Granna Geil
Aldan
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio
Husk at besøge podcastens hjemmeside og støtte skaberen: pod.co
Hvor kan du lytte?
Podcasts i appen Replaio Radio Kommer snartPodcasts kommer snart til appen. Installer nu, og vær den første til at se en helt ny tilgang til podcasts
Episoder
Hølini "Hjá Judith" í Saltangará - prát við Annbritt Jacobsen 24.04.2026 7:40
Hølini lótu upp í Mentanarvikuni við framsýning hjá Finleif Mortensen. Annbritt greiðir frá hvat ætlanin er við hølunum framyvir.
Mentanarvikan 2026 - Minningarhald: Poul Petersen 125 ár 23.04.2026 1:47:08
Minningarhald um Poul Petersen, ið 3. september í ár hevði fylt 125 ár Poul var borin í heim í Funningi. Hann las til løgfrøðing við Keypmannahavnar Lærda Háskúla og í 30 ár umboðaði hann Fólkaflokkin á Føroya løgtingi fyri Eysturoyar valdømi. Hann var m.a. við í sendinevndini, sum samráddist við danskar myndugleikar eftir krígslok. Í 20 ár var hann eisini fulltrúi í landsstýrinum. Poul gav eis...
Jotam Confino - Miðeysturdagføring 22.04.26 22.04.2026 28:35
Vit taka táttin uppaftur við miðeysturdagføring frá altjóða miðlamanninum, Jotam Confino, sum er búsitandi í Ísrael.
Mentanarvikan 2026 - Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum? 21.04.2026 2:12:42
Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka. Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, a...
Mentanarvikan 2026 - Umskiftið frá Runavíkar Mekaniska Verkstaði til Gulu Smiðju 21.04.2026 1:51:23
Nakrir teirra, ið lærdu í RMV, fara at greiða frá sínari lærutíð og samtíðar samfelagnum, sum smiðjan var ein partur av. Eftir krígslok tók menningin dik á seg í økinum eystanfyri við Skálafjørðin. Skip og virkir løgdust til, og brúk var harvið fyri tænastuvinnum. Ein lutur í hesum var Runavíkar Mekaniski Verkstaður. Undir skiftandi smiðjumeistarum eru nógvir lærlingar vorðnir sveinar í smiðjuni....
Hjá Judith letur upp - prát við Helga Johannessen um søguna á staðnum 21.04.2026 19:26
Helgi Johannessen er ein av trimum synum hjá Judith Johannessen, sum hevði foto-virksemið á staðnum í nógv ár. Helgi greiðir frá um søguna og mammuna, sum var slóðbrótari í sínari tíð.
"Hjá Judith" letur upp, prát við fólk á staðnum 21.04.2026 28:23
Hølini "Hjá Judith" lótu upp týsdagin 21. apríl við listaframsýning hjá Finleif Mortensen. Aldan var til staðar og prátaði við listamannin, borgarstjóran og onnur fólk á staðnum.
Lignende podcasts
Replaio er ikke podcastudgiver; programmernes navne, coverbilleder og lyd tilhører deres ophavsmænd og distribueres via offentlige RSS-feeds.