasta sólarmyrking var, vóru Edmund og ein vinmaður við línu í Sundinum. Teir vildu vita, hvørja ávirkan tað hevði á fiskin, ta løtuna, ið myrkt var. Edmund er fjórði oyrarmaður, sum var Føroya løgmaöður. Tveir vóru í...

Meg minnist - Edmund Joensen - (5:7) 19.03.2023

Sum stjóri og medeigari í virkinum O.C. Joensen á Oyri var Edmund Joensen limur í umboðsráð-num og starvsnevndini í l/f Føroya Fiskasølu. Hon stílaði fyri útflutninginum hjá sínum limum, ið vóru so at siga øll fiskavirki og skip. Fiskasølan hevði deildir í Grimsby og Hirtshals og samstarvaði eisini við Coldwater Seafood í USA. Eitt skifti sendi Fiskasølan eitt farmaskip um vikuna til USA við føroy...

Meg minnist - Edmund Joensen (4:7) 12.03.2023

Edmund Joensen var uppi í, tá farið varð undir alibrúk í Skálafirði og við Streymin. Tá teir funnu nóg heitt vatn við Áir mælti Júst í Túni, at hetta var ein revolusjón. Landsstýrið hevði hug at byggja alivinnuna upp sum smá húsmansbrúk. Tað helt ikki. Lús og sjúkur vórðu dagligur kostur. Nú talar Edmund fyri at fara út á hav at ala. Spurningurin er, hvat umhvørvið tolir aftrat inni við land. Torf...

Meg minnist - Edmund Joensen - (3:7) 05.03.2023

Børnini á Oyri runnu dyst, spældu bólt og arbeiddu við teimum vaksnu. Edmund var fyrsta túr til skips við einum leigaðum norskum kópafangara. Ingolf Andreassen førdi hann á sild. Teir fingu 2600 tunnur og vóru besta skip. Edmund var seinni við Búgvanum undir Føroyum. Tá teir komu aftur við fullum skipi, segði Tórhallur við reiðaran: "Skipið er bara ov lítið". Oyrarmenn sigldu eina tíð við bilum um...

Meg minnist - Edmund Joensen (2:7) 26.02.2023

Edmund Joensen er barnføddur á Oyri í Eysturoy. Pápin Poul Joensen var oyrarmaður og mamman var Hansina Samuelsen úr Haldórsvík. Tey bygdu úti á Bakka á Oyri, har Poul fór at handla við matvørum og taka móti fiski. Saman við bróðrinum Jógvani hevði hann eitt annað felag, sum seldi eitt nú kraftfóður og tók móti vársild og summarsild. Edmund er føddur í 1944 og flutti um 20 ára gamal norð á Oyrarba...

Meg minnist - Edmund Joensen (1:7) 20.02.2023

"Tað er ikki bara sum at siga tað at gevast við øllum hesum her", tekur Edmund Joensen til, nú hann eftir mong ár á fólkatingi, løgtingi og í landsstýri er givin í politikki. Hevur nú sum fólkatingsmaður eisini verið limur í Norðurlandaráðnum og í fólkatingsins uttanríkispolitisku nevnd. Dagliga starvið á fólkatingi hevur fyrst og fremst verið at røkja føroysk áhugamál her. Nú hann gavst, tagnaði...

Meg minnist - Karin Brattaberg (4:4) 12.02.2023

Karin og Árni Brattaberg komu aftur til Føroya úr Voss í Noregi til jólar í 1966.. Við sær høvdu tey sonin Rúna. Búsettust fyrst í Havn. Fluttu seinni til Vágs. Árni fekst við jørð og betong og byggiar-beiði eins og bóndaarbeiði í Fámará. Karin fór at arbeiða við ull. Byrjaði í nítiárunum, tá alt steðg-aði upp. Sum fráleið fekst ein verulig vinna burturúr, ið eisini fevndi um virkir í øðrum londum...

Meg minnist - Karin Brattaberg (3:4) 05.02.2023

Eftir skúlaárini fór Karin Brattaberg til Havnar at vera arbeiðsgenta. Var eitt lítið ár í húsinum hjá Eydnu Viderø. Haðani fór hon á Bacalao. Várið 1961 var Karin á háskúlanum. Hetta var góð tíð. Tey vóru útferð við ”Thorshavn”. Skipið stóð brádliga fast í botni við Kirkjubøholm. Har var gangur og róp til bátar loksins komu til hjálpar úr Kirkjubø. Katrin fekk starv í handlinum hjá Heina í Kjøt o...

Meg Minnist - Karin Brattaberg (2:4) 29.01.2023

Karin Brattaberg átti fýra mammubeiggjar á Eiði: Frederik, Georg, Jørgen og Gunnar Joensen. Teir giftust allir av bygdini. Frederik til Vágs, Georg og Gunnar til Klaksvíkar og Jørgen til Keypmanna-havnar. Georg var skipari á Thor, tá hon var álopini út fyri Aberdeen í 1941. Hann visti ikki onnur ráð enn at skjóta eftir týskinum. Varð heiðrarður við merkinum Member of Bristish Empire. Við-hvørt sta...

Meg minnist - Karin Brattaberg (1:4) 22.01.2023

Nýggjur gestur í Meg minnist verður Karin Brattaberg úr Funningi, sum eisini hevur búð í Havn og í Vági. Hon hevur stóran áhuga fyri kvæðum og dansi og skipaði á plátuni, sum Hansmann Tórgarð síðst í 50unum gav út við funningsbørnum. Pápi hennara hevði lært hana stev, tá hon var smágenta. Funningsfólk høvdu fingið nýggja dansistovu ella mentunarhús í 1950. Poul Eide var undangongu-maður og hevði t...

Søgur um Selatrað (4:4) 15.01.2023

Selatrað er partur av Sjóvar kommunu. Í kommununi eru eisini Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes. Selatrað og Strendur eru markatalsbygdir. Hinar tríggjar eru niðursetubygdir. Skúli var á Selatrað frá 1890unum inn í 1960ini. Síðani hava børn av Selatrað gingið í skúla á Strondum. Gamli skúlin er til enn. Nú er hann umbygdur og er missiónshús. Hildið verður, at Selatrað hevði kirkju áðren...

Søgur um Selatrað (3:4) 08.01.2023

Á Selatrað eru nógv staðarnevnd, sum eru komin av fólkanøvnum, men ongin veit at siga nakað um hesi fólk. Men sagnir eru. Til dømis um norðmannin Tór, sum kom til ilnar við Harald Hárfagra í Noregi og flýddi til Føroya. Hann búsettist í Hósvík og hevði fólk fyri seg á Selatrað at siga frá ófriðaskipum. Eitt kent navn á Selatrað var tann skilagóði Ríki Jákup. Hann hevði tænt á Hoyvíks-garði og røkt...

Søgur um Selatrað (2:4) 18.12.2022

Tingstaðurin á Selatrað var fyrstu tíðina hildin á Kvíggjarheyggi norðanfyri búsetingina. Har var tingið hildið úti. Har var eisini gálgin at hongja tey í, sum fingu deyðadóm. Í 14-1500 árunum varð tingið flutt undir tak og varð síðani hildið í bóndahúsunum Niðristovu Heimi í Bø. Nýtt gálgastað var nú uppi á Gálgasteini oman fyri húsini. I sendingini verður eisini sagt frá fleiri rættarmálum, sum...

Søgur um Selatrað (1:4) 11.12.2022

Í nøkrum sendingum fer Max Cecil Weihe av Selatrað at greiða frá bygdini í søgu og søgn. Selatrað er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400, men hon er ivaleyst eldri enn tað. Keltar hava óivað verið framvið á Selatrað, áðrenn norðurlendingar løgdu leiðina til Føroya. Orðaskifti hevur verið um bygdanavnið. Er upprunin Sellátur kópalátur ella okkurt heilt annað? Sýs...

Meg minnist (5:5) 04.12.2022

Viberg Sørensen legði eitt skifti dent á at fiska havtasku. Hetta var lønandi fiskiskapur og vardi eina tíð. Hevði eisini hug at royna eftir svartkalva og keypti tann gamla ?Suðurvarða? til tað. Skipið varð umvælt og fiskiskapurin royndist, men illa lá fyri at selja, so fyritøkan gavst. Viberg var formaður í Føroya Reiðarafelag eitt skifti. Tá royndu teir at finna nýggjar fiskimøguleikar. Teir set...

Meg minnist (4:5) 27.11.2022

Tað var uppliving at koma í Føroyingahavnina fyrstu ferð. Har var lív og størsta flakavirki føroy-inga. Umráðandi var at skunda sær aftur á fiskileið. Mitt í 60unum fór Viberg á sjómannaháskúla í Svendborg. Í 1963 var hann fyrsta túr við trolara, ?Leivi Øssurssoni?. Var liðugur á sjómansskúl-anum í Havn í 1967. Fyrsti kjansur sum stýrimaður var við ?Ranafossi?. Várið 1968 førdi hann ?Nim?, sum skj...

Meg minnist - Viberg Sørensen (3:5) 20.11.2022

Viberg fór sín fyrsta túr til skips í 1961. Pápin Ansgar Sørensen førdi skip sum ?Akranes?, ?Rólant?, ?Hamranes? og línuskipið ?Gudmund? hjá N.J. Mortensen. Støðan var vánalig í 50unum. Nógv skip stóðu seg ikki og vórðu seld av landinum. Stórur partur av fiskimonnum leitaði til Íslands eftir kjansi. Arbeitt varð við at endurnýggja skipaflotan. Í 1956 komu línuskipið ?Vestur-havið Blíða? og nýggjur...

Meg minnist - VIberg Sørensen (2:5) 13.11.2022

Kongligi handilin virkaði á Tvøroyri í nøkur fá ár frá 1836 til 1856. Hans Georg Thomsen keypti hendan handil, og skjótt fór Jóhan Mortensen undir egnan handil. Handlarnir mentust og løgdu seg eisini eftir fiskivinnu. Nú var møguleiki hjá monnum at fáa skipskjans og konufólk kundu fáa arbeiði í fiski. Sum fráleið mentist Tvøroyri til eina virksama og stóra bygd. Ein máti hjá hand-lunum at fíggja s...

Meg minnist - Viberg Sørensen(1:5) 06.11.2022

Viberg Sørensen hevur eftirnavnið frá langabba sínum Hanusi, sum um aldarskiftið 1900 flutti úr Dali til Trongisvágs. Hanus helt, at har var tryggari at búgva enn í Skeiðistoftum í Dali. Hanus tók húsini niður og tók tey við til Suðuroyar. Hanus tók upp jarðarbrúk, men var eisini postmaður í norðaru helvt. Viberg Sørensen hevur fornavn sítt eftir langabban og abban úrVíkarbyrgi. Teir itu báðir Óli...

Meg Minnist - Regin Joensen 30.10.2022

Regin Joensen hevur búð alla sína tíð undir Gøtueiði. Hann er múrari og hevur arbeitt um alt landið. Fyrstu fólk, sum settu seg niður undir Gøtueiði í 1852, vóru úr Syðrugøtu og Norðragøtu. Maðurin Jóhan var av Lækjuni og konan Elsebeth Frederikka av Fløtti. Tey bygdu á Toppafløtu. Dóttirin Jóhanna Katrina og maður hennara Alexander Magnussen av Skála tóku við húsinum eftir niðursetufólkini.

Meg Minnist - Inga Simonsen (2:2) 23.10.2022

Inga hitti Árna, tá hann kom til Havnar at ganga á stýrimansskúla í 1958. Hann fór út at sigla, og hon fór á húsmóðirskúla í Vordingborg. Tá komu boð frá Árna um, at teir vóru á veg úr Suðuramer-ika til Rotterdam. Hon avstað, men í Amsterdam var ongin Árni og tók ímóti. Ólag var á ferðsluni. Helt leiðina til Rotterdam, har hon loksins hitti hann. Eitt skifti aupair í Onglandi. Giftust í 1965. Búðu...

Meg Minnist - Inga Simonsen (1:2) 16.10.2022

Gestur í Meg minnist verður nú Inga Simonsen í Havn. Hon er fødd Gunnarsson og giftist við skip-aranum Árna Simonsen úr Fuglafirði. Inga er havnarkona við stórum H, men varð tó fødd suðuri í Vági orsakað av krígnum. Mamma hennara Herborg av Viðareiði og pápin Gunnar vuksu bæði upp í Vági. Út fyri Helluni á Viðareiði fór ein barnavognur á sjógv við Ingu í. Í Havn vaks hon upp úti í Mattalág. Fór í...

Meg minnist - Steinbjørn Jacobsen 09.10.2022

Tað var tann tíð, tá KÍ vann FM í fótbólti hvørt ár frá 1966 til 1970. 66-liðið legði ein meistaraskap aftrat í 1972, men nústani hevur KÍ aftur vunnið FM í ovastu deildini tvey fylgjandi ár. Steinbjørn hjá Sam í Búðunum spældi trý ár í dreingjadeildini miðskeiðis í 50unum við góðum úrsliti. Í 1957 fekk hann sínar fyrstu dystir á 1. liði, og har vann hann heili 9 meistaraheiti. Sum smádreingir spæ...

Meg minnist - Henrik Old (5:5) 02.10.2022

Í seinastu sendingini fer Henrik Old m.a. at hugleiða um lívið i løgtingspolitikki. Hann var valdur á ting fyri javnaðarflokkin í Suðuroy í 1984. Byrjaði sítt politiska lív í samgongu við Atla Dam sum løgmanni. Henrik var framvegis tingmaður, tá bankin fór á húsagang í 1992 og mátti bjargast. Í 1994 kundi Henrik verið valdur løgtingsformaður, men bar seg undan. Í 2011 varð Henrik Old landsstýrisma...

Meg minnist - Henrik Old (4:5) 25.09.2022

Í 1972 fekk Henrik Old tjans við Akraborg hjá Jákupi Joensen. Tveir mánaðir seinni beyð Jákup honum tjans sum stýrimaður við Nýborg, tí hann fór sjálvur í land. Henrik varð verandi í reiðarínum í 17 ár. Fekk tjans sum skipari í 1977. Væl lá fyri at fáa makrel við Hetland og sild í Norðsjónum. Menninir vóru næstan heil ár umborð á skipunum og sóu lítið til konu og børn. Í 1982 bjargaði Nýborg einum...

Lyt til podcasten Meg minnist i Replaio

Radio og podcasts i én app - gratis og uden tilmelding. Installer i dag, og gå ikke glip af lanceringen

Hent den på Google Play

Replaio er ikke podcastudgiver; programmernes navne, coverbilleder og lyd tilhører deres ophavsmænd og distribueres via offentlige RSS-feeds.