Kringvarp Føroya

Lesikrókurin

News FO ↓ 37 episoder

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

Husk at besøge podcastens hjemmeside og støtte skaberen: kvf.fo

Forfatter

Kringvarp Føroya

Kategori

News

Podcastens hjemmeside

kvf.fo

Seneste episode

2. jun. 2025

Hvor kan du lytte?

Podcasts i appen Replaio Radio Kommer snart

Podcasts kommer snart til appen. Installer nu, og vær den første til at se en helt ny tilgang til podcasts

Hent den på Google Play Installer gratis Android næsten 10 mio. downloads · 4,8 i bedømmelse iOS snart

Episoder

Lesikrókurin: Tollakur hjá Ingibjørg 10.03.2022

Hesa ferð verður bókin Tollakur hjá Ingibjørg umrødd. Norski rithøvundurin Tore Renberg skrivaði, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. Bókin snýr seg um einkjumannin Tollak, sum býr í lítlum húsi í dali burtur frá búðplássunum. Hann er deyðiliga sjúkur og greiðir frá lívinum og ymiskum hendingum. Tollakur hevur boðsent báðum børnunum at koma heim, tí hann hevur nakað at siga...

Lesikrókurin: Vatn er ein vátur logi 10.02.2022

Í dag verður bókin "Vatn er ein vátur logi" eftir Carl Jóhan Jensen umrødd. Gestir eru Malan Marnersdóttir og Pál Weihe

Lesikrókurin: Fáður fær tráðin heilt slættan 11.01.2022

Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Óluva Klettskarð umrøða bókina

Lesikrókurin: Heimurin, ið var 12.11.2021

Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga. Í beinari tíðarlinju sigur Stefan Zweig frá sínum barndómsárum í múgvandi jødiskari Wiener-ætt og fram til tað núið, tá ið bókin verður skrivað: Fyrsta árið av seinna heimsbardaga, sum varð seinasta árið í lívi hansara. Hann lítur aftur á ungd...

Lesikrókurin: Corpus Delicti 12.11.2021

Til umrøðu er bókin "Corpus Delicti - eitt rættarmál", sum týska Juli Zeh skrivaði. Kropslig heilsa kemur fram um alt annað. Felagsskapurin fram um einstaklingin. Eftirlit fram um álit. Soleiðis er dystopiska samfelagið í bókini ?Corpus Delicti ? eitt rættarmál?, sum vit umrøða í Lesikrókinum hesa ferð. Juli Zeh hevur skrivað skaldsøguna, sum kom út á fyrsta sinni í 2009. Anja Tell týddi til føroy...

Lesikrókurin: Hvør drap Bambi? 12.11.2021

Vit eru í einum glæsiligum forstaði til Helsinki; Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur, tað er veitsla, og har hendir ein grov hópneyðtøka. Fýra ungir mans, úr góðum heimum, siga tey, gera seg ógvusliga inn á eina javnaldrandi kvinnu, sum er fyrrverandi unnustan hjá eina unga manninum. Hettar er í høvuðsheitum hendin...

Lesikrókurin: Menn í mínari støðu 27.09.2021

Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, og Marna Jacobsen, fráfarandi ritstjóri um bókina Menn í mínari støðu eftir Per Petterson. Vit tosa um sorg og kreppu, og um hvussu menn handfara sorg og kreppu í bókmentum á høgum støði. Vertur er Eilen Anthoniussen.

Lesikrókurin: Bøn fyri Tjernobyl 05.04.2021

Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 – um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við.  Sjónvarps-stuttrøðin Cherno­byl, sum vann ­tíggju ­Emmy Awards og tvær Golden Gl...

Lesikrókurin: Ein annar er gull 03.03.2021

Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Súsanna Tórgarð skifta orð um skaldsøguna og tosa m.a. um Sanatoriið, forelskilsi, føroyskar kvinnur, sum fóru av landinum at arbeiða, og um flættuna sum súmbol upp á kynsligan aktivitet.

Lesikrókurin: Gentan í Verðini 10.12.2020

Í hesum poddvarpinum hittast Ria Tórgarð, Djóni Nolsøe og Helena Kannuberg fyri at tosa um nýggju skaldsøguna Gentan í verðini eftir Katrina Ottarsdóttir. Tosað verður um børn, sum hava tað trupult, trýkantsdrama, humor og mangt annað, sum kemur burturúr, tá 11 ára gamla gentan fortelur í bókini. Vertur er Eilen Anthoniussen. Lesikrókurin er samstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

Lesikrókurin: Móðurmjólk 20.10.2020

Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettisku Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond. Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin er hin 26. Gestir í sendingini hesaferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavsson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og tosað verður um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðu...

Lesikrókurin: Leksikon um ljós og myrkur 02.10.2020

"Hvat passar, og hvat passar ikki? Hvar gongur markið?", "Kanska er hann ofrið, sum bara verður bøðil?" "Kanska er hann eitt offur sjálvur?" verður spurt í kjakinum um skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur, sum er nýggj klubbabók í Bókaklubba Sprotans. Millum mangt annað tosa vit um tað serliga jødiska hugtakið um, at menniskjað doyr tvær ferðir. Marna Jacobsen, Eyðun Klakstein og Uni Holm Johann...

Lyt til podcasten Lesikrókurin i Replaio

Radio og podcasts i én app - gratis og uden tilmelding. Installer i dag, og gå ikke glip af lanceringen

Hent den på Google Play

Replaio er ikke podcastudgiver; programmernes navne, coverbilleder og lyd tilhører deres ophavsmænd og distribueres via offentlige RSS-feeds.