Kringvarp Føroya
Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur. Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
Určitě navštivte web podcastu a podpořte jeho tvůrce: kvf.fo
Kde poslouchat?
Podcasty v aplikaci Replaio Radio Už brzyPodcasty míří do aplikace už brzy. Nainstaluj si ji teď a jako první uvidíš úplně nový pohled na podcasty
Epizody
Súrligar nætur: Vit eru farin í kirkju 08.08.2024 55:01
Í dag eru vit í Klaksvík, tí vit hava hoyrt, at tey hava eina flotta kirkju og eitt "foytt" orkestur. Tískil sita vit í Christianskirkjuni i dag. Vit práta við Marjuna Lómaklett, prestur, um trúgv, starvið og ung. Síðani práta vit við Adrenaline, ið skulu spæla á ársins Summar Festivali. Og so er hetta okkara seinasti partur - á hesum sinni.
Súrligar nætur: Vit sakna at vera 16 ár 07.08.2024 55:41
David vil ikki blíva vaksin, tískil er hann farin at práta við Siri Súsonnudóttir Hansen um Neverland siglitúrin. Í meðan David rokast og droymir søtt, eru Bárður og Rannvør eftir í útvarpsstovuni, har tey m.a. prátað um, at tey sakna at vera 16 ár. Saknurin verður dyrkaður við einum spæli.
Súrligar nætur: Dreymar og dypping 06.08.2024 55:01
Kennist tú við at droyma um nakað sera óveruligt ella óhugnaligt? Og kennist tú við at droyma um nakað ávíst, sum á ein løgnan hátt hevur samband við tín gerandisdag? Vit hava prøvað tað, og í dag práta vit við Miu H. Smith, ið hevur poddvarprøðina Dreymasavnið. Í røðini prátar hon við gestir um teirra dreymar, har tey royna at tulka teir saman. Mia hjálpir okkum við at finna høvd og hala í dag. O...
Súrligar nætur: Vit avdúka ársins summarhitt 01.08.2024 55:47
Enduliga kom dagurin, sum vit hava bíðað eftir og droymt um í fimm vikur. Í dag finna vit ársins summarhitt! Vinnarin vinnur nakað heilt serligt, sum fleiri heilt sikkurt høvdu viljað vunnið. Men áðrenn ársins summarhitt verður avdúkað, kemur ein nýggjur bólkur á gátt, ið hevur havt ferð á. Bólkurin eitur 21knm og syngja m.a. B.Í.L og Effo date. Jens Eli Olafson, Hans Oluf Johannesen og Petur Fjal...
Súrligar nætur: Tað er dýrt at vera lesandi 31.07.2024 55:02
Í dag er sendingin merkt av, at fleiri hava fingið boð um tey eru sloppin inn á universitetið. Vit byrja sendingini við at hoyra frá David, ið er farin til Mallorka at sóla sær. Síðani kemur Bjørk Sæunnardóttir Miné at práta við okkum um Pisudagar. Hon prátar um tiltakið og hevur fimm góð ráð til tín ið er lesandi. Magnus Kárason Durhuus, formaður fyri MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), prátar...
Súrligar nætur: Ólavsøka og DJ-battle 30.07.2024 54:29
Tykkara vertir eru moyr í dag aftaná at hava hátíðarhildið ólavsøkuna. Bárður, David og Rannvør taka saman um ólavsøkuna og práta millum annað um føroysk klæðir og midnáttarsangin. David er dómari, tá ið Rannvør og Bárður kappast í einum DJ battle, har tey skulu finna boð upp á tey bestu løgini til tríggjar støður, sum David hevur funnið upp á. Eitt nýtt boð upp á ársins summarhitt verður sjálvand...
Súrligar nætur: Bóndin skerur okkum kjøt 25.07.2024 52:17
Vit eru farin at vitja Bøndur í fiskahúsinum í Kaldbak. Vit fáa borðreitt við góðum mati frá nærumhvørvinum og práta við Hans Petur Bærentsen Nolsøe, ið er ein av fyriskiparunum í Bøndur. Hans Petur greiðir frá um hvussu fyritøkan var stovna og hvat teir bjóða tá gestir koma á vitjan. Prátað verður eisini við Morten Friis, sum er dani, um hvussu hann upplivir Føroyar og okkum føroyingar. Morte...
Súrligar nætur: Ólavsøkurøðan má gjarna vera lívlig 24.07.2024 54:50
Í gjár vóru vit enn merkt av G! Festivalinum, men í dag eru vit aftur. Á ólavsøku er nógv at fara til, og fleiri av okkum hava ymiskar siðvenjur. Ein siðvenja hjá fleiri er hyggja eftir ólavsøkuframsýningini, sum er á Listasavninum. Í ár eitur framsýningin (SPRUTT), og tað er listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir sum hevur lagt hana til rættis. Vit práta við Aldu í sendingini, har hon m.a. greiðir...
Súrligar nætur: Vit eru blivin gomul 23.07.2024 54:15
Vit eru komin aftur til Havnar, men vit eru ikki á toppinum. Summi siga, at mann við aldrinum verður verri fyri, tá ið mann hevur verið á festival, og vit mugu staðfesta, at tað uppliva vit. Prátið fevnir um G!, har eitt hjartasuff frá okkum kemur. Vit halda ikki, at føroyingar duga nóg væl at lurta eftir tónleiki. Eitt sum hoyrir til tónleik er at dansa. Í Norðurlandahúsinum verður eitt listarl...
Súrligar nætur: Vit eru á G! 18.07.2024 54:38
Vit eru í Syðrugøta, tí G! byrjar í dag. Nógv fólk eru á sandinum, sólin skínur og lagið er gott. Fleiri koma at vitja okkum, ið bæði skulu spæla, eru festivalgestir, spæla bingo og skipa fyri.
Súrligar nætur: David ger mat meðan hini spæla sjónleik 17.07.2024 54:19
David má luftast,tískil er hann farin ein túr til Jákup Sumberg at gera mat og práta um matmentan. Bárður og Rannvør eru eftir í útvarpstovuni, har tey hava fingið vitlíkið at gera ein útvarpsleik. Tey hava eina niðurstøðu, sum onkur møguliga kann taka til sín. Dagsins boð upp á ársins summarhitt verður eisini funnið.
Súrligar nætur: Tað er umráðandi at brúka fyribyrging 16.07.2024 54:15
Okkara "check-listi" er klárur, tískil eru vit klár at fara á festival. Saman við tykkum hava vit funnið útav, hvat er umráðandi at hava við, og á listanum stendur m.a. oyraproppar, hondspritt og fyribyrging. Hví tað er umráðandi at hava fyribyrging við og brúka tað, fer Bjørt Lind, ið umboðar felagsskapin Kyn, at práta um. Hon greiðir frá hvørjar kynsjúkur eru í umferð í Føroyum, og hví ein skal...
Súrligar nætur: Øl og taxa 11.07.2024 54:03
Tað er hósdagur, tískil eru vit farin ein biltur, men hesa ferð er hann ikki so langur. Vit eru farin í OY at tosa við bryggjaran Alessandro Ersettigh, ið er bryggjari har. Hann veit sera nógv um øl, sum eisini hoyrist aftur, tá ið vit skulu smakka tríggjar øðrvísi øl, har ein m.a. er svørt. Okkara Svend er farin biltur við Hera Jacobsen, har prátið verður eitt sindur øðrvísi enn tað, vit eru von...
Súrligar nætur: Eingin fekk eitt tíggjutal 10.07.2024 55:23
Í dag royna vit at blíva eitt sindur lekkrari, tískil er Rannvør farin til frisør meðan David og Bárður fáa klædnaráð. Rannvør situr í stólinum í næstan seks tímar, sum summi fólk halda vera rættuliga leingi, men hví tað tekur so langa tíð, greiðir Hanna Stenberg á Brúgv frá, sum starvast sum hárfríðkari í Hárbúðini. Í sendingini gevur hon hárráð og metir um hárrákini á netinum. Høgni Heri Mohr, i...
Súrligar nætur: Vakurleika- og kropsidealir hjá monnum 09.07.2024 55:07
Í dagsins sending hoyra vit Pætur Weihe Simonsen, ið er persónligur venjari, greiða frá vakurleika- og kropsidealum hjá monnum. Tað verður millum annað prátað um "steroidir", hár "transplantsión" og um har er ein ideelur maður? Svend hevur verið og dyppað við Silvurdrongi, ið greiðir frá, um lív sítt og sína list. Vit finna eisini aftur eitt boð uppá ársins summarhitt.
Súrligar nætur: Vit eru farin út á bygd 04.07.2024 55:51
Vit eru sloppin til Ljósá at vitja 24 ára gamla festibóndan Flóvin Kruse í Kollsbyrgi, og senda frá fjósinum hjá honum í Gimbrinum. Vit práta við Flóvin, um hvussu tað ber til at hann hevur valt bóndalívið og fáa innlit í hansara gerandisdag. Tað sæst, at David og Rannvør eru á útivølli. Okkara reportari Svend Danielsen er eisini farin at vitja Lív Brúsá frá Liv Lívið í teirra rúsfríðu barr - Ho...
Súrligar nætur: Vit skriva eitt nýtt summarhitt 03.07.2024 54:51
Bárður er farin oman til Heina Ronnason á Heygum at skriva eitt nýtt summarhitt. Gongdin er pressa, men teir gjørdu eitt nýtt summarlag, sum vit spæla í sendingini. David og Rannvør royna eisini at vera skapandi, hóast tey ikki duga eins so væl sum teir at skriva. Tey bæði skriva eina yrking hvør, ið fær tann eina vertin at rodna.
Súrligar nætur: Ferðavinnan í Føroyum og summardypp 02.07.2024 55:18
Vit eru komin heim at gera oyraguff og rokast í útvarpinum, tí í summar verður poddvarpið ein summarsending í útvarpinum. Í dagsins sending práta vit um ferðavinnuna í Føroyum, ið mong finnast at, tí ferðafólkini fylla nógv. Randi Meitil, ið er ferðaleiðari, sær øðrvísi upp á støðuna enn flest onnur, tí hon heldur, at ferðafólkini styrkja um móðurlandskærleikan. Svend Danielsen verður okkara repor...
Súrligar nætur: Nicki Minaj hevur fornermað ein av vertunum 18.06.2024 54:29
Trúgv tí ella ei, men Nicki Minaj hevur fornermað tann eina vertin. Hon dugir at "twerka", dugir at syngja skjótt, men hon dugir ikki klokkuna. Í sendingini verður greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið hon spældi í Royal Arenu herfyri, sum hevur skapt nógva umtalu niðri, tá ið hon m.a. kom tríggjar tímar ov seint á pallin. Á Facebook eru fleiri bólkar, sum mann ikki hevði væntað vóru til. Tí...
Súrligar nætur: Ein túr í Scientology og bei Skarv 11.06.2024 55:01
Í dagsins parti tosa vit um kvøldið, tá ið Skarv lat aftur. Nógv glað fólk samlaðust, og í millum tey var dagsins gestur. Hann er ein fittur 'crossfittari', etur ofta úti og hevur langt hár. Dagsins gestur er Rólant Waag Dam, journalistur fyri Frihedsbrevet. Sjálvt um Skarv hevur fylt nógv í seinastuni, so fer sendingin ikki bert at snúgva seg um tað. Prátað verður eisini um, tá ið Rólant búði nið...
Súrligar nætur: Ein vertur við boyla 14.05.2024 55:31
Í dagsins parti minnast vit aftur á gamlar dagar, ikki bara tí, at ein vertur hevur fingið boyla, men tí, at vit spæla "Kiss, Marry, Kill", sum gjørdi nógv um seg, tá ið vit vóru tannáringar. Av tí, at ein vertur, sum 23 ára gamal, hevur fingið boyla, so seta vit spurnartekin við, um hann hevði gjørt tað, um hann var single, tí kunnu tey í parløgum meir enn hini? Vit mugu sjálvandi eisini tosa um...
Súrligar nætur: Húkurin er okkara Notre Dame 30.04.2024 54:58
Herfyri gjørdi Rannvør eina samrøðu við Scientology, sum mundi enda galið. Hon greiðir í dagsins sending frá, hví hon var har, og hvat hendi. Í sendingini verður eisini kjakast um, hvør ger hvat í sendingini, tí har er onkur, sum hevur færri hattar. Og býr mann í Keypmannahavn, so hevur mann møguliga lagt merki til, at tað hevur luktað eitt sindur brent. Hetta kemur av, at eldur var í Børsen, sum...
Súrligar nætur: Ein sorgardagur 12.04.2024 54:27
25. mars fingu vit tey sorgarboð, at tað heitasta, besta og kærasta staðið í Danmark letur aftur. Hetta er sera syrgiligt, og setur okkum lesandi í eina samleikakreppu. Tí hvar skulu vit nú fara, tá ið Skarv fer í søguna? Ein annar, sum kanska fer í somu kreppu, er Eyðun Nolsøe. Hann hevur slitið sínar dansiskógvar, upplivað hjartasorg og sungið "til den lyse morgen" har. Vit práta við hann um het...
Súrligar nætur: Vit drekka ov illa 25.03.2024 55:38
Í dagsins parti siga tey trý skál og gera eina rúsdrekkakanning. Tað sigst, at Rannvør dámar ov væl at smakka sær á, tískil má hetta kannast. Bárður og David umboða teirra kyn í dag, sum á Tik Tok hevur gjørt ein lista um nær ein kvinna hevur nógv virði. Rannvør er ikki sera nøgd við hetta, tí hon heldur, at listin er sera barnsligur - tað halda teir eisini. Síðani fevnir prátið um kend fólk sum g...
Súrligar nætur: Karl Weihe elskar stórar rumpur 13.03.2024 53:57
Bárður, David og Rannvør eru, eins og reality-stjørnan Karl Weihe, tjekkað inn á Paradise Hotel Norge. Í partinum tosa tey um hann, og hvussu hann hevur klárað seg higartil. Tey meta eisini um, um hann kann loyva sær at kalla seg tónleikara, model og stjørnu í Danmark. David, sum tann upplýsandi persónurin hann er, hevur tikið nakrar hendingar við í sendingina, sum hann vil lufta við hinum báðum....
Podobné podcasty
Replaio není vydavatelem podcastů; názvy pořadů, obálky a audio patří jejich autorům a šíří se přes veřejné RSS kanály